Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 6 PERSÓNSØGA STUDENTSPRÓ VIÐ 12,4 Í MIÐ Ida á Reynatúgvu ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO –E g gjørdist bæði bilsin og ovfarin, tá eg, beint áðrenn eg fekk prógvið í hondina, fekk at vita, at eg hevði besta prógvið á hugbreytini. Men eg fekk als ikki stundir til at reagera, tí eg var á veg at taka í hondina á rekt­ arinum. Tveir minuttir seinni stóð eg aftur í køini, og tann kensl­an av gleði og nøgdsemi, sum fylti meg tá, er torfør at lýsa. Eg føldi veru­ liga, at alt arbeiði, sum eg hevði lagt í hesi trý árini hevði ført til okkurt, sigur 19 ára gamla Ida á Reynatúgvu av Sandi, sum júst hevur lokið prógv á miðnámi. Seinni sama dag fekk Ida at vita, at hon ikki bert hevði besta prógvið á hugbreytini við sín­ um væla studentsprógvi við 12,4 í miðal, men hon hevði eisini hægsta miðaltalið á Glasi. – Eg visti, at skoðsmálini hjá mær vóru nøkundlunda høg, tí vit høvdu eisini fingið karakterir um várið, men eg visti als ikki, at eg eisini hevði besta prógvið á skúlanum, fyrr enn eftir at prógv­handanin var av, sigur Ida á Reyna­túgvu, sum seinni fekk at vita, at hon hevði hægsta miðaltali á gymnasiala miðnámi í Føroyum í ár. Ida á Reynatúgvu greiðir frá, at tað kennist sum ein lætti, at hon nú í eina tíð sleppur undan, at fáa skoðsmál. – Karakterir hava nógv at siga, og tær flest útbúgvingarnar krevja eitt høgt miðaltal. Summar krevja enntá eitt miðaltal á 12,3, og tað leggur eitt stórt og órealistiskt trýst á næmingar, sigur hon. – Tað gevur jú í veruleikanum onga meining, at eg kann fáa ein karakter, sum er hægri enn próv­ talsstigin, sigur hon og legg­ur aftrat, at hóast trýstið, held­ur hon, at lær­ararnir hava dugað ómeta­ liga væl at sissa næm­ing­ar­nar og verið reiðiligir við skoðs­mál­unum. – Eg havi upplivað, at teir eft­ir besta førimuni tillaga útbúgv­ing­ ina til øll, uttan at døma mátan ein­staki næmingurin lærur best uppá. Teir hava sæð, hvat næm­ ing­urin hevur havt tørv á fyri at kunna avrika, sigur hon. Altíð verið forvitin Hon greiðir frá, at tá hon fór á mið­námsskúla, valdi hon hug­ breyt­ina, tí samfelag, mál og tey humaniteru fakini altíð hava havt hennara áhuga. – Tað lá væl fyri hjá mær, tí eg havi bæði størri áhuga í samfelags- og sálarfrøði, og eg dugi tað betur enn tað støddfrøðiliga, sigur hon. Spurd um henni altíð hevur dámt væl at ganga í skúla, sigur hon, at hon altíð hevur verið for­ vit­in og áhugað í tí, sum hendir kring hana. – Eg minnist, at mær dámdi ikki so væl skúlan tey fyrstu árnini, men eg havi altíð verið forvitin og tað hevur kveikt eina undran og áhuga í at tíma skúlan, tí eg vildi lesa og læra um alt, sigur unga dám­an av Sandi. Hon greiðir frá, at kappingin um góðu skoðsmálini eisini er ein motivatiónsfaktorur, men kappingin er við seg sjálva og ikki við floksfelagarnar. – Tá eg byrjaði at fáa karakterir, bleiv tað til eina kapping, og eg varð enn meir motiverað til a gera meir burturúr, tí góðu úrslitini vóru eisini motiverandi, sigur hon. Í fólkaskúlanum varð heldur ikki lagt upp til kapping á tann hátt – hvørki millum næmingar ella lærarar, heldur hon. – Hóast lærararnir tó hava pressað okkum eitt sindur av og á, sigur hon skemtiliga. – Eg haldi tó ikki, at eg havi hugsað so nógv um onnur, men eg havi husað um meg sjálva. Tað hevur tí ikki verið ein kapping við nakran av mínum vinfólkum ella floksfeløgum, men tað heldur hevur tað verið ein kapping við nakað, sum eg sjálv havi gjørt, og sum eg møguliga kundi gjørt enn betur, leggur hon aftrat. Nýggjur kapittul á miðnámi Tá fólkaskúlin var liðugur, og Ida var 16 ára gomul, flutti hon einsamøll til Havnar at búgva, tí hon skuldi á byrja á studentaskúla. Fyrsta árið gekk hon í Hoydølum og seinastu tvey árini á Glasi. Árini á miðnámi hava verið góð og lærurík bæði fakliga og persónliga, heldur hon. – Eg havi lært so nógv – bæði í skúl­anum men eisni um meg sjálva, sigur hon. – Serliga tí at man jú má læra seg sjálva at kenna á ein nýggjan hátt, tá man flytur úr sínum gamla sosiala bólki og inn í ein nýggj­ an sosialan bólk. Tá verður man onkursvegna noyddur til at brúka tíð upp á at koma at kenna seg sjálva og at passa inn á ein nýggj­ an hátt, sigur hon umhugsin. – Í Sandoy valdi eg ikki tann sosiala bólkin, sum eg kom í, tí tað er bert ein bólkur, tá árgangirnir eru smáir. Man endar tí har, sum man endar. Tá eg so fór á mið­náms­ skúla, mátti eg finna útav, hvør eg eri, tá eg eri einsa­møll, og hvussu eg passi inn. Tað kann gerast ein avbjóðing hjá summum, men tað er ein stórur partur í at finna eins egna samleika, sigur hon síðani. – Og umframt tað, so havi eg eisini lært nógv um onnur menn­ iskju. Vit høvdu ein kompliseraðan flokk í byrjani, og samvirkanin var ikki so góð. Arbeitt hevur verið miðvíst við at fáa flokkin at rigga, og tí varð tað eisini ein ómetaliga góður flokkur til endans. Gjørt alt og eitt sindur aftrat Tað er eingin loyna, at man ikki kemur sovandi til so góð skoðs­ mál, sum Ida á Reynatúgvu nú hevur á studentspróvnum hjá sær. Hon greiðir frá, at um ein ynsk­ir at fáa góðar karakterir, so er um­ ráðandi at áhaldandi fylgja væl við í undirvísingini. – Størsta styrkin er at fylgja við. Eg tók skúlan seriøst longu í fólkaskúlanum. Tá eg so fór á miðnám, var eg væl við í tí, sum fyrigekst. Eisini havi eg altíð gjørt skúlatingini, sum eg havi fingið álagt, og ofta havi eg eisini gjørt eitt sindur eyka, sigur hon. – Eg havi mangan lagt eyka nógva orku í uppgávurnar, sum vit hava fingið, og onkuntíð havi eg eisini arbeitt harðari enn neyðugt er. Umframt tað, so havi eg verið virkin, verið til lektiukafé Eg havi altíð verið forvitin og tað hevur kveikt eina undran og áhuga í at tíma skúlan S einastu trý árini hevur Ida á Reynatúgvu gingið á hugbreytini á Glasi. Tað, sum eyðkennir hugbreytina, eru tær málsligu og hugvísindaligu lærugreinarnar. Hugvísindi eru vísindi um menniskjað, mentan og mál, og har verður innlit givið í persónsmensku, ymisk mentanarlig viðurskifti og hugvísindi. Fremmandamál, danskt, enskt, religión, søga, lívfrøði og landafrøði eru lærugreinar, sum sermerkja hugbreytina. Sum á hinum breytunum, hevur tú eisini á hugbreytini møguleika at velja ymiskar aðrar lærugreinar. Ida hevur tikið seks lærugreinar á A-stigi, og hon hevur eisini tikið nakrar á B- og C-stigi. – Størsta styrkin er at fylgja við. Eg tók skúlan seriøst longu í fólkaskúlanum. Tá eg so fór á miðnám, var eg væl við í tí, sum fyrigekst. Eisini havi eg altíð gjørt skúlatingini, sum eg havi fingið álagt, og ofta havi eg eisini gjørt eitt sindur eyka, sigur 19 ára gamla Ida á Reynatúgvu, sum hevði hægsta miðaltalið á gymnasiala miðnámi í ár