hósdagur 9. juli 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
9
USS McCloy úr føroyskum
sjógvi í stundini
Afturhvarv úr SOSIALINUM 1987
11. juli 1987: Hóast
landsstýrið hevur
sagt donsku ríkis
myndugleikunum
frá, at USS McCloy er
óynskt í føroyskum
sjógvi, tá vissa ikki
kann fáast fyri, at
kjarnorkuvápn eru
umborð, liggur skipið
nú við bryggju í Havn
L
andsstýrið vendi sær tí
aftur til ríkismyndug
leikarnar seinnapartin
hósdagin og bað um
eina frágreiðing um, hví føroy
ingar ikki verða gingnir á møti.
Tá ríkismyndugleikarniåarnir
ikki hirdu at svara, helt lands
stýrið fund fríggjamorgunin um,
hvat nú skuldi gerast.
Her varð samtykt at senda
eitt nýtt skriv til ríkismyndug
leikarnar, har kravt veður, at
skipið fer úr føroyskum sjógvi í
stundini.
Samgongumeirilutin í markn
aðarnevndini stuðlar landsstýri
num. Nevndin hevur sent skriv
til ríkismynduygleikarnar, har
sagt verður, at nevndin harmast
at løgtingssamtyktin um Føroy
ar sum kjarnaokufrítt øki ikki
verður vird.
Stars and Stripes
í býráðnum
Býráðið í Havn hevur ikki víst
landsstýrinum samhuga í hesum
máli. Í staðin varð amerikanska
flaggið vundið á stong uttan fyri
býráðið. Men tað veitraði ikki
leingi. Onkur, ið ikki dámdi
flaggið, tók ta stillisliga niður, og
læt tað inn á býráðið.
Poul Michelsen helt tað ikki
vera nóg mikið at vinda flaggið á
stong. Hann bjóðaði eisini skip
aranum o. ø. til morgunmat og
vitjaði síðani sjálvur skipið.
Poul Michelsen sigur, at hann
bert kennir støðuna hjá lands
stýrinum frá fjølmiðlunum.
– Um landsstýrið er ímóti, at
eg bjóðaði skiparanum á býráðið,
kundi tað vent sær til mín, sigur
hann. Jógvan Durhuus, varaløg
maður, sigur, at Poul Michelsen
veit um løgtingssamtyktina, og
at tað skuldi verið nóg mikið.
Velja rætta vegin
Fólk fyri Friði heldur ikki at
landsstýrið hevur gjørtnóg mik
ið. Felagið sigur, at tey halda tað
vera gott, at landsstýrið hevur
skrivað til ríkismyndugleikarar
nar og mótmælt at McCloy er í
Føroyum. Men tey halda at
landsstýrið átti at nýtt tann
møguleika, tað hevur, yvir bý
ráðnum og havnarmyndugleiku
num, soleiðis, at skipið als ikki
skuldi sloppið at lagt at.
– Men Hjalgrím Hilduberg,
fulltrúi í landsstýrinum sigur, at
landsstýrið ikki kann blanda seg
uppí, hvør fær keipláss í Havn.
Tað er ein kommunalur spurn
ingur.
Løgtingið kundi gjørt eina
samtykt um, at skipið ikki skuldi
fingið keipláss. Men Jógvan Dur
huus heldur ikki tað hevði verið
rætt at nýtt henda framferðar
háttin.
– Vit hava valt at brúka røttu
mynduglekarnar fyri at fáa at
vita, um skipið hevur kjarnorku
vápn umborð og nú til at fáa tað
úr føroyskum sjógvi, sigur Jógv
an Durhuus.
Hann heldur fram, at meining
má vera at fáa danir at virða
okkara løgtingssamtyktir, og at
svara føroyingum aftur, tá teir
verða spurdir.
Kann ikki
avsanna at
A-vápn eru
umborð
11. juli 1987: Skiparin á USS
McCloy, James A. Woods, Jr.,
segði á tíðindafundi hósdag
in, at hann hvørki vildi ella
kundi siga, um kjarnorku
vápn eru umborð á skipi
num.
Hann hevur frætt, at Før
oyar eru lýstar sum kjarn
orkufríar. Men hann veit
hvørki, hvat tað merkir, ella
hvat tað fevnir um.
Frálík móttøka
Skiparin heldur, at McCloy
hevur fingið eina sera góða
móttøku í Føroyum.
– Mótmælini í morgun
eru lítið í mun til, hvat vit
plaga at síggja. Men tað er
keðiligt, at ein skuldi verða
handtikin, sigur hann.
Skiparin hevur onga
ávirkan á, um mótmælini
frá landsstýrinum verða
fylgt ella ikki.
– Eg taki bert ímóti ordr
um frá hægri myndugleik
um og fari hagar, eg fái boð
um at fara, sigur skiparin.
Ein danskur marinari tekur
í herðatoppin á einum
mótmælandi føroyingi
11. juli 1987:
F
leiri hudnrað fólk mót
mæltu, tá amerikanska
hernaðarskipið USS Mc
Cloy stevndi inn á havn
ina hósmorgunin kl. átta.
Fólk fyri friði skipaðu fyri
mótmælisfundi á Molanum.
Dreglarnir bóru boð um, at
hernaðarskipið er óynskt í Før
oyum.
Men tað vóru ikki bert ónøgd
fólk á Molanum. Eini 15 fólk
stóðu uppi á verjugarðinum við
Stars and Stripes flaggi. Við
skeltum bjóðaðu teir ameriku
monnum at vera vælkomnar.
Óvist er tó, um manningin skilti
heilsanina. »Welcome« var nevn
iliga skeivt stavað. Tað var stavað
við einum einkultum V og ikki
dupult W.
Línur á sjógv
McCloy stevndi inn um Moloan
og legði seg á skák á vágni. Við
hjálp frá einum minni báti, fekk
skipið vent og skuldi nú leggja
at.
Hetta var tó ikki so lætt. Fleiri
fólk vístu teirra andstygd fyri
skipinum, við at blaka endarnar
á sjógv, tá skipið skuldi gera fast.
Hetta gekk so harðliga fyri seg,
at fólk fleiri ferðir nærum fóru
til hendurs.
Havnarfútin og menn av Mar
inustøðini tóku í herðatoppin á
teimum, ið gjørdu ov nógv um
seg ella komu skipinum ov nær.
Ein ung kvinna varð handtikin tí
hon steinaði. Hon varð skjótt lat
in leys aftur, men verður møgu
leika ákærd fyri brot á politivið
tøkuna. Løgerglan sigur, at aðrar
ákærur ikki verða reistar í sam
band við mótmælisfundin.
Røður og herróp
Langt um leingi fekk skipið gjørt
fast. Men mótmælini vóru ikki
av. Fólkið rópti í takt »Yankie go
home – yankie go home«. Eisini
vórðu fleiri friðarsangir sungnir.
Sigmund Isfeldt helt røðu vegna
Fólk fyri friðið á enskum. Hann
vísti á, at vitjanin er ein vanvirð
ing av Føroya fólki, og av løg
tingssamtyktini, sum lýsir Før
oyar at vera kjarnorkufrítt øki.
Tá landgongdin skuldi gerast
føst, vóru flestu farin til hús.
Men um nøkur royndu tó at
forða landgogdini við at seta seg
á hana.
Nógv seinkað kundi mann
ingin nú fara í land. Nakrir til
morgunmat hjá Poul Michelsen,
borgarstjóra.
Yankie go home
Ovara myndin er úr Dag
blaðnum, niðara myndin úr
Sosialinum. Drongurin er hin
sami, og skeltið hitt sama. Men
teksturin í ovaru myndini er
»tillagaður«. Óla Breckmann
dámdi ikki stavifeilir :-)