Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 20 Kronikk Fróðskaparsetrið samtykkir málpolitikk Endamálið er samsvar millum mál- og granskingarpolitikk, tí føroyskt dragnar ov nógv í kappingini við enskt E in uppgerð av vís­inda­ ligum greinum, skrivaðar á Fróðskaparsetrinum í fjør, vísir, at tríggjar vóru á føroyskum, 97 á enskum og seks á øðrum málum. Fyrivarni skal takast, tí hetta er ein skjót, leyslig uppgerð, og uppgerðarhættir kunnu variera (her eru t.d. bøkur ikki við, og somu greinir kunnu kanska koma fyri fleiri ferðir, tí fleiri rithøvundar hava verið um tær). Men lutfallið er greitt. Nógv tær flestu vísindaligu grein­irnar verða skrivaðar á ensk­ um. Tað er sjálvandi frálíkt, tí tað vísir, at føroyskir granskarar taka lut í altjóða gransking og skriva í tíðarrit, sum granskarar úr øðrum londum lesa, og á tann hátt er gransking í Føroyum partur av einum altjóða samskifti og kjaki. Fyri føroyska málið er tað hin­ vegin ikki gott, tí føroyskt verður ikki brúkt, ment og mýkt sum vís­ indamál. Altjóða og føroyskt ST-felagsskapurin UNESCO vís­ ir støðugt á stóra týdningin, sum livandi og sterk móðurmál hava fyri samfelagsliga menning, fólka­ ræði, javnrættindi og útbúgv­ing­ armøguleikar. UNESCO ger sam­ stundis vart við týdningin, sum kunn­leikin til fremmandamál hev­ur fyri altjóða samstarv, sam­ skifti, opinleika og tollyndi. Í útbúgvingarligum saman­ hangi kann orðaskiftið um mál lættliga gerast einfalt og harð­ligt. Tey, sum gera vart við týdn­ingin av at duga og brúka fremm­anda­ mál, verða søgd ikki at hugsa um móðurmálið, og tey, sum gera vart við týdningin av at duga og brúka móðurmálið, verða skírd heimføðingar ella í besta føri rom­ antikarar. Í skúlum og á universitetum um allan heim hoyrast nógv ym­isk mál. Samstundis eru uni­ versitet vanliga knýtt at einum ávís­um landi ella øki og einum móð­urmáli. Tað hevði eisini verið av­markandi fyri einstaklingar og fyri samfelagsligu menningina, um tað ikki var so. Danskt verð­ur brúkt í Keypmannahavn, italskt í Bologna og føroyskt á Fróð­skap­ ar­setrinum. Ella soleiðis hevur tað verið. Í gransking og undirvísing á hægri stigi í dag eru móðurmálini komin undir trýst, tí enskt verður alt meiri vanligt. Føroyskt er enn van­liga sam­ skiftis­málið á Fróð­skap­ar­setr­in­ um, men við fleiri útlendskum gransk­arum í starvi, útlendskum vitj­anum, altjóða samstarvi o.s.fr. verður enskt brúkt meiri og meiri. Fleiri fundir á Fróð­skap­ arsetrinum verða hildnir á ensk­ um, og ráðstevnir verða bert í und­ antaksføri hildnar á føroysk­um. Í Fróðskaparriti, einasta før­ oyska vísindaliga tíðarritinum, standa greinir á enskum lið um lið við greinir á føroyskum, og tað er trupult hjá Fróðskaparriti at kappast við útlendsk vísindalig tíðarrit um greinir frá føroyskum granskarum. Hugsanin um at menna før­ oyskt sum vísindamál er ikki slept. Men í gerandisdegnum mugu granskarar velja, og ser­liga fyri ungar granskarar tyk­ist valið einfalt, tí við ongum grein­um í altjóða viðurkendum tíðar­rit­um, fáa teir ikki størv og ikki gransk­ ing­arpengar. Mál- og granskingarpolitikkur Eitt ósamsvar tykist vera mill­ um málpolitikk og gransk­ing­ ar­politikk í Føroyum og í Norð­ ur­londum sum heild. Vit vilja verja, varðveita, menna og greina móð­urmálini, og vit krevja, at tey, sum flyta til okkara úr øðr­ um londum, skulu læra okk­ara mál, meðan vit í hægri undir­vís­ ing og gransking leggja dent á al­ tjóðagerð og at skriva á ensk­um í altjóða tíðarrit (og á tann hátt eru móðurmálini fyri týdn­ing­ar­ mikl­um økismissi). Tað er vert at minna á, at undirvísing, gransking og málpolitikkur hanga saman. At krevja føroyskt krevur sítt Fróðskaparsetrið er ein før­ oysk­ur stovnur. Hugsaðu vit t.d. einans um gransking og und­ ir­vís­ing á altjóða stigi, leyst av før­oyskum, kundu vit – kanska lætt­ari – latið eina deild av einum út­lendskum universiteti upp í Før­oyum. Tað hevur støðugt verið ein sjálvsagdur partur av virkseminum á Fróðskaparsetrinum at virka fyri føroyskum máli bæði í undirvísing og í gransking umframt at granska í viðurskiftum, sum eru ser­liga viðkomandi fyri føroyska sam­fel­agið. Stevnumiðið gongur aft­ur til Føroya Fróðskaparfelag, sum varð stovnað í 1952. Tað hevur sam­stundis verið ein ambitión at und­ir­vísa og útinna gransking á hægsta altjóða stigi. Seinast er hetta staðfest í lógini fyri Fróðskaparsetur Føroya frá 2012. Slíkt virksemi - á “hægsta al­ tjóða stigi” - letur seg einans gera, um Fróðskaparsetrið samstarvar við onnur universitet, og um gransk­arar á Fróðskaparsetrinum taka lut í altjóða gransking og skriva vísindaligar greinir í al­tjóða tíð­arrit, tað vil siga á ensk­um. Enskt er lykilin til altjóða vísinda­ ligt samskifti og samstarv. Hvussu røkka vit báðum? Ein av granskarunum, sum metti um mína ph.d.-umsókn á sinni, var týskari búsitandi í Dan­ mark. Tá eg seinni møtti honum á einari ráðstevnu, og hann fekk at vita, at eg skrivaði ritgerðina á før­oyskum, ógvaðist hann við og helt, at pengarnir vóru mest sum burturspiltir. At vera føroy­ Í gransking og undirvísing á hægri stigi í dag eru móðurmálini komin undir trýst, tí enskt verður alt meiri vanligt Eitt ósamsvar tykist vera millum málpolitikk og granskingarpolitikk í Føroyum og í Norðurlondum sum heild