hósdagur 9. juli 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
12
FRANTS JENSEN
Reiðaríðini, sum hava gjørt
íløgur í nýggj skip, eru hesi:
P/F Christian í Grótinum
- Undirskrivað sáttmála við
Karstensen skipasmiðjuna í
Skagen um at byggja nýggjan
Christian í Grótinum fyri
300 milliónir krónur. Skipið
skal eftir ætlan royna eftir
uppisjóvarfiski og hevur kvotur
til makrel og svartkjaft. Skipið
kemur í flotan í januar 2022.
P/F Varðin:
- Eitt dótturfelag hjá Varðanum
hevur keypt Gøtunes (fyrr
verandi Gitte Henning 1) úr
Danmark. Samstundis er Jupiter
seldur. Skipið roynir eftir uppi
sjóvarfiski, og hevur kvotur til
sild, makrel og svartkjaft. Keyps
prísurin fyri Gøtunes er ikki
upplýstur.
P/F Havborg (systurfelag
hjá Enniberg):
- Sáttmáli um nýggjan verk
smiðjutrolara fyri Enniberg
er gjørdur fyri 400 milliónir
krónur. Verksmiðjutrolarin
verður bygdur í Tersan Shipyard
í Turkalandi. Nýggi trolarin skal
millum annað fiska botnfisk
og rækjur í Barentshavinum
umframt at kvotur eisini eru til
at fiska kongafisk í Irmingar
havinum og svartkalva í
Vesturgrønlandi.
Trolarin
kemur í flotan í 2022.
JFK-samtakið
- Sáttmáli er gjørdur um nýggj
an Gadus. Skipið kemur á sjó
mannadegnum 2022. Flakatrol
arin fer at kosta umleið 400
milliónir krónur, og skal fyrst og
fremst skal brúkast til fiskiskap
í Barentshavinum, har skipið
hevur fleiri kvotur.
- Hava keypt Dorado (skal eita
Sjúrðaberg) úr Týsklandi. Skipið
skal fiska kongafisk í Irmingar
havinum og í altjóða sjógvi
norðanfyri Føroyar, umframt
tosk í Barentshavinum.
Skipið kemur um mánaðar
skifti juli-august í ár. Prísurin
er ikki upplýstur.
Framherji
- Avtalað er undirskrivað um
nýggjan Akraberg. Hann skal
byggjast í Brattvågen í Norra
fyri 500 milliónir norskar
krónur (317 milliónir danskar).
Nýggi trolarin hevur millum
annað kvotur at fiska botnfisk
í Barentshavinum og rækjur.
Skipið kemur eftir ætlan í flotan
30. juni 2022.
P/F Eysturoy
Frystilínuskipið Jógvan I kom
í desember 2019. Skipið hevur
kvotur á Flemish Cap, í Eystur
grønlandi, undir Íslandi, undir
Føroyum og aðrastaðni. Skipið
er frá 1998, og er keypt úr Norra
fyri 60 milliónir krónur.
Klakkur
Nýggi Klakkur kom í januar
2020. Frystilínuskipið er frá
2010 og er keypt úr Norra. Skipið
hevur kvotur á Flemish Cap, í
Eysturgrønlandi, undir Íslandi,
undir Føroyum og aðrastaðni.
Keypsprísurin er ikki upplýstur.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Síðani vit fingu nýggja samgongu í september
í fjør, eru avtalur gjørdar um at byggja
fýra nýggj skip, umframt at fýra skip eru
keypt. Tilsamans eru íløgur gjørdar í skip
fyri millum 1,8 og 2 milliardir krónur
NÝGGJ SKIP
NÝGGJ SKIP
FYRI
FYRI 1,8 – 2
1,8 – 2
MILLIARDIR
MILLIARDIR
KRÓNUR
KRÓNUR
Nýggi Gøtunes, sum Varðin hevur keypt úr Danmark
Nýggi Sjúrðaberg, sum JFK-samtakið hevur keypt
úr Týsklandi. (Mynd: shipspotting.com)
Nýggja frystilínuskipið Klakkur (Mynd: Dávur Winther)