Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 19 Vit hava fingið eina rúkandi byrjan Hotel Brandan hevur fingið eina nógv betri byrjan, enn man væntaði fyrr í vár TERJI NIELSEN TERJI@SOSIALURIN.FO S lakar tvær vikur eru farnar, síðani nýggja Hotel Brandan lat dyrnar upp á Oknar­ vegi í Havn, og sambært stjór­ an­um á hotellinum, Pætur Trónd Thomsen, hava tey fingið eina rúkandi byrjan. Betur enn væntað Vit hava fingið eina góða byrjan. Hon er ikki so góð, sum vit høvdu væntað áðrenn korona, men hon er so nógv betur, enn hvat vit væntaðu fyri bara hálvumøðrum mánaða síðani, sigur Pætur Trónd Thomsen. Hann greiðir frá, at tað fyrst og fremst eru skandinavar og íslendingar, sum eru á vitjan í summar. Vit royna eisini at fáa eft­ ir­metingar frá gestunum hjá okkum, og tí senda vit ein teldu­post til allar okkara gestir og biðja um afturmeldingar, og tær afturmeldingar, ið vit hava fingið, hava verið ótrúliga ja­ ligar, sigur Pætur Trónd Thom­ sen. Hann sigur, at sjálvandi eru tað onkur smáting, ið skulu fáast í rættlag, men yvirhøvur hava tey vitjandi verið sera glað fyri hotellið. Komandi leygarkvøld fara tey á Hotel Brandan á fyrsta sinni at skipa fyri ein­um sonevndum grillkvøldi í mat­ stov­uni. Tað vil siga, at talan er um eitt kvøld, har borðreitt verð­ur við alskyns góðum av grill­uni, og ætlanin er, at hetta skal vera hvørt leygarkvøld nú í juli og í august mánaða. Tað eru vit spent uppá. Vit royna tað fyrstu ferð nú leygarkvøldið, og tá er útselt, og fleiri av hinum kvøldunum eru næstan eisini útseld, so tað fegnast vit um, sigur Pætur Trónd Thomsen at enda. Slakar tvær vikur eru farnar, síðani nýggja Hotel Brandan lat dyrnar upp á Oknarvegi í Havn, og sambært stjóranum á hotellinum, Pætur Trónd Thomsen, hava tey fingið eina rúkandi byrjan. Savnsmynd fara umborð. Tey, sum eru til gongu, verða testað inni á farstøðini í Hirtshals, meðan tey, sum eru í bili, verða testað, meðan tey sita í bilinum á bryggjuni í Hirtshals. Verður nakar testaður positivur, so fær viðkomandi hetta at vita, áðrenn Norrøna kemur til Føroya, sigur Henny á Líknargøtu. Hon leggur afturat, at mann­ ingin umborð á Norrønu leggur stór­an dent á at fylgja tilmælum og ger nógv fyri at minka um vandan fyri smittu. Vit fylgja øllum tilmælum um­ borð, og reingerð er eyka neyv í hesum døgum. Vit brúka held­ur ikki deilikømur í løtuni. Tað vil siga, at um ein einstakur ferða­ mað­ur fer við Norrønu og bara bí­legg­ur sær eina koyggju, so verð­ur hann ikki koyrdur á kamar sam­an við einum øðrum, sum eisini hevur bílagt sær bara eina koyggju, sigur hon. Spurd um útlitini fyri siglingini í heyst sigur Henny á Líknargøtu, at tað er ov tíðliga at meta um tað. Man bíðar eftir tí, sum verður í heyst. Tey, sum hava bílagt í heyst, hava enn ikki avlýst, og tað tykist sum um, at í løtuni verður nógv bæði bílagt og avlýst í síðstu løtu, sigur Henny á Líknargøtu at enda. Tað er verri enn so tað, ið tað skuldi verið. Og tað blívur heldur ikki fult skip, um vit skulu vera ansin og fylgja øllum tilmælum, og tað vilja vit. Talið av ferðafólki liggur um helvtina av tí, sum tað er, tá ið vit sigla við fullum skipi, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line