Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 14 Korona ávirkar ikki bústaðarmarknaðin - prísstøðið óbroytt Hóast koronustøðan hevur ávirkað fleiri vinnur, so merkist hetta ikki á húsaprísunum kring landið. Yvirhøvur eru prísirnir framvegis á sama støði, og um korona hevur havt nakra ávirkan á húsamarknaðin, so er ávirkanin, at útboðið kanska er eitt lítið sindur minni STEINAR PATURSSON V irksemið hjá húsa­mekl­ ar­unum í Føroyum koyrir framvegis við fullari ferð, og korona­ far­sóttin tykist ikki at hava ávirkað húsaprísirnar í Føroyum nið­ureftir á nakran hátt. Sambært Káru á Dunga, stjóra í Betri Heim, eru prísirnir í Før­ oyum hægri, enn teir nakrantíð hava verið, eins og støðan er í Danmark.– Miðalprísurin er hægri í ár, eisini við korona, sigur Kára á Dunga. Somu meting hava Sig­tór Rasmussen, stjóri í meklara­fyri­ tøk­uni Meklarin, og Petur Mohr Nicla­sen, stjóri í Skyn. – Eg vil siga, at korona hevur slett ikki ávirkað. Kanska heldur hinvegin, sigur Sigtór Rasmussen. Kára á Dunga metir, at ein part­ur av orsøkini kann vera, at útboðið er av ognum er minni, enn tað áður hevur verið. – Eitt, sum vit hava lagt merki til, er, at tað eru ikki eins nógvar ognir til sølu, sum tað hava verið. Tað kann vera, at seljararnir halda seg aftur fyri at vita, hvussu tíðirnar verða. Tað kann so aftur hava við sær, at trýstið til at keypa verður størri, og av tí sama verður prísurin hægri. Petur Mohr Niclasen heldur eis­ini, at útboðið kanska er vorðið eitt met minni, men at tað er ov tíð­liga til at gera sær nakrar nið­ ur­støður um tað. Hjá Meklaranum hava tey kort­ini ikki merkt nógv til minni útboð. – Fyri okkara viðkomandi er útboðið ikki minkað. Vit hava ongantíð havt so nógv at gjørt sum nú. Og tað er um alt landið - frá Norðoyggjum til Suðuroyar. Tað verður selt allastaðni, sigur Sigtór Andreasen, sum eisini heldur, at vaksandi marknaðarpartur hjá Meklaranum kann vera ein av orsøkunum til lægri útboð hjá kappingarneytunum. Marknaðurin fyri smærri íbúðir mettaður Meðan sølan og prísirnir á húsum kring landið er á sama støði sum áður, merkja meklararnir kortini broytingar í eftirspurninginum eftir íbúðum, serliga smærru íbúð­ unum við tveimum kømurum. Sigtór Andreasen vísir á, at út­ boðið av íbúðum á millum 60 og 80 fermetrar er øgiliga stórt, og at hann hevur varnast, at prís­ur­in á íbúðum í teirri støddini er í summ­ um førum farin eitt vet niður. Og tað tekur longri tíð at fáa tær íbúðirnar seldar, játtar Kára á Dunga. – Tað kann hava nakað at gera við, at marknaðurin fyri akkurát hesa støddina er mettaður í Havn. Typiskt selja vit íbúðir um 80 fer­ metrar, og har eru rættiliga nógvar seldar seinastu tvey til trý árini. Og tað kann vera, at sølutíðin er longri, tí har eru ikki keyparar til tær meira. Kára á Dunga ger greitt, at hon metir ikki koronu vera orsøkina til minkaða áhugan eftir smærri íbúð­unum, tí eftirspurningurin eft­ir øðrum íbúðum - so sum lestr­ – Eg vil siga, at korona hevur slett ikki ávirkað. Kanska heldur hinvegin