Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 17 FYRI USA enn alt annað. Eg greiddi henni frá, at vit eru mest globaliseraða landið í verðini. Vit eru helst tað landið, sum hevur mest brúk fyri útlandinum og harvið eisini USA. Næstan alt, sum vit fram­leiða, verður útflutt. Alt, sum vit brúka, verður innflutt. So vit eru nokk tað landið í verðini, sum hevur mest brúk fyri umheiminum, harvið eisini USA, sigur Jørgen Niclasen. – Eitt gott samstarv við USA er óluksáliga viktigt. Men tað er ikki minni viktigt at samstarva við Europa og Asia. Vit hava brúk fyri allari verðini fyri at halda fram við okkara menning, sigur hann. Eingi útlit fyri fríhandilsavtalu Eitt av stóru ynskjunum hjá Jørgen Niclasen er at fáa eina frí­handilsavtalu við USA, og hetta fortaldi hann eisini Carlu Sands týsdagin. – Eg royndi sjálvandi at føra fram um fríhandilsavtalur, men tað eru amerikanarar ikki serliga áhug­aðir í. Í árunum 2008 til 2011 var Jørgen Niclasen uttan­ríkis­mála­ ráðharri, og tá royndi hann eisini at fáa eina fríhandilsavtalu í lag við USA. – Tá var Obama forseti, og ein frí­handilsavtala kom ikki upp á tal tá. Tað sær út til, at tað heldur ikki kemur upp á tal við Trump. Men hinvegin virkar tað sum, at tey fegin vilja hava eitt opið handils­samband millum londini. Hetta er ikki mítt málsøki, men eg havi brennandi interessu fyri tí kortini, sigur hann. Tað eru tó aðrir møguleikar enn ein fríhandilsavtala, vísir fíggjarmálaráðharrin á. – Tá eg var í USA sum uttan­ ríkisráðharri, varð tað sum eitt alternativ mælt til, at mann gjørdi ein embætisbólk millum høgtstandandi føroyskar og amerikanskar embætismenn, sum kundu viðgera einstøk mál, sigur hann og tekur eitt dømi um, hvat hesin embætisbólkurin kann brúkast til: – Um ein ávís vøra ella sending er ein trupulleiki, kann mann viðgera tað. Ein last av laksi kann kanska standa í Boston og fáa trupulleikar, men so snýr tað seg um, at mann fær lyft tað upp á eitt hægri støði millum londini, soleiðis at ill­ støða ikki fer at standast av tí, sigur Jørgen Niclasen. – So eg nevndi tann tankan aftur nú fyri Carlu Sands, at mann fekk gjørt eitt sam­starvs­ ráð á hægri stigi. Tað tóku tey ið hvussu er við sær. So eg hopi, at okkurt kann spyrjast burturúr tí. Men tað veit eg ikki. Tað var USA, sum kom við hugskotinum tá, men tað kom ikki víðari, og eg gavst sum landsstýrismaður stutt aftaná. – Vitjanin broytir einki Í Sosialinum mikudagin segði Carla Sands, at USA ynskti eitt vinalag við Føroyar, og at vit kunnu líta á USA. Hetta er eisini tankin hjá Jørgen Niclasen. –  Amerikanarar eru okkara vinir. Men handilspolitiskt, har sum vit hava mest brúk fyri teim­um, eru teir restriktivir. Tað hevði verið gott, um mann kundi loyst meira upp á tí síðuni, men tað eru tað ikki ordiliga útlit fyri. Hóast Niclasen og Sands tos­ aðu um alt møguligt, so kom einki ítøkiligt burturúr fundi­ num. – Vit útvekslaðu bara sjón­ armið. Eg vil siga, at har kom einki positivt yvirraskilsi burtur­úr, sigur Jørgen Niclasen. – Vitjanin hjá henni broytir einki, annað enn at vit halda sam­band millum londini, og tað er í sær sjálvum gott. Men sum so einki nýtt. Tey ætla sær ikki inn til okkum at gera nakra ravagu, og vit sleppa heldur ikki inn til tey, sum tað passar okk­ um. Vit halda samskifti í gongd, sigur hann. PATURE@SOSIALURIN.FO