hósdagur 9. juli 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
10
Tað var eitt heilt ár
skjótari enn ætlað
HVALBIARTUNNILIN: Gongst tað heilt
væl, verður koyrandi ígjøgnum nýggja
Hvalbiartunnilin longu um ársskiftið
ÁKI BERTHOLDSEN
–T
að er ikki av ongum,
at vit tosa um at
síggja ljósið fyri
endan á tunlinum,
tí tað er eitt tekin um um vón og
um at vit eru á veg ímóti ljósari
tíðum,
Og í dag er tað so, at vit før
oyingar, og serliga hvalbingar og
sandvíkingar, síggja ljósið fyri
endan á nýggja hvalbiartunlin
um.
Tað segði Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í samferðslu
málum, á hátíðarhaldinum týs
dagin, tá ið seinasta skotið varð
latið av í nýggja Hvalbiartunl
inum, og teir seinastu tríggir
metrarnir av fjalli, sum vóru eft
ir, rapaðu.
Tað vóru teir tríggir hvalbing
arnir, Fríðálvur Eysturberg, Kári
Norðberg og Jóan Pauli Næs,
sum fingu heiðurin at trýsta á
knøttin og at lata tað seinasta
skotið av.
Fyri teir var hetta ein serlig
løta, tí teir vóru allir tríggir við til
at gera gamla Hvalbiartunnilin,
sum varð tikin í nýtslu í 1963.
– Við nýggja tunlinum, kunnu
hvalbingar og virka undir somu
treytum, sum tey flestu onnur í
Føroyum hava at virka undir.
Landsstýrismaðurin sigur, at
gamli Hvalbiartunnilin var eitt
sermerkt kapittul í føroyskari
samferðslusøgu. Og tað er tann
nýggi tunnilin eisini, tí hetta er
fyrstu ferð, at ein nýggjur tunnil
verður gjørdur ístaðin fyri ein
gamlan tunnil
Eitt ár skjótari
Eftir upprunaligu ætlanini
skuldi Hvalbiartunnilin vera lið
ugur fyrst í 2022, men arbeiðið
hevur gingið so mikið væl, at nú
er greitt, at hann verður liðugur
eitt ár fyrr, ella fyrst í 2021.
Fyrsta flagið varð skorið oman
av tann 15. mai í 2018, fyrsta
skotið varð latið av 27. juni í fjør,
og nú, eitt lítið ár seinni, tann 7.
juli í ár, varð seinasta skotið latið
av.
– Gongst sum ætlað, verður
tunnilin liðugur í februar næsta
ár – og gongst tað heilt væl, verð
ur hann kanska liðugur enntá
eitt sindur fyrr enn tað, sigur
Sigurd Lamhauge, stjóri á Lands
verki.
Gamli Hvalbiartunnilin er
fyrsti samferðslutunnil í Føroy
um og hann varð tikin í nýtslu
í 1963.
– Tann tunnilin var eitt av teim
um heilt stóru framstigunum í
føroyskari samferðslusøgu, og
uppá seg var hann kanska eitt
størri framstig enn hesin nýggi
tunnilin er, tí tað vísti, at tað bar
til at fara ígjøgnum fjallið, heldur
upp um tað.
Men hann lýkur ikki krøvini
í dag og tíðin hjá honum er við
at vera av.
– Soleiðis skal tað vera og nú
knýta vit í ein nýggjan tunnil,
sum lýkur øll nítíðarkrøv, um
framt at hann eisini er til reiðar
at taka ímóti ferðsluni, tá ið Suð
uroyartunnilin er komin.
HVALBIARTUNNIL: Tilveran
verður munandi lættari nú,
bæði hjá privatfólki og hjá
vinnulívinum, sigur borgarstjórin
ÁKI BERTHOLDSEN
H
etta verður ein ein
onnur verð hjá okkum.
Tað heldur Janus
Thomsen, borgarstjóri
í Hvalbiar Kommunu, nú dagurin
er farin at nærkast av álvara, at
koyrandi verður ígjøgnum nýggja
Hvalbiartunnilin.
Týsdagin varð seinasta skotið
latið av, so nú sæst dagsljós
ígjøgnum fjallið. Og um eitt hálvt
ár er koyrandi ígjøgnum hann.
Janus Thomsen sigur, at hetta
er eitt risa framstig fyri hvalb
ingar og sandvíkingar, bæði fyri
privatfólk, og ikki minst, fyri
vinnulívið.
– Vit fara frá einum einspor
aðum, trongum og myrkum tunli
til ein tvísporaðan, víðan og ljósan
tunnil, sigur hann.
– Og vit fara frá at noyðast at
koyra fleiri kilometrar eftir ein
um fjallavegi, til, at koyra niðri í
einum dali, og tað fer at merkjast
Teir tríggir, Fríðálvur Eysturberg vinstrumegin Kári Norðberg í miðjuni, og Jóan
Pauli Næs, fingu heiðurin at trýsta á knøttin. Mynd: Rúni Thomsen
HETTA VERÐUR EIN
ØGILIGUR LÆTTI
Hetta verður ein heilt onnur tíð, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba, ytst høgrumegin,
á hátíðarhaldinum við tunnilsmunnan týsdagin, tá ið seinasta skotið gekk