hósdagur 9. juli 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
18
Norrøna hevur langt frá fult
skip, nú summarsiglingin
er upp á tað hægsta
TERJI NIELSEN
TERJI@SOSIALURIN.FO
H
etta er tíðin, tá ið Norr
øna vanliga siglur við
fullum skipi, og fólk
standa á bíðilista fyri
at sleppa við føroyska flaggskip
inum á farleiðini millum Føroyar
og Danmark. Men 2020 er ikki sum
onnur ár, tí korona farsóttin hevur
fullkomiliga broytt dagligdagin
hjá øllum heiminum, og tað merkja
tey serliga væl í ferðavinnuni.
Bæði føroyingar og
útlendingar hava avlýst
Henny á Líknargøtu er sølu- og
marknaðarstjóri hjá Smyril Line,
og hon sigur, at talið av ferðafólki
við Norrønu í løtuni er verri enn
so tað, ið tað plagar at vera hesa
árstíð.
Tað er verri enn so tað, ið tað
skuldi verið. Og tað blívur heldur
ikki fult skip, um vit skulu vera
ansin og fylgja øllum tilmælum,
og tað vilja vit. Talið av ferðafólki
liggur um helvtina av tí, sum tað
er, tá ið vit sigla við fullum skipi,
sigur hon.
Hon greiðir frá, at tað eru bæði
útlendingar og føroyingar, sum
hava avlýstar ætlaðar ferðir við
Norrønu í summar.
Avlýsingarnar eru komnar
nøkunlunda helvt um helvt úr
Føroyum og úr útheiminum. Tey
ferðafólk, sum nú sigla við okkum
til Føroya, eru fyrst og fremst
norðurlendingar, men tað eru eis
ini nakrir týskarar, sigur Henny á
Líknargøtu.
Verða testað í Hirtshals
Sølu- og marknaðarstjórin hjá
Smyril Line greiðir frá, at øll
ferðafólk, ið skulu við Norrønu
úr Danmark, verða testað fyri
NÓGV
PLÁSS
UMBORÐ Á
NORRØNU