hósdagur 9. juli 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
5
Føroyar aftur miðdepil
í alheims politikkinum
Vitjanin hjá amerikansku
sendikvinnuni í Keypmannahavn,
skapti kjak um Føroyar á fleiri
pallum – eisini í Føroyum
ÁRNI GREGERSEN
GREINING: Neyvan var tað av
tilvild, at amerikanska sendi
kvinnan í Keypmannahavn, Carla
Sands, sjálv sjeynda vitjaði her í
Føroyum í hesi vikuni.
Tað elvdi eisini til kjak – bæði
her í Føroyum og í danska ríkinum
sum heild, men kanska var tað ikki
bara hennara skyld.
Landsstýrismaðurin við utt
anlandsmálum, Jenis av Rana,
var ein onnur orsøk til at and
støðupolitikkararnir her í land
inum vaknaðu úr summardvala
og róptu varskó.
Hyggja vit afturá vitjanina,
so er torført at fáa at vita, hvat
Carla Sands og henna fylgi vildu
í Føroyum.
Alment segði hon tað, sum
sendifólk og politikkarar vanliga
gera. Hetta var ein kurteisisvitjan,
sum skal gera tað lættari hjá før
oyingum og amerikumonnum at
samskifta í framtíðini.
Men amerikanska sendikvinn
an í Keypmannahavn hevur áður
verið rættuliga opinskárað. Til
dømis, tá ið tað snýr seg um at
útbyggja fjarskiftisnetið í Før
oyum til 5G.
Hon hevur sagt, at tað ikki er
rætt, at Føroyar byggja víðari
uppá Huawei-netið, sum longu
er her, tí talan er um kinverska
teknologi, sum stjórnin í Kina
hevur atgongd til. Og talan er um
eitt totalitert stýri.
Skal kunnast
Her á landi vóru tveir limir í utt
anlandsnevndini, Høgni Hoy
dal, Tjóðveldi, og Heðin Morten
sen, Javnaðarflokkurin, úti við
hvøssum atfinngingum ímóti,
at uttanlandsnevndin hjá Løg
tinginum ikki var kunnað um, at
sendikvinnan kom á vitjan.
Aftaná siga teir, at tað er
møguligt, at stýrisskipanin ikki
áleggur landsstýrismanninum
við uttanríkismálum at kunna
nevndina, hvørja ferð hann tosar
við ein útlandskan seendiharra,
men í hesum føri tykist prátið at
hava verið rættuliga ítøkiligt.
Grundleggjandi finnast teir
eisini at landsstýrinum fyri ikki
nóg væl at kunna uttanlands
nevndina, sum heild og vísa til
dømi, tá ið Bárður á Steig Nielsen,
løgmaður, boðaði frá, at spurn
ingurin um fjarskiftisveitarar nú
knappliga er vorðið ein trygdar
politiskur spurningur.
Ilt er sjálvandi at vita, hvat
umboðini fyri samgonguna í
uttanlandsnevndini halda um
hendan spurningin, men spyr ein í
krókunum og lurtar á vatnrørun
um, so eru samgongulimir heldur
ikki heilt nøgdir við kunningina
frá landsstýrinum.
Kringvarpið spurdi ein av páp
unum at stýrisskipanarlógini,
Bjørn á Heygum, advokat, hvat
hann helt um málið. Hann svar
aði ógvuliga greitt, at júst í hesum
málinum hevur landsstýrismað
urin gjørt rætt sambært lógini.
Arktis
Í politisku skipanini, bæði í Før
oyum og aðrastaðni, ivast ongin
í, at stóri áhugin fyri Føroyum
kemst av okkara parti í Arktis.
Stórveldini vilja øll hava part
í ovasta partinum á klótuni og
royna at finna vegir inn. Ein vegur
er sjálvandi at finna sær vinir í
økinum.
Her liggja Føroyar sera væl fyri
sum eitt portur til Arktis. Millum
annað tí nevndi landsstýrismað
urin við uttanríkismálum, Jenis av
Rana, í samrøðu við FM1, at áhugi
er fyri einum maritimum depli í
Føroyum, har til dømis amerik
anska skip kunnu leggja inn.
Hetta var í fyrstu atløgu
uppfatað, sum um landsstýris
maðurin tosaði um eina flota
støðu, men sjálvur greinaði hann
tað til, at hetta var fyri øll skip – og
heldur ikki bert amerikansk.
Hvussu hetta bleiv til poilitikk
í Føroyum, hongur saman við, at
okkara politikkur er býttur mill
um samgongu og andstøðu.
Sjálvt um tey øll tosa um breið
ar semjur, so er hetta mjørkatos.
At vit higartil hava havt felags
stev í uttanlandsnevndini heldur
sjálvandi ikki fram, tá ið man á
øllum øðrum økjum er í sjálvdrátti.
Tingini hanga saman.
Stýrisskipanarlógin
sigur soleiðis um, nær
landsstýrismaðurin
skal søkja slr ráð í
uttanlandsnevndini:
§ 54. Løgtingið velur
millum løgtingsmenn eina
uttanlandsnevnd við sjey
limum, sum landsstýrið
ráðførir seg við, áðrenn
avgerðir verða tiknar, ið hava
stóran uttanlandspolitiskan
týdning.
Stk. 2. Somuleiðis skal
landsstýrið ráðføra seg
við hesa nevnd í sambandi
við samráðingar við
ríkismyndugleikarnar
av stórum týdningi fyri
viðurskiftini Føroya og
Danmarkar millum.
Carla Sands, amerikansk sendikvinna, elvdi til kjak.
Høgni Hoydal fanst at kunningini.
Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum,
var vertur, tá ið amerikanska sendikvinnan vitjaði