hósdagur 23. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 23. desember 2004
11
Ragnar
hongur í
Føroyski country-
sangarin Ragnar í
Vík hevur gjørt
avtalu við norska
tónleikaumboðið
Reidun Torgrim-
sen, sum nú skal
umboða hann og
skipa fyri eini kon-
sertferð í Noregi
næsta ár
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
– At tit ikki hava hoyrt
frá mær í eina tíð,
merkir ikki, at eg eri
givin ella ætli mær at
gevast. Eg eri meira
málrættaður, enn eg
higartil havi verið, sigur
Ragnar í Vík.
Hann var eitt skifti
nógv frammi við sínum
coutrytónleiki, og eisini
uttanlands var áhugi fyri
honum.
Seinastu mánaðirnar
hevur tað meira friðar-
ligt, men tað er langt frá
øskukalt í Vík.
– Vit arbeiða nú við at
gera eina konsertferð í
Noregi
í
2005,
og
møguliga fari eg eisini
til Danmarkar at spæla,
sigur Ragnar í Vík.
Hann hevur framvegis
eina virkna heimasíðu,
og har ber til at frætta
ymiskt um Ragnar og
tónleikin hjá honum.
– Av tí at eg havi havt
so nógv at gjørt í mínum
dagliga yrki sum um-
sjónarmaður hjá komm-
ununi, havi eg ikki verið
so nógv úti og spælt,
men eg gleði meg til at
sleppa uttanlands at
spæla næsta ár, sigur
Ragnar í Vík.
Ragnar í Vík hevur fingið
sær eitt norskt umboð, og
ætlanin er, at hann skal á
konsertferð í Noregi næsta
ár
Eitt hendingaríkt ár
fer aftur um bak, og í
Føroyahúsinum verð-
ur hetta markerað við
røstum kjøti 2. jóla-
dag
JÓL
tíðindaskriv frá
Føroyahúsinum
Ymist er hvussu árini
roynast í Føroyahúsinum,
men mong tiltøk eru hvørt
ár og samanlagt leita mong
sær inn á gólvið til tey
ymisku tilboðini. Felags-
døgverðin týskvøld hevur
havt sera góða undirtøku í
hesum ári eins og í fjør.
Hetta helst tí at mangan er
okkurt aftur at døgverðan-
um so sum fyrilestur, frá-
søgn, filmur og sangur.
Eisini er forkunnugt at fáa
góðan føroyskan døgverða-
bita. Ikki at tala um tann
ræsta fiskin ella tvøst og
spik og pannukøku omaná.
– Onkur væntaði at
Bryggjan fór at vera okkum
harður kappingarneyti, men
so er ikki. Vit hava havt
sera gott samstarv farna ár-
ið, hon hevur verið virkin,
og hetta sama árið fer helst
at vera eitt tað frægasta til
gestir og virksemi hjá okk-
um. Bryggjan er flaggskip-
ið millum norðurlendsku
húsini. Hon gevur okkum
fleiri nýggjar møguleikar
fyri tiltøkum av ymsum
slag. Men Bryggjan og Før-
oyahúsið er hvør sítt.
Ólavsøkan størsta
tiltakið
Saman við feløgunum á
Keypmannahavnarleiðini
var í januar farið undir at
skipað fyri ólavsøkutiltøk-
um á Bryggjuni. Har er
pláss uttandura og innan-
dura, har er bryggjuøki,
stórur hylur og kanalirnar.
Tí liggur væl fyri við
fjølbroyttum tiltøkum á
sjógvi og landi. Tað var
rættiliga kravmikið at royna
hetta fyrstu ferð, men ólav-
søkan hepnaðist sera væl í
summar. Nógv og gott
hjálparfólk og tað nýkomna
góðveðrið gjørdi allan mun-
in, og ikki gloyma beina-
semið á Bryggjuni frá før-
oysku
sendistovuni,
ís-
lendsku ambassaduni og
Noma.
Longu hava verið eini
tveir fundir um ólavsøkuna
næsta summar og so smátt
eru fleiri nýggj hugskot
komin fram bæði um
róðurin, sjónleik og tónleik.
Royndin vísti, at tað ræður
um at fáa nógv frá hondini,
áðrenn summarið er í hond-
um, og fólk fara at ferðast.
Ætlanin er nú í januar at
útskriva kapping um ólav-
søkuplakatina 2005. Niels
Salmony, sum er formaður í
arbeiðsbólkinum,
gjørdi
plakatina í fjør.
Samstarvið við
feløgini er spennandi
Ymisk feløg er til hús í Før-
oyahúsinum t.d. Húsakórið,
Fótatraðk, Kvinnufelagið,
Talvfelagið og MFS. Eisini
er Ráðgevingin fyri føroy-
ingar og ferðamannastovan
My Faroe. Onnur feløg
nýta húsið uppímillum til
teirra tiltøk, serstakliga til
dans, so tey kunna vinna
sær nakrar krónur. Stund-
um er eitt felag og húsið
saman um eitt tiltak t.d.
fyrilestur, kafékvøld ella
veitslu. Kvinnufelagið og
húsið arbeiða neyvt saman.
Listafelagið og húsið skift-
ast um at skipa fyri lista-
framsýningum. Eisini er at
fegnast um at MFS, sum er
tey lesandi, og húsið kunna
skipa fyri tiltøkum saman.
Felagið
Tvørábáturin
hevur veitslu á hvørjum
heysti í Føroyahúsinum.
Ballerupfelagið, Hvidovre-
felagið og Neystið, sum
eins og Tvørábáturin hava
egin fundarhøli, eru altíð at
heita á. Hin vegin er at
fegnast um, at fleiri slík
feløg eru, sum hava teirra
egna virksemi leyst av hús-
inum. Á tann hátt verður
fjøltáttað tilboð til útisetar
her á leiðini.
Kristnastova hevur havt
góðar royndir við teirra
fríggjakvøldsfundum
í
kaffistovuni og eru til dyst-
in fús aftur í vár við eini
tveimum kvøldum. Sámu-
elskirkjan, sum hevur havt
kvøldsetur í kirkjukjallar-
anum, ætlar eisini at hava
eini tvey fríggjakvøld í vár
við mati í Føroyahúsinum.
– Her er tó eitt men. Nøk-
ur feløg eru sovnað t. d.
Føroyingafelagið, Studenta-
felagið, 1. mei dags bólk-
urin, Oyggjaskeggi og Nær-
varpið. Føroyahúsið, sum
eisini var hús teirra, hevur
loftað nøkrum av teirra
tiltøkum sum føstulávint,
grækarismessu- og flagg-
dagshald,
páskaveitslu,
ólavsøku og bókadegi, jóla-
træi og jólaheilsum. Men á
hendan hátt fyllir Føroya-
húsið nógv í myndini,
kanska ov nógv. Tað ideella
vildi verið, at onnur feløg
tóku eftir. Men so leingi tey
ikki gera tað, verður mett, at
vit ikki kunna bara lata
hesar merkisdagar fara aftur
við borðinum. Umframt
hetta eru so øll onnur tiltøk,
sum húsið er við í. Tað er
kanska ov nógv mikið. "Tað
er tíðin", vildi onkur sagt.
Tað kemur kanska onnur
tíð, tá ið feløg aftur eru til
dystin fús at skipa fyri.
Tøkk fái tó øll tey feløg,
sum skipa fyri einum og
øðrum tiltaki.
Í hólmgongu
ÍF Føroyar skipaði fyri sera
áhugaverdum kvøldi í okto-
burmánað við fótbóltsdysti
á stórskíggja, kafékvøldi
við Stanley Samuelsen,
mótaframsýning við før-
oyskum pløggum og at
enda dansi við Revival. Eitt
sera
vælskipað
kvøld.
Sama kann sigast um pol-
itiska fundin, sum MFS
skipaði fyri síðst í novem-
bur. Tey høvdu fingið Jó-
annes Eidesgaard løgmann
í hólmgongu við Høgna
Hoydal løgtingsmann. Teir
vóru rættiliga javnir í tøk-
um og køstum. Eitt frísk-
ligt, seriøst og skemtiligt
orðaskifti um fleiri føroysk
stórmál, sum fundarstjórin
stýrdi so væl, at tað var ein
fragd hjá tí stóru mann-
fjøldini at lýða á.
– Í heyst hava vit eisini
verið í hólmgongu við kal-
endaran og klokkuna. Øll
tiltøkini hjá feløgunum,
Føroyahúsinum, útleigur til
skeiðvirksemi og fundir,
privatar veitslur sum føð-
ingardagar og brúdleyp
hava fylt so nógv, at stund-
um hevur verið ov mikið og
næstan ov mikið at fara til
hjá fólki. Tað er eins og
slíkt kemur upp í røkur sum
nú oktobur, novembur og út
í hálvan desembur við
mongum áhugaverdum til-
boðum.
Jól í hondum
Styðsta dag 21. desembur
er síðsti týsdagsdøgverðin
við dunnu og jólahugna.
Dagin eftir verður jólatræið
tikið niður og vit ruddað
upp, áðrenn vit fara at rigga
til
ræstkjøtveitsluna
2.
jólakvøld. Ikki er neyðugt
at lýsa við hesi veitslu, tí
longu fyrst í mánaðinum er
fullsett hús. Heðin Samuel-
sen verður veitslurøðari,
Knút Olsen og dóttir hans-
ara Anna Maria taka sær av
felagssanginum
og
ein
fimmmannabólkur spælir
til dans. Tey eru funnin til
jóladansin og kallast tí
Jólabakstur.
Tá ið hendan okkara
størsta veitsla í árinum er
av, skal stovan tømast og
gólvið umvælast og lakk-
ast. Kaffistovan er tí stongd
fram til 9. januar, tá ið vit
lata upp við fernisering hjá
ameriku-manninum Henry
Meils.
Vit í Føroyahúsinum eru
eisini takksom fyri tað
góða
samstarvið
við
privatfólk, feløg og stovnar
heima. Tað fløvar at merkja
ta umsorgan, mong hava
fyri hesum húsi. Tað er
verri enn so altíð at húsið
kann rætta tykkum ta hond,
vit fegin vildu. Í tí er eingin
óvilji
uttan
avmarkað
arbeiðsmegi, tíð og stundir.
Føroyahúsið ynskir øll-
um okkara landsmonnum,
viðskiftafólki, stovnum og
mentamálaráðnum gleðilig
jól. Tøkk fyri góða sam-
starvið í ár og gott nýggjár.
Ræst kjøt í Føroyahúsinum
Talan hevur verið um eitt hendingaríkt ár í Føroyhúsinum