hósdagur 9. juli 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
7
ÓGV
ÐAL
og samanumtikið víst, at eg havi
yvirskot og orku til skúlan og tað
arbeiði, sum hann krevur, sigur
hon, tá hon verður spurd um
uppskriftina til góð skoðsmál.
– Foreldrini hjá mær hava eisini
raðfest skúlan øll árini, eg havi
gingið í skúla. Tey hava stuðlað
og hjálpt okkum, tá vit hava havt
tørv á tí. Eisini eri eg rættiliga
kappingarsinnað, og seti eg mær
okkurt fyri, fari eg eftir tí. Tí haldi
eg, at tað er blandingur av sosial
um umhvørvi og egnum samleika,
sum ger, at skúlin verður raðfestur
so høgt, greiðir hon frá.
Hóast skúlin hevur verið rað
festur høgt og kravt sítt, heldur Ida
tó ikki, at hon hevur ofrað nakað
av tí sosiala ungdómslívinum fyri
høgu skoðsmálini.
– Nei, eg haldi ikki, at eg havi
ofrað nakað, tí eg haldi ikki, at ar
beiðsbyrðan er alt ov stór á mið
námi, um ein dugur fakini. Fylgir
tú við, og dugur tú tað grund
leggjandi í undirvísingini, so
klárar tú teg. Onkuntíð hevur tað
sjálavndi verið strævið, og eg havi
tó raðfest summi ting hægri enn
onnur. Eg steðgaði millum annað
við fótbóltinum, tí eg vildi heldur
gera okkurt annað, sigur hon.
– Leggur tú tær tingini væl
til rættis, ber tað til at hava eitt
virkið lív uttanfyri skúlan. Eg
royni at fyrireika meg væl, og
samanumtikið eri eg skipað, men
eg eri – líkasum øll hini - eisini
byrjað upp á eina uppgáva tveir
tímar áðrenn, hon skal latast inn.
Hesi trý árini Ida á Reyna
túgvu hevur gingið á miðnámi,
Framhald á síðu 8
Tá eg byrjaði at
fáa karakterir,
bleiv tað til
eina kapping,
og eg varð enn
meir motiverað
til a gera meir
burturúr, tí
góðu úrslitini
vóru eisini
motiverandi