hósdagur 9. juli 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
16
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Í
Føroyum skulu føroy
ingar ráða. Hetta gjørdi
Jørgen Niclasen greitt fyri
amerikansku sendikvinnu
ni í Danmark, Carlu Sands, tá
tey bæði fundaðust týsdagin,
nú sendikvinnan var á vitjan í
Føroyum.
Her meinar hann við, at
hvørki USA ella Danmark eiga
at bestemma, hvat vit gera í
Føroyum.
– Vit finna okkum ikki í,
at onnur skulu taka avgerðir
her. Tað ræður um at handla
civiliserað, men ikki leggja
seg undir nakran. Har legði eg
ikki fingrarnar ímillum, sig
ur Jørgen Niclasen, sum m.a.
fortaldi sendikvinnuni um síni
sjónarmið viðvíkjandi 5G-neti
num í Føroyum, har danir royna
at gera sína ávirkan galdandi.
– Danir eru byrjaðir at um
definera trygdarpolitikk. Nú
hevur Mette Frederiksen boðað
frá, at fjarskifti knappliga skal
blíva trygdarpolitikkur. Eg
greiddi amerikanarunum frá, at
tað finni eg meg ikki í. Nú hava
vit í Føroyum yvirtikið málsøkir
síðan 1948. At danir nú byrja at
umdefinera politikk, soleiðis at
danir yvirtaka málsøkini aftur,
tað góðtaka vit ikki. Fjarskifti er
eitt føroyskt málsøki, og longri
er tann diskussiónin ikki, sigur
Jørgen Niclasen.
– Mette Frederiksen hevur
meldað út, at hon skal hava løg
mann á fund til at gera tað til
eitt danskt málsøki. Tað er ikki
í lagi. Hatta er ein avgerð, sum
vit í Føroyum mugu taka, men
vit mugu sjálvandi taka hana við
ábyrgd. Og vit mugu eisini sjálvi
taka avleiðingarnar av teimum
avgerðunum, sum vit taka, sigur
hann.
Landsstýrismaðurin fortaldi
í sama sambandi sendikvinnuni
um síni sjónarmið um kópalóg
ina, har amerikanarar vilja hava,
at alarar ikki skulu drepa kóp.
– Eg segði við hana, at tá
rakti hon okkum øgiliga nær
við hjartað. Málið bleiv avgreitt
í Føroyum, tí alararnir staðiliga
bóðu um tað. Men um kravið
var, at vit føroyingar skuldu for
bjóðast at drepa kóp, so kundi eg
gott fortelja henni, at so hevði
svarið verið bums-nei. Tí tað
verða ikki amerikanarar, sum
koma at bestemma í Føroyum.
Hóast vit slett ikki drepa kóp,
sigur Jørgen Niclasen og tekur
saman um:
Hann dugir ikki at siga, um
Carla Sands skilti síni sjónarmið,
og sum skilst hevði hon ikki tær
stóru viðmerkingarnar til júst
hetta.
– Eg havi so sagt henni mítt
sjónarmið. Rættiliga týðiligt,
sigur Jørgen Niclasen.
Snakkaði um loysing
Tað er ein sannroynd, at áhugin
hjá USA fyri Føroyum er nógv
størri í dag, enn hann var fyri
nøkrum árum síðani. Áhugin
kemur serliga av, at Føroyar
liggja geografiskt væl fyri í tí,
sum amerikanarar kalla fyri
"portrið til Arktis".
Í fjør ætlaði Trump sær at
keypa Grønland, og fyri kort
um hevur USA bjóðað sær til
at hjálpa føroyingum í korona
kreppuni. Tað er nærliggjandi at
hugsa, at har eru størri áhuga
mál uppá spæl hjá USA enn eitt
vanligt samstarv um vísind,
gransking og handil. Mann kann
tí spyrja seg sjálvan, hvørjar
veruligu ætlanirnar hjá USA eru
við Føroyum. Jørgen Niclasen
heldur ikki, at mann skal stúra
fyri, at USA trokar seg for nógv
fram í Føroyum.
– Tað eri eg ikki bangin fyri,
nei. Tey ynskja bara eitt ganska
civiliserað samstarv. Tað er
tað, sum lond vanliga tosa um.
Innan fyri mentan, gransking
og íverksetan. Og eg segði greitt
við hana, at okkara mál er, at í
Føroyum skulu føroyingar ráða,
sigur hann.
Segði tú henni, at tú vilt
loysa frá Danmark?
– Eg segði, at eg hoyri til tann
vongin í Føroyum, sum er fyri
loysing. Og at eg í løtuni eri í
samgongu við einum sambands
løgmanni. Eisini fortaldi eg, at
politikkur í Føroyum seinastu
nógvu árini hevur snúð seg um
høgra-vinstra, og um mann vildi
hava balladu millum Føroyar og
Danmark, so fer alt at snúgva
seg um loysing-samband. Men
tað ger tað bara ikki í løtuni,
sigur Jørgen Niclasen.
– Vit hava brúk fyri USA
Carla Sands fortaldi í Sosialinum
mikudagin, at ætlanirnar við
framtíðarsamstarvinum snúgva
seg um vísind, gransking,
mentan og eitt økt handilssam
band. Jenis av Rana, uttanríkis
ráðharri, fortaldi eisini um ein
nýggjan maritiman depil, sum
amerikanarar sambært honum
vóru áhugaðir í at sleppa at
brúka til síni skip, tá tey koma
hendan vegin.
Jørgen Niclasen heldur, at vit
kunnu fáa nógv burturúr einum
tættari samstarvi við USA.
– USA er ikki so nógv øðrvísi
JØRGEN NICLASEN:
– VIT HAVA BRÚK
– Vit eru nokk tað landið í
verðini, sum hevur mest brúk
fyri umheiminum, harvið
eisini USA, sigur Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, sum hevur greitt
amerikansku sendikvinnuni
í Danmark frá nøkrum av
sínum sjonarmiðum um eitt nú
fríhandilsavtalu og loysing