hósdagur 9. juli 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
13
FRANTS JENSEN
– Orsøkin, at vit velja at skifta
Christian í Grótinum út nú, er
millum annað, at nú eru trygg
viðurskifti innan fiskivinnuna
í Føroyum, og at vit vita, at
vit kunnu virka í 12 ár fram
í tíðina, segði Jan Petersen,
stjóri í Christian í Grótinum
samtakinum við in.fo 7. juli,
eftir at teir høvdu skrivað
undir sáttmála um at byggja
nýggjan Christian í Grótinum.
Støðan hjá øðrum reiðaríð
um er tann sama.
Kaj Johannesen, stjóri í
samtakinum Farcod, sum
millum annað eigur P/F Hav
borg og P/F Enniberg, segði
tað sama við in.fo, tá ið teir
boðaðu frá, at teir høvdu
skrivað undir sáttmála um at
byggja nýggjan Enniberg 12.
juni.
– Vit meta, at nú eru støðug
viðurskifti innan føroyska
fiskivinnu, eftir at vit høvdu
nøkur ár í føroyskum politikki,
har vit ikki rættiliga vistu,
hvussu politiski myndugleikin
ætlaði at skipa fiskivinnuna
frameftir. Vit halda tí, at nú er
rætta tíðin at byggja nýggjan
trolara, sigur Kaj Johannessen.
Flakatrolarar og nótaskip
Tað eru serliga reiðaríðini, sum
hava flakatrolarar og nótaskip,
sum endurnýggja flotan. Øll,
reiðaríðini, sum hava kvotur
í Barenstshavinum, skifta út.
Tey trý, JFK-samtakið, Enni
berg og Framherji, hava øll
skrivað undir sáttmálar um
nýbygningar.
Fleiri av reiðaríðunum, sum
hava nótabátar, velja eisini
at endurnýggja, annaðhvørt
við nýbygningi ella at keypa
nýggjari skip inn í flotan, sum
skulu koma ístaðin fyri eldir
skip. Tað er tað, sum Varðin
og Christian í Grótinum gera.
Tvey línuskip hava eisini
fingið nýggj skip. Klakkur og
Jógvan I eru ávikavist 10 og 22
ára gamlir, men teir eru kortini
munandi nýggjari í mun til tey
skipini, teir avloysa. Tað ger, at
miðalaldurin á línuskipunum
lækkar.
Tað ljóðar eisini, at onnur
línuskip liggja framvið og ætla
at fáa sær nýggjari skip.
Kvoturnar eru orsøk
til nýíløgurnar
Øll keypini og allir sáttmál
arnir eru gjørd síðani nýggja
samgongan tók við í september
í fjør. Eitt av høvuðsmálunum
hjá teimum, og sum teir fingu
við í samgonguskjalið og sum
nú er samtykt í løgtinginum,
var at avtaka uppboðssøluna,
at knýta loyvini at stálinum
og at loyvini ikki kundu sigast
upp fyrr enn um 12 ár.
Reiðaríðini, sum hava gjørt
ella fara at gera nýíløgur í fiski
flotan fyri tilsamans millum
1,8 og 2 milliardir krónur, hava
øll fingið tillutað sín part av
kvotum, og hesar kvoturnar
fara tey eisini at fáa komandi
árini, hóast tonsatalið kann
lækka ella hækka nakað ár
um ár. Talan er bæði um egin
kvotur og felagskvotur. Nøkur
reiðaríð keypa eisini kvotur
frá øðrum.
Meiningarnar kunnu vera
ymiskar um uppboðssølu,
menningarkvotur, um kvotur
nar skulu knýtast at stálinum
ella ikki og um hvussu skjótt
ella leingi loyvini kunnu
uppsigast. Tað er tó sjón fyri
søgn, at bara teir góðu níggju
mánaðirnar, henda sam
gongan hevur sitið, eru ongan
tíð áður gjørdar so stórar íløg
ur í at endurnýggja flotan.
Flotin verður endurnýggjaður
fyri næstan 2 milliardir.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Flakatrolarar
og nótaskip
endurnýggja
Seks av teimum átta nýggju skipunum,
har sáttmálar eru gjørdir um nýbygningar,
ella skip eru keypt ístaðin fyri tey gomlu,
eru annaðhvørt flakatrolarar ella nótaskip.
Nýggja fiskivinnulógin er ein av orsøkunum,
at íløgurnar eru ella verða gjørdar
Tekning av nýggja Christian í Grótinum, sum
P/F Christian í Grótinum letur byggja
Tekning av nýggja Enniberg, sum P/F Havborg letur byggja
Tekning av nýggja Gadus, sum JFK-samtakið letur byggja
Tekning av nýggja Akraberg, sum P/F Framherji letur byggja
Frystilínuskipið Jógvan I, sum P/F Eysturoy
hevur keypt (Mynd: Álvur Haraldsen)