hósdagur 9. juli 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
22
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
45. partur
T
að er ikki nógv skrivað alment um
stríðið um jarðarlóggávuna, sum
kloyvdi Sjálvstýrisflokkin í 1938.
Men í sínum endurminningum
greiðir Kristian Djurhuus rættiliga gjølla
frá hesum týdningarmikla parti av okkara
politisku søgu, sum eigur at hava áhuga
eisini í dag.
Tað er greitt, at tað vóru tveir høvuðs
persónar í hesum máli, og teir vóru Jóannes
Patursson og Kristian Djurhuus.
Kristian var tann sakligi, sum við ítøki
ligum grundgevingum arbeiddi fyri at
fremja hesa nýskipan, meðan Jóannes
Patursson av øllum alvi stríddist ímóti.
Tað var ikki altíð líka sakliga.
Sum um tað ikki var nóg mikið, fekk
Kristian eisini trupulleikar av sínum
egna floksformanni. Hansara floksfelagir
í Suðuroy tóu heldur ikki allir undir við
honum
Men hesum greiðir hann sjálvur frá:
Traðirnar høvdu stóran týdning
Vit eru nú á heysti í 1935. Eg eri við í útskift
ingum í Vági og Øravíkarlíð. Áhugin fyri at
fáa traðir var ógvuliga stórur.
Tað merkti nógv fyri ein fiski- og ar
beiðsmann at kunna fáa eina trøð við
heilársfóður. Hon kundi fáast fyri 50
krónur. Tó skuldi bøndurnir varðveita
rættin til vetrarbit fyri seyðin. Trøðin var
vanliga ein hektar sum er 10.000 fermetrar.
Men øll jørð skuldi dyrkast við handa
megi, so tað kundi taka fleiri ár, áðrenn
hon var liðugt dyrkað.
Áðrenn hetta varð gjørt, bar kortini til
at hava eina kúgv, um hoyggið til kúnna
varð keypt, og lendi varð leigað til summ
arbit. Tað bar kortini beinanvegin til at seta
eplir niður. Stríðið av einum slíkum gerði
var so nógv, at tað ber illa til at ímynda sær
tað. Hetta kann eg siga av egnum royndum.
Tað var longu í 1894 framd ein lóggáva,
sum skuldi gera tað lættari hjá ognarleys
um at fáa part av haga til trøð. Men tá
valdaðist tað fyri ein stóran part støðan
hjá sýslumannin í teirri nevnd, sum skuldi
taka avgerðina í slíkum málum. Við hesi
skipan kundi eg sum sýslumaður eisini
vera við til at útvega ognarleysum traðir.
Tann nýggja jarðarlógin grundað á
gráubók lætti enn meira um hesar møgu
leikar.
At tað ikki sum væntað av summum
hendi nøkut samfelagskollvelting við hesi
lóggávu hevur eftirtíðin prógvað. Tað var
beint tvørtur ímóti. Hon skapti eitt meira
støðugt samfelag.
Tað vísti seg eisini, at í øllum bygdum í
oynni var áhugi fyri at fáa traðir at dyrka.
Togan á tingi
Vit fingu aftur jarðarlógirnar til viðgerð
ar í búnaðarnevndini. Vit høvdu næstan
dagliga fundir, men tíðin gekk við nyttu
leysum tosi. Eg mátti at enda seta eina
freist fyri viðgerðini og møguligum upp
skotum til broytingar við grundgevingum.
Sjálvt prestarnir fingust til at vera ímóti
nýskipanini. Tað var ein partur av henni,
at teir skuldu lata prestajørðina frá sær,
men við endurgjaldi. Prestarnir høvdu
frammanundan partvíst verið løntir av tí,
sum jørðin gav av sær. Nú skuldu teir fáa
fasta løn.
Nú møttu nakrir av prestunum saman
við próstinum í nevndini við uppskoti
um, at teir framvegis skuldu varðveita
inntøkurnar av prestajørðini. Men teir
høvdu einki ímóti, at jørðin varð umsitin
av jarðarráðnum.
Eg fekk frá Sjálvstýrisflokkinum upp
skot um broyting av jarðarlógini , soleiðis
at atgongdin til uppdyrking skal takast úr
uppskotinum. Tað var greitt, at tað vóru
stórar ósemjur innanhýsis í Sjálvstýris
flokkinum.
Sum eina roynd at koma burtur úr
naggatódnini í viðgerðini av hesum máli
hevði eg fund við mínar floksfelagar,
Andras Samuelsen, Mikkjal Samuelsen og
Hans Iversen. Vit samdust um, at eg nú
skuldi skriva eitt álit grundað á verandi
lógaruppskot, og hetta skuldi undirbyggj
ast so væl sum møguligt.
Dagin eftir kom Sjálvstýrisflokkurin við
sínum áliti til jarðarlógina. Tað var týðiligt,
at Patursson hevði ført pennin.
Split í Sambandsflokkinum
Á einum floksfundi tann 21. september kom
fram, at tað var Andras Samuelsen sum
fólkatingsmaður, sum hevði fingið donsku
stjórnina at senda jarðarlógina senda aftur
til løgtingið til nýggja viðgerð. Eg átalaði
hetta, og segði, at Sambandsflokkurin
hevði alt at tapa við at fáa alla hesa viðgerð
og umrøðu endurtikna. Hetta kundi bara
skaða ta sakligu viðgerðina, sum vit longu
høvdu givið hesa nýskipan.
Andras helt, at tað var klókur taktikkur,
at stjórnin eftir hansara ynski hevði sent
málið aftur til tingið. Men Mikkjal Samuel
sen var samdur við mær. Tað var ikki so
sjáldan, at hann tók støðu ímóti bróður
inum, tá ið hann helt sakliga grund vera
fyri hesum.
Fleiri av hinum tingmonnunum høvdu
sjáldan aðra hugsan enn formaðurin.
Eg var ógvuliga vónbrotin um, at Andras
uttan yvirhøvur at hava tosað við meg ella
aðrar í flokkinum hevði fingið jarðarlógina
aftur til tingið.
Eg hevði gjørt mær stóran ómak við
viðgerðini av hesum máli undanfarnu tvey
árini og dugdi ikki at síggja, at tað kundu
koma fleiri sakligar sjónarmið fram. Hetta
merkti eg sjálvur best sum formaður í
búnaðarnevndini.
At eg hevði rætt í míni meting verður
eisini undirstrikað av, at Sambandsflokk
urin skrivaði eitt álit sum stórt sæð var
meinlíkt tí undanfarna álitinum í hesum
máli.
Men nú høvdu vit givið Patursson
høvið til at koma við einum longri áliti,
sum meira var merkt av propaganda enn
sakligum grundgevingum.
Endaliga orðaskiftið i tinginum vardi í
tveir dagar. Amtmaðurin, Ringberg, varð
eisini drigin inn í málið, tá Patursson
“endurgav” nakað, sum amtmaðurin skuldi
hava sagt. Men amtmaðurin svaraði aftur,
at her var talan um skeiva endurgeving.
Andras Samuelsen hevði annars góð
politisk dømievni, men tað hevði hann
so neyvan í hesum máli. Nú nærkaðist
Eitt tað størsta politiska stríðið seinnapartin av 1930-árunum
var jarðarlógin, sum gav ognarleysum møguleika at fáa
eina trøð. Her var Kristian Djurhuus ein lyklapersónur
SIÐSØGA
Kristian Djurhuus:
TVÍSTØÐA Í
SAMBANDSFLOKKINUM
“Traðarmaðurin” hjá Hans Paula Olsen er ein góð ímynd av
jarðarlóggávuna. Standmyndin stendur við býráðshúsini í Havn.