Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 21 Bergur Djurhuus Hansen lektari í bókmentum, dekanur á Føroyamálsdeildini ing­ur er við hvørt sum at vera føddur inn í eina verkætlan, sum fyri fólk uttan fyri Føroyar tykist meiningsleys. Í Føroyum er verk­ ætlanin neyðug og full í meining. Men tað er eisini so, at tað krevur sítt at krevja føroyskt, og eitt før­ oyskt vísindamál kemur ikki av sær sjálvum. Vísindamál og málpolitikkur Tað finst eingin “natúrlig” menn­ ing av einum máli. Enskt er heims­ mál, tí bretar løgdu stóran part av heiminum undir seg. Føroyskt verður bara ment og hildið við líka sum vísindamál, um vit – tilvitað – brúka føroyskt í vísindaligum høpi. Tað enska málið, sum verður brúkt á akademiskum stigi í dag, er eitt serligt lingua franca-enskt, sum eyðkennir altjóða gransk­ ingarumhvørvið. Tað er eitt mál, sum ger tað lætt at sam­skifta vísindaliga. Tað er ikki sama enska mál, sum bretar og am­ erik­anarar brúka sínámillum ella í bókmentum, og tað verður ongantíð rættiliga okkara mál, einans eitt amboð. Eitt føroyskt vísindamál eigur at røkja somu neyvu uppgávu sum vísindamál yvirhøvur, men av tí, at vit duga føroyskt á øllum hugsandi stigum, kunnu vit lættliga leggja afturat, menna og mýkja tað. Tað er í lagi at brúka enskt, og vit skulu brúka enskt, men tað er ikki í lagi, um vit meiri ella minni ótilvitað gevast við at brúka føroyskt í vísindaligum høpi. Málpolitikkurin, sum nú verður samtyktur á Fróðskaparsetrinum, fer at tryggja dygdargóða mál­ nýtslu yvirhøvur, men serliga - og fyrst og fremst - tryggja føroyskt í undir­vísing og gransking. Ein endalig samtykt er ikki gjørd í leiðsluni enn, men burtur úr fyrireikingunum ber til at nevna, at undirvísing á enskum verður avmarkað til skeið hjá lær­arum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, og skeið, sum vegna altjóða samstarv mugu hald­ast á enskum. Granskarar verða eggjaðir til at skriva vís­ inda­liga á føroyskum eins væl og á enskum. Tað krevur, at und­ir­ tøkan fyri Fróðskaparriti og vís­ indaligum útgávum á før­oysk­ um verður styrkt. Støðið undir málpolitikkinum er sjálv­sagda hugsanin um, at føroyskt er málið á – og málið hjá – Fróð_skap_ar_ setr­inum. Málpolitikkurin skal sostatt tryggja, at vit bæði verða altjóða og vita, út frá hvørjum vit arbeiða, og hví Fróðskaparsetrið er til. Málpolitikkurin fer at tryggja dygdargóða málnýtslu yvirhøvur, men serliga - og fyrst og fremst - tryggja føroyskt í undirvísing og gransking Støðið undir málpolitikkinum er sjálvsagda hugsanin um, at føroyskt er málið á – og málið hjá – Fróðskaparsetrinum