Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Týsdagin legði oljuskipið Stena Paris at bryggju í Søldarfirði. Skipið er 184 metrar langt og størsta skip, sum nakrantíð hevur lagt at bryggju í Søldarfirði Luna hevði 163 milliónir í avlopi í fjør. Ársúrslitið var 163 milliónir krónur, níggju milliónir hægri enn árið fyri og 23 milliónir lægri enn í 2017 Ein nýggj uppgerð hjá Taks vísir, at fyrra hálvár í ár, høvdu kommunurnar fingið eina góða milliard inn í kommunuskatti og tað eru 50,8 milliónir - ella 15,16 prosent - meiri enn tær fingu fyrra hálvár í fjør Landssjúkrahúsið skal nú hava eina serliga korona- deild við tí endamáli at verða tilreiðar at taka ímóti sjúklingum, skuldi smittan aftur farið at gjørt um seg í Føroyum. Sýslumenninir hava gjørt av, at nú verður tað aftur loyvt at halda grind til. Tó við ávísum fyritreytum, t.d. uttan áskoðarar Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, hevur vitjað í Føroyum heldur óvæntað. Vit hava meira um hetta í blaðnum Maritimur depil MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Í sambandi við korona- kanningarnar á flogvøllinum er ein meting gjørt, sum sigur, at umleið 5.000 fólk koma til Føroya um vikuna 5.000 5.000 Hesa vikuna hevur nógv kjak verið um ein sokallaðan maritiman depil í Føroyum, sum skal kunna brúkast av amerikanska flotanum. Jenis av Rana, uttanríkisráðharri, fortaldi um depilin mánadagin á FM1. Síðani hava gitingar verið um, hvat hesin skal brúkast til, og danska Berlingske tulkaði depilin sum "en arktisk flåde". Jenis av Rana hevur síðani gjørt greitt, at tað verður ikki talingur um nakað hernaðarligt samstarv við USA, sum summi hava sett spurnartekin við. Men tað eru eisini fleiri, ið hava sett spurnartekin við, hví vit skulu hava ein líknandi maritiman depil í Føroyum, tí mann kann vænta, at amerikansk herskip fara at brúka depilin FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR " Hvussu ber tað til, at Tað føroyska Landsstyrið uttan nakað motmæli letur USA skalta og valta við Føroyum, sum eini viljaleysari nikkidukku?" "Spell er, at útoyggjar ikki eru ein filmsupptøka, sum manglar stuðul, tí so høvdu tær ivaleyst komið í betri FORM" Gul til stívt andøvsgul av vestri 5 til 10 m/s. Um náttina snarar hann í ein útsynning. Sólin kagar fram, men tað fer møguliga eisini at regna. Hitin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig   Lot til andøvsgul 3 til 8 m/s av eystri. Yvirhøvur turt og stundum sól. Út á kvøldið regn. Hitin millum 9 og 13 stig Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s, um náttina skiftandi. Samdrigið og møguliga okkurt æl. Annars turt og eitt sindur av sól. Hitin alt samdøgrið um 10 stig 5-10 m/s 3-8 m/s Vit hava ikki væntað okkum so nógv av hesum sumrinum. Korona stongdi landamørk og tey ferðafólk, sum ætlaðu sær hendanvegin avbestiltu ferðina og uppihaldið her. Føroyingar sjálvir hava heldur ikki havt møguleikarnar at fara út í heim, sum vanligt, so okkara vón hevur verið eitt gott summar, sum kann njótast í Føroyum. Men sum so mangan, tá ið hásummarið nærkast, so fer hitamátarin niðureftir heldur enn uppeftir. Í staðin fyri lýkku fingu vit kulda. Nú eru vit komin langt inn í juli og ólavsøkan nærkast. Veðrið er gott, gamaní, men tað er enn kalt og eftir hvat veðurmaðurin á Ovarugøtu í Hoyvík veit at siga, so kemur ongin lýkka fyrr enn í august. Ája! Tey reiðaríini, sum hava fingið stórar kvotur í 12 ár, hava kvitterað við at boða frá, at fleiri teirra hava gjørt sáttmálar um bygging av nýggjum skipum. Orsøkin er politiska veðurlagið og 12- ára loyvini siga summir teirra. Kanska er forkláringin eisini, at teir hava forvunnið nóg hesi seinastu 8-10 árini og at skipini eru vorðin gomul og niðurslitin. Tí mugu íløgurnar gerast. Ája! Politiska skipanin hálvvaknaði, nú amerikanski sendiharrin var her og vitjaði Jenis av Rana, landsstýrismann við uttanríkismálum. Haldi tað er neyðugt, at okkara fólkavaldu seta seg saman og finna útav, hvat vit vilja við Arktis og hvønn leiklut tey halda, at vit skulu spæla. Arktis er risastórt, men tað knípur at fáa at vita, hvørji okkara mál eru har. Skulu vit standa saman um nakað sum helst, so er neyðugt at tað ikki bert verður kjølfest í politisku skipanini, men so sanniliga hjá øllum føroyingum. Tástani virka vit sum ein tjóð, tá ið vit standa saman og tástani kunnu vit fáa nakað burturúr. Ája! Teir eldhugaðu grindmennirnir fingu eini góð boð í vikuni. Landsstýrismaðurin, sum umsitur grindamál, segði greitt, at nú skal aftur bera til at drepa grind. Vit hava tilmæli um reinføri og frástøðu, sum vit eiga at halda, men í aðrar mátar er onki, sum forðar okkum í at drepa grind. Tað kemur væl við hjá mongum og vit mugu eisini ásanna, at mongdin av ferðafólki er so lítil, at tað neyvan ávirkar eitt vanligt grindadráp. So verður vit og skil brúkt, so ber væl til at drepa grind. Ája! Eftir eitt alment stríð millum landsstýrismannin við fíggjarmálum og borgarstjóran í Havn, er gongd komin á sáttmálasamráðinganar. Kommunala Starvsmannafelagið fekk sítt, men skal ikki vlænta sær eins nógv næstu ferð, tey skulu samráðast. Helst skulu øll fáa tað sama, siga borgarstjórin í Havn og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum. Bæði úr Fólkaflokkinum. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? At Annika Olsen er fyrsta kvinna, ið hevur hildið røðu í Lítlu Dímun? Tað gjørdi hon hósdagin, tá árligi fólkafundurin var í oynni 3-8 m/s