Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 23 Komandi partur Løgtingsval er í 1936. Hetta gjørdist søguligt og var ein smeitur fyri Sambandsflokkin. løgtingsvali og við at taka málið upp aftur nú, kundi hetta koma at kosta okkum atkvøður. Tann 3. oktober var 3. viðgerð av mál­ in­um. Hetta bleiv aftur ein drúgv viðgerð frá seinnapartin út á náttina og til dagin eftir bert við einum stuttum matarsteðgi. Eingin úr Sjálvstýrisflokkinum at­ kvøddi fyri nýskipanini hesa ferð. Árið framm­anundan høvdu hóast nakrir at­ kvøtt fyri. Tað tykist sum at Patursson og Niclasen høvdu trýst hesar til ikki at at­kvøða. Henda gongdin vísti til fulnar, hvussu ábyrgd­arleyst tað var av Andras Samuel­ sen at fáa málið aftur í løgtingið. Nú stóð Sjálvstýrisflokkurin samdur sum mót­part­ ur okkara í hesum máli til komandi løg­ tings­val, meðan teir frammanundan vóru part­ur í samtyktini og høvdu sína ábyrgd av henni. Hetta fingu vit eisini váttað á løg­tingsvalinum, sum var fyri framman. Í hesi tingsetu legði Patursson fram á ting uppskot um, at lærararnir skuldu und­irvísa børnini í føroyskum dansi. Hetta upp­skot fekk eina kalda móttøku, og tað var eingin tingmaður, sum tók undir við tí. Eg fekk frá Andras Samuelsen og Johan Poulsen eitt uppskot um at broyta semjuna um játtanina til vegagerðir. Eg skilti, at her skuldi játtanin til Eysturoynna hækkast og tann fyri Suðuroynna minka tilsvarandi. Søg­an sigur einki um, at hetta varð gjørt. Anana í Grønlandi Christian Holm Jacobsen keypti í 1934 eitt stórt farmaskip, 4.000 t. stórt, sum skuldi brúkast sum móðurskip hjá útróðrarbátum í Grønlandi. Nú skuldi vísast, at føroyingar kundu klára seg óheftir av grønlendskum havnum. Tískil skuldi heldur ikki vera neyðugt at biðja danskar myndugleikar um nakað loyvi. Hetta var Anana, og útróðrarbátarnir skuldu avreiða til móðurskipið, har fisk­ ur­in varð virkaður. Men hetta gekk tó ikki heilt eftir ætlan. Ofta var veðrið soleiðis, at neyðugt var at biðja donsku myndug­leik­ ar­nar um loyvi at fáa samband við land, tá ið ikki bar til at sleppa at Ananu. Men hes­um noktaði danski forsætisráðharrin, Staun­ing. Hetta gav Christian Holm og hansara feløgum høvið at innkalla til ein fólkafund í Sjónleikarhúsinum í Havn. Her varð greitt frá støðuni, og alt fundarfólkið tók undir við Christian Holm. Løgtingsmenn vórðu eisini bodnir á fundin og fleiri vóru møttir. Fleiri teirra høvdu eisini orðið. Ein teirra var Andras Samuel­sen. Hann var ikki samdur við fund­arfólkið, og lýsti málið eisini út frá sjón­armiðini hjá donsku stjórnini. Hetta vísti, hvussu djarvur Andras var. Hann gjørdi einki fyri at tekkjast fjøldini. Fundurin endaði við fundarsamtykt til fólkatingið og donsku stjórnina um at opna Grønland fyri føroyingum, og Anana skuldi eisini fáa hesar sømdir. Christian Holm var ein góður taktikkari og dugdi væl at málbera seg. Tað kundi tykj­ast sum at aftanfyri lá eitt ynski um polit­iskt vald. Stauning hálsaði um Tann 11. september hevði løgtingið aftur­ latn­an fund. Hetta var í samband við, at Andras Samuelsen sum fólkatingslimur hevði fingið eitt fjarrit, har tað var sagt, at tað var í stríð við Grønlandslógina at geva Ananu loyvi til at reka fiskiveiðu frá Tovkusak, sum ætlanir vóru um. Tingið var samt um at svara, at tað var ein mótsøgn í tí, at nokta veiðu frá Tov­kus­ sak, tá henda havn kundu javn­set­ast við Føroyingahavnina, har føroy­ing­ar høvdu frítt at fara. Andras fekk heimild á fundinum til at svara Stauning aftur. Dagin eftir komu boð frá Stauning, at tað var nú kortini loyvt Ananu at fiska frá Tovkussak. Tá var ein av bátunum for­ listur, men manningin varð bjargað. Hetta kann hava havt sína ávirkan. Hetta var beinleiðis tápuligt av Staun­ ing fyrst sigur nei og beint eftir sigur nakað annað. Hetta kundi bara gagna sjálv­stýris­ vonginum og skaða Sam­bands­flokkin, sum er meira loyalur móti donsku stjórnini. Útflutningskreppa Tann 20. august fekk tingið vitjan av danska sendimanninum í Madrid, sum var á veg úr Reykjavík til Danmarkar. Hann gav tinginum og reiðarafelagnum eina frá­ greið­ing um marknaðin í Spania. Tann 27. september høvdu vit aftur­ latn­an fund í tinginum í sambandi við, at før­oyski klippfiskamarknaðurin til Spania var steðgaður upp. Tað varð upplýst, at kvotan var uppbrúkt, og 2.000 tons lógu óseld frá vártúrinum. Hetta var mest hjá teim­um smáu reiðarunum. Mín meting var, at løgtingið mátti fáa eftirlit við útflutninginum av klippfiski. Tá ið støðan var tann, at tað eru teir stóru, sum sleppa av við sín fisk, meðan teir smáu eru við sviðið so, mátti okkurt gerast. Teir smáu reiðararnir vóru ofta úr smáum bygdum, og henda støðan merkir tískil arbeiðsloysi á hesum plássum. Í hesi støðu má tað vera landsins áhugamál, at nakað verður gjørt við býtið av útflutninginum. Ein “midlertidig lov om regulering af eksport af fiski” varð samtykt 30. sept­em­ ber. Annars var støðan á Tvøroyri nú so vána­lig, at reiðararnir sendu fiskin til aðrar bygdir at turka, millum annað til Vágs. Nei til fólkatingið Tann 1. oktober var val útskrivað til Fólka­ tingið at vera 21. oktober. Andras Samuel­ sen hevði avgjørt ikki at stilla upp aftur. Hann hevði skotið upp, at nýggjur maður á sambandslistanum antin skuldi vera Poul Niclasen ella eg sjálvur. Men eg hevði ongan hug at silla upp. Hetta vildi ganga alt ov nógv útyvir mítt borgarliga yrki sum sýslumaður, Eg føldi, at eg forsømdi ivaleysa nógv við at sita í tinginum. Tað endaði kortini við, at Andras stillaði upp aftur. Hann skrivaði til mín, um eg kundi skaffa stillarar í Suðuroy. Eg vendi mær fyrst til okkara mann á Tvøroyri. sum vanliga var stillari. Hann bar seg tó undan. Hann helt, at nú skuldi verið tíð hjá Samuelsen at tikið seg aftur. Ì staðin bleiv Niels Pauli Mortensen, sum var ein trúgvur sambandsmaður, stillari. Í Vági plagdi Magnus Dahl finna stillara til flokkin, men hann var eitt sindur iva­ samur. Hann var grundleggjandi sam­ bands­maður, men hann helt, at í flokkinum varð ov nógv tosað, og ov lítið kom av skafti. Hann var heldur ikki fegin um, at Sam­bandsflokkurin hevði tikið undir við jarðar­nýskipanini. Men flokkin vildi hann ikki svíkja, og í løtuni helt hann, at eingin var frægari enn Andras Samuelsen at stilla upp. Tingsetan endað Síðsta málið í hesi tingsetuni var um end­ urnýgging av fiskiflotanum. Uppskotið hjá Sambandsflokkinum var at fáa Fisk­ aribankan at læna 1. mill. kr. til bygging av 10 skipum. Endaliga var løgtingssetan liðug tann 5. oktober, og eg skundaði mær aftur til hús. Tað fyrsta hjá mær at gera var at kanna hvussu stóð til á skrivstovuni. Her var alt sum tað skuldi vera. Allar sakir vóru av­ greiddar. Har vóru bara nøkur mál frá teimum seinastu døgunum. Orsøkin var, at tað hevði verið nógv at gera við skjølum í sambandi við fiskaútflutningi. Hans Iversen var ein av stuðlunum hjá Kristian Djurhuus Anana hevði størstu manning sum hevur verið í føroyska fiskiflotanum, 160 mans. Her koma bátar at borði at avreiða. Niels Juel Mortensen var ein av stóru vinnulívsmonnunum á Tvøroyri