Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 11 um veturin, leggur hann afturat Tað, hann sipar til, er, at verandi tunnil hevur verið rættiliga av­ mark­andi fyri alla Hvalbiar Komm­unu. Tann upprunaligi Hvalbiar­ tunnilin varð tikin í nýtslu í 1963 og tá var hann eitt risa framstig. – Men síðani er ferðslan nógv vaksin og bilarnir eru nógv størri, so í dag er hann at kalla óbrúki­ ligur. Samstundis hevur verandi Hvalbi­artunnil lítla og onga trygd­ arútgerð, so eisini í so máta verða vit lyft upp í eina heilt aðra tíð, tí nýggi tunnilin hevur alla trygda­ útgerð. Darvandi Janus Thomsen sigur, at serliga hevur verandi tunnil verið darv­ andi hjá vinnulívinum. – Lastbilar, treylarar og bingjur, sum verða brúkar nú á døgum, sleppa ikki ígjøgnum hann. Hvørja ferð, treylarar og bingjur skulu ígjøgnum Hvalbiartunnilin, hevur verið neyðugt at umskipa lastina yvir á serbygd akfør, sum passa ígjøgnum tunnilin. Janus Thomsen væntar eis­ini, at hetta verður eitt fram­stig fyri ferðavinnuna, tí sum støð­an er nú sleppa teir stóru ferða­fólka­buss­ arnir ikki ígjøgnum tunnilin. – Tað er so mangan, at vit hava sæð, at ferðafólkabussar eru komn­ir til Suðuroyar, men so tá ið teir koma til Hvalbiartunnilin, mugu teir venda við, tí teir passa ikki ígjøgnum hann, sigur borg­ar­ stjórin. Verandi tunnil liggur eisini so høgt, har tað er ein støðugur vandi fyri at grót ríður á vegin, og tað er ógvuliga vindhart og nógvur kavi og tí hendir tað seg meiri enn so, at Bygdaleiðir verða noyddar at avlýsa. Tað er eisini bæði vindur og kavi í neðra, men av tí at tann nýggi tunnilin liggur nógv lægri, væntar borgarstjórin eisini ein bata í so máta. Hinvegin ivast hann í um hetta fer at fáa nakran týdning fyri fólkatalið í Hvalbiar Kommunu. – Eg vænti heldur, at tað verður ein komandi undirsjóvartunnil til Suðuroyar, sum fær týdning í so máta, tí tá verður tað munandi lættari at búseta seg í Suðuroy, hóast starvið er onkra aðrastaðni í landinum, sigur Janus Thomsen. Men hinvegin verður tað nú munandi lættari, og skjótari, at koyra ímillum Hvalba og Tvøroyri og eru tað fólk, sum hava hug at búseta seg í Hvalba, er eingin forð­ ing, tí kommunan hevur fleiri byggi­búgvin grundstykki til taks. Og ikki eru tey dýr heldur, tí tey kosta einar 70.000 krónur, nú tey eru klár at byggja á, leggur hann afturat. Hetta fer at spara okkum fyri nógv stríð HVALBIARTUNNILIN Nú fáa vit virka á jøvnum føti við onnur virki –  Hetta fer at gera arbeiðið á flakavirkinum nógv lættari. Tað sigur Magnus Jespersen, stjóri á flakavirkinum í Hvalba. Verandi Hvalbiartunnili darv­ar arbeiðnum á flaka­virk­in­ um í Hvalba rættiliga illa, serliga tí, at treylarar og bingjur ikki sleppaigjøgnum hann. – Tað er ikki so langt síðani, at eitt skip kom til Hvalbiar at avreiða, men tá ið so kranin gekk fyri, stóðu vit har, sigur Magnus Jespersen. Hann sigur, at tað bar ikki til at útveva ein annan krana, tí teir passaðu ikki ígjøgnum tunn­ilin og tískil máttu tey senda boð eftir skipsmanningini á náttartíð at loysa og at flyta skipið upp á Tvøroyri, har tey so fingu útvegað ein krana so at skipið fekk avreitt. Hann sigur, at yvirhøvir skal øll távøra, sum kemur á flaka­virkið, og allur fiskur, sum verð­ur avskipaður, lastast um, tí tær bingjur, og teir treylarar, sum verða brúktir sleppa ikki ígjøgn­um tunnnilin. – Tá ið vit keypa rávøru á uppboðssøluni, má hon um­skip­ ast á Tvøroyri og flytast yvir á treyl­arar, sum sleppa ígjøgnum tunn­ilin. Og tá ið vit so avskipa aftur, má fiskurin aftur førast upp á Tvøroyri í eini serligari bingju, har hann so verður um­ skip­aður í tær bingjurnar, sum verða brúktar nú á døgum. –  Men tá ið nýggi tunnilin kem­ur, sleppa vit undan øllum hesum stríðnum, sigur stjórin. Hann sigur, at umframt, at nógv stríð stendst av hes­um, er hetta eisini ikki sørt kostn­ aðarmikið, so tá ið nýggi tunn­ il­in er komin, spara vit fitt av út­reiðsl­um – og tað fer at bøta um okk­ara kappingarførið, sigur Magn­us Jespersen. Á flakavirkinum í Hvalba eru eini 70 fulltíðarstørv, og sum heild er arbeiðið rættiliga støð­ ugt, tó at korona eisini hevur havt sína ávirkan hesa seinastu tíð­ina. 2500 METRAR Nýggi Hvalbiartunnilin er 2500 metrar langur, men báðu megin við skulu eisini einir 3.000 metr­ar av vegi gerast. Hvalbiarmegin er tunnils­ munn­in í 70 metra hædd og trongis­ vágsmegin er hann í 110 metra hædd. Sostatt liggur hann væl lægri enn núverandi tunnil, sum liggur í umleið 150 metra hædd. Articon, sum ger tunnilin, hev­ur boðað frá, at tunnilin verð­ ur klárur at taka í brúk í febru­ ar, men gongst arbeiðið at gera hann lidnan, avbera væl kann tað vera nakrar vikur áðr­enn. Tað, sum nú er eftir at gera, er at leggja káplar til samskifti, ljós og neyðljós, í vegin, at leggja dren í tunnilin, at seta tunnils­ munnanar upp og at asfaltera. Nakað av vegnum er asfalt­ erað, og í næstum verður eitt strekki trongisvágsmegin eisini asfaltera. Eini 50 fólk hava verið við í ar­ beiðnum at gera tunnilin. Nýggi tunnilin ferð at gera tað nógv lættari hjá flakavirkinum í Hvalba, og tað fer at bøta um kappingarførið, sigur stjórin. Soleiðis sær út inni í tunlinum Mynd: Rúni Thomsen