hósdagur 9. juli 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
15
aríbúðum og størri íbúðum - er
framvegis stórur.
Eysturoy nærkast Havnini
Aftrat Havnini er tað eisini serliga
í Eysturoy, at húsaprísirnir eru
farnir upp.
Í Eysturoy sæst nú, at summar
ognir verða seldar fyri oman fyri
tríggjar milliónir, og hetta var
rættiliga óvanligt í fjør, sigur Kára
á Dunga.
Sigtór Andreasen greiðir frá,
at príslegan á húsum í til dømis
Runavík nú er á støði við prísleg
una í Havn, og at orsøkin er ein
blanding av komandi Eysturoy
artunnilinum, og at relativt fáar
ognir eru at fáa í økinum.
Tað ber kortini ikki til at nýta
Eysturoy sum dømi um, hvussu
húsaprísirnir verða ávirkaðir av
koronu, sigur Kára á Dunga, tí at
bústaðarmarknaðurin har er nú
tengdur at bústaðarmarknaðinum
í miðstaðarøkinum orsakað av
komandi Eysturoyartunlinum.
Eingin visti, hvat
fór at henda
Tað var eisini ilt hjá meklarunum
at meta um, hvat fór at henda
við bústaðarmarknaðinum, tá
koronufarsóttin kom til Føroya.
Talan var ikki um eina fíggjar
kreppu, og tí var óvist, hvussu
bústaðarmarknaðurin fór at hátta
seg.
– Tað vóru tvey scenariu. Antin
fór tað ikki at hava ávirkan, tí fólk
vórðu biðin um at lata sum um
at einki var hent og einki fór at
henda. Men eftir eina tíð fóru fólk
at siga, at hetta fór nokk at vera
størsta búskaparkreppan síðan
90'ini. Enn hava vit kortini einki
merkt, sigur Kára á Dunga.
Óvissan var stór, sigur Petur
Mohr Niclasen, og ikki bara hjá
húsameklarum.
– Vit vistu ikki. Er tað nakað,
sum mann veit, so er tað, at mann
skal ikki fara í panikk, og mann
skal ikki gera nakrar niðurstøður
uttan nakað ítøkiligt at grunda
tær á. Vit vistu ikki, hvat vit høvdu
við at gera, og tað var tað sama við
búskapinum. Eingin visti rætti
liga, so tað einasta, sum vit kundu
gera, var at síggja tíðina an.
Heldur ikki Sigtór Andreasen
heldur, at tað bar til at koma við
einari góðari meting um bústað
armarknaðin.
– Tað er vónleyst at siga, tá tað
er ein tílík støða, ið eingin hevði
væntað. Og serliga tá talan er um
eina heilsukreppu heldur enn eina
fíggjarkreppu. Búskaparfrøðingar
hava eisini sagt, at hetta er ikki ein
fíggjarkreppa, og at neyðugt er at
hava hjólini koyrandi, tí annars
kann tað enda sum ein fíggjar
kreppa, sigur Sigtór Andreasen.
Somuleiðis ber heldur ikki til
við nakrari vissu at spáa um bú
staðarmarknaðin komandi tíðina,
og tí er ilt at siga, um prísvøksturin
- serliga í Havn - frá 2018 til 2019 fer
at halda fram í 2020.
Kára á Dunga vísir á, at prísurin
sær í løtuni út til at halda sær, og
at hann er rættiliga støðugur,
men talan er heldur ikki um eina
fíggjarkreppu enn.
– Fáa vit eina fíggjarkreppu,
rokni eg við, at tað fer eisini at
ávirka sethúsaprísirnar. Korona
er ikki hæsa av enn, og onkur
tosar um, at tað kemur eitt herð
indi aftur í heyst, men hvat hendir,
tá tað er av, er ilt at gita um, sig
ur Kára á Dunga og vísir á, at
bankarnir eru heldur ikki farnir
at krevja hægri rentu ella hægri
eginfígging enn.
Petur Mohr Niclasen metir
ikki, at prísvøksturin kann vera
eins stórur í ár, sum hann var frá
2018 til 2019, tí tann vøksturin var
so ógvisligur. Petur Mohr Niclasen
væntar hinvegin ikki, at prísurin
fer niður aftur í ár.
– Alt annað líka, so má korona
hava onkra ávirkan á prísstøðið.
Men gongur tað, sum tað gongur
nú, so rokni eg við, at tá árið er
av, so er miðalprísurin tann sami
sum í fjør. Prísurin lækkar kanska
eitt sindur út á árið, men í miðal
fyri alt árið trúgvi eg, at prísurin
verður tann sami, sigur Petur
Mohr Niclasen.
kr.
Sethúsaprísir, øki
miðalprísur
Føroyar
Smærri bygdir
Størri bygdir og býir
Tórshavn
1986
1988
1990
1992
1994
1996
1998
2000
2002
2004
2006
2008
2010
2012
2014
2016
2018
2000
0
2.000.000
4.000.000
1.863.236 kr.
1.219.179 kr.
3.101.000 kr.
í tali
Seld sethús, øki
Føroyar
Smærri bygdir
Størri bygdir og býir
Tórshavn
1986
1988
1990
1992
1994
1996
1998
2000
2002
2004
2006
2008
2010
2012
2014
2016
2018
2000
0
50
100
150
200
96
123
Men eftir eina
tíð fóru fólk at
siga, at hetta
fór nokk at
vera størsta
búskapar
kreppan síðan
90'ini. Enn hava
vit kortini einki
merkt
Korona er ikki
hæsa av enn, og
onkur tosar um,
at tað kemur eitt
herðindi aftur í
heyst