hósdagur 9. juli 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
8
PERSÓNSØGA
hevur hon eisini verið virkin í
næmingaráðnum og samstarvs
nevndini á Glasi, Amnesty og ung
dómspolitikki.
– At vera virkin á hendan hátt
gevur innlit í samfelagsviðurskifti,
sum ein annars ikki fær í gerandis
degnum. Og hóast tað til tíðir
kann gerast nógv, hevði eg ikki
viljað verið hesar upplivingarnar
fyriuttan, tí tað er heilt víst ein
fyrimunur. Tá eg eri virkin, verði
eg eisini motiverað til at gera meir,
sigur hon síðani.
Framtíðin
Áðrenn Ida á Reynatúgvu byrjaði
á miðnámi, hevði hon sett sær
sum mál, at hon skuldi hava nóg
góð skoðsmál til at sleppa inn at
lesa altjóða handil og politikk á
Copenhagen Business School.
Til tað kravst eitt miðaltal á 11,8.
Og hóast tann útbúgvingin ikki
longur er hægst á ynskilistanum
hjá Idu, er hon ovurfegin um, at
hon megnaði at røkka málinum og
meir aftrat.
– Eg setti eitt ítøkiligt mál, sum
eg hevði í huga alla tíðina. Eg eri
enn áhugað í útbúgvingini, men eg
veit eisini, at eg tími alt møguligt
annað. Eg tími at arbeiða við fólki,
og eg eri áhugað í arkitekturi,
sálarfrøði og matgerð, sigur hon
spent, nú hon uttan iva sleppur
at velja og vraka, tá hon um eitt
ár eftir ætlan fer at lesa víðari í
Danmark.
– Eisini droymi eg um at taka
eitt semestur á einum øðrum uni
versiteti í einum heilt øðrum landi.
Kanska á einum Ivy Leage skúla
í USA ella í eini øðrvísi mentan í
millum annað Suðuramerika ella
Asia, sigur hon frá.
– Ætlanirnar eru nógvar, og eg
veit ikki enn, hvar eg endi, men
eg eri so glað fyri, at hurðarnar
standa opnar, sigur Ida á Reyna
túgvu, sum nú longu er farin ein
royndartúr við Norrönu sum
tænari. Komandi árið ætlar hon
nevniliga at brúka uttanfyri
skúlastovuna og til arbeiðis.
– Eg havi arbeitt sum tænari,
síðani eg var 14 ára gomul, og eg
tími tað væl. Tað er stuttligt at
servisera. Eg haldi møguliga á
umborð á Norrönu, ella finni eg
eitt annað arbeiði, áðrenn eg flyti
til Keypmannahavnar um eitt ár,
sigur hon.
Framhald frá síðu 7
Ætlanirnar
eru nógvar,
og eg veit ikki
enn, hvar eg
endi, men eg
eri so glað fyri,
at hurðarnar
standa opnar
Vilt tú hava
góð skoðsmál?
Tá hon verður spurd, um hon hevur góð ráð til teirra, ið
ynskja at fáa høg skoðsmál á miðnámi, sigur hon heilt
einfalt, at tað besta er at gera, sum lærarin sigur.
– Mítt besta og einfaldasta ráð er at gera skúlatingini og at
fylgja við í tímunum. Man má fylgja við alla tíðina, tí so hevur
man eitt gott grundarlag og er við í tí, sum fer fram. Tað er altso
ikki so torført ella strævið at lesa hasa stuttsøguna og kanska
greina hana eisini, sum tú fekst til uppgávu at gera, sigur hon.
– Og hevur tú onkrar lærugreinar, sum eru meir avbjóðandi,
ger so meir við júst tað fakið. Eg havi til dømis ongantíð
dugað so væl rokning, men eg fór so heim og roknaði allar
uppgávurnar umaftur og vandi tær eyka nógv. Tað er í
veruleikanum bara venjing og arbeiði, tí man kann duga alt,
um man setur sær tað fyri, leggur Ida á Reynatúgvu aftrat.