hósdagur 9. juli 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
30
TRÓNDUR ARGE
S
unnudagin verður fult
umfar í Betri deildini
hjá monnum. Talan
er um 12. umfar, sum
samstundis er seinasta umfarið
fyri summarsteðgin, ið bara
verður í tvær vikur hesaferð.
Stóri dysturin er í Gundadali,
har B36 tekur móti KÍ í eini
endurtøku av FM-finaluni frá
oktobur mánaði í fjør.
Í Trongisvági tekur TB móti
NSÍ, Víkingur fær vitjan av AB
og ÍF fær vitjan av Skála. Hesir
dystirnir byrja allir klokkan 15.
Seinasti dysturin í 12. umfari
verður klokkan 19 við Margáir,
har EB/Streymur tekur móti
HB. Sermerkt við dystinum
er, at EB/Streymur letur allar
áskoðarainntøkurnar til Team
Rynkeby Føroyar.
B36-KÍ (Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN
Hetta er ein endurtøka av
FM-finaluni frá í fjør. Liðini
hittust eisini í fyrsta umfari
í landskappingini í Klaksvík.
Tá vann B36 2-0 við málum frá
Sebastian Pingel og Meinhardi
E. Olsen. Bæði B36 og KÍ hava
vunnið fýra av sínum seinastu
fimm dystum í landskappingini,
so talan er um tvey lið í viðgongd.
Heimaliðið hevur betri
treytirnar til hendan dystin.
B36 spældi í steypakappingini
móti B71 á Sandi. B36 vann
dystin 7-2 og liðið fekk skift
eitt sindur runt við spælarum.
Millum annað spældi Martin
Agnarsson frá byrjan fyri fyrstu
ferð, meðan Andreas Thomsen
fekk afturval, eftir sín fyrsta
dyst frá byrjan í ár í 4-0 sigrinum
á Argjum.
Hetta er betri treytir enn
tær hjá gestunum úr Klaksvík,
sum spældu í 120 minuttir móti
HB. Tí er ein møguleiki fyri,
at gestirnir eru nakað meiri
slitnir til dystin sunnudagin.
Afturat tí, so fór Odmar Færø
út í hálvleikinum við skaða í
rygginum, meðan Ísak Simonsen
ikki fekk gjøgnumført dystin.
Odmar Færø er ivasamur til
dystin, meðan tað er greitt at
Ísak Simonsen ikki spælir.
Hjá heimaliðnum er Sonni
Ragnar Nattestad tøkur aftur,
eftir at hann hevur sitið yvir við
einum snuddi seinastu vikuna.
Eli F. Nielsen er tøkur aftur eftir
leikbann, men fór av vøllinum
fyri tíð í 7-2 sigrinum á B71. Eisini
hevur Stefan Radosavljevic
spælt seg í hitan aftur, eftir at
hann bleiv avsettur móti AB.
Hann skoraði hattrik á Sandi.
Tað er lítil munur á liðunum.
KÍ hevur eitt stig fleiri, meðan
B36 hevur eitt mál betri
málúrtøku. Nógv bendir á, at
hetta verður ein javnur dystur,
har bæði liðini tola at spæla
javnleik. Spurningurin
er so um teir 120
minuttirnir í Klaksvík
koma at gera munin
móti dystarenda.
SOSIALURIN TIPPAR:
1-1
Víkingur-AB
Sunnudagin klokkan
15
DÓMARI: BJARKI
DANIELSEN
Seinast hesi bæði
liðini
møttust
endaði
tað
við
málleysum javnleiki
á Argjum. Hetta eru
eisini dystirnir, sum
Víkingur hevur havt
trupulleikar av. Millum
annað endaði tað eisini við
málleysum javnleiki móti TB í
Sarpugerði í 5. umfari.
Víkingur er dottið niður í
millum í stríðnum um Evropa-
atgongumerkini. Skal Víkingur
hava nakran kjans at nærkast
heiðursmerkjunum aftur, so
skal liðið vinna slíkar dystir.
Víkingur
hevur
seinastu
umførini vunnið sannførandi
á EB/Streymi og Skála og tapti
tepurt fyri KÍ. Andreas Lava
Olsen og Sølvi Vatnhamar spæla
møguliga, og tað er eitt stórt
pluss.
Gestirnir stríðast enn fyri
at fóta sær. Símun Samuelsen
leitar framvegis eftir einum
frymli, ið skal geva fleiri stig
av sær. Hópurin er breiðkaður,
men enn mangla neyvu
máldygdirnar í fremstu rekkju.
Hetta kann blíva ein taktiskur
og málfátækur dystur
SOSIALURIN TIPPAR: 1-0
ÍF-Skála
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM
Fuglfirðingar fóru til trongisvágs
við tí fyri eyga, at fara allan
vegin í steypakappingini. Teir
komu aftur við ongum, og
kunnu nú seta øll segl, fyri at
elta grannarnar úr Víkingi, sum
eru nummar fimm.
ÍF verður uttan Karl Løkin,
sum mátti lata seg skifta út
mikukvøldið, og arbeitt verður
við at fáa Sjúrður Paula Nielsen
kláran. Hann fór somuleiðis av
vøllinum við skaða. Her er talan
um eitt trælær. ÍF er favorittur
at vinna á Skála, og ÍF hevur
eisini útmerkað seg sum tað
liðið, ið hevur staðið stinnast
av fimm teimum niðastu.
Upptakt 12. umfar:
Betri deildin menn: Fýra av liðunum, sum skulu
á vøllin sunnudagin hava spælt 120 minuttir
av steypafótbólti mikukvøldið. Dystarskráin
hevur verið tøtt og tað sæst aftur á skaðum
og broytingunum, sum fleiri av liðunum gera
Ikki við: Filip í Liða (ryggurin,
2-4 mánaðir), Hans Jákup
Anfinnsson (brot í fótinum, 2
mánaðir), Jón Krosslá Poulsen
(knæið, 1 mánað/fyribils givin),
Bjarni Skála (leikbann, 4 gul)
Ivasamur: Rógvi Poulsen
Ikki við: Erling Dávidsson (knæið,
ógreitt hvussu leingi), Ragnar
Samuelsen (fótlið, 1 vika)
Ivasamir: Sonni Ragnar
Nattestad, Hugin Samuelsen
Við aftur: Eli Falkvard Nielsen
(eftir leikbann)
Skaddir: Poul G. Olsen (meniskur,
vikur), Petur Zachariassen (knæ,
vikur), Bjarki Zachariassen (knæ,
vikur), Niklas Kruse (knæ, óvist),
Fannhard A. Skoradal (fótur, 1-2
vikur)
Ivasamir: Gestur B. Dam, Tóki H.
Johannesen, Rói Zachariassen
Ikki við: Tróndur Jensen
(krossband, 3-4 vikur), Hørður
Askham (krossband, 3-4 vikur),
Adrian Justinussen (brotið
fótin 4-6 vikur), Delphin
Tshiembe (Lærkrikin, 2-3 vikur),
Jákup L. Thomsen (knæið,
langtíðarskaddur), Teit Jacobsen
knæið, langtíðarskaddur), Mads
Boe Mikkelsen (fibur, óvist), René
Shaki Joensen, (lærkrikin, óvist)
Ivasamir: Øssur Dalbúð og Pætur
Petersen
Við aftur: Heðin Hansen.
Ikki við: Ísak Simonsen
(vøddaskaði)
Ivasamur: Odmar Færø (skaði í
rygginum)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
KÍ
FLEIRI SLITIN BEIN
FLEIRI SLITIN BEIN Á Á
VØLLIN UM VIKUSKIFTIÐ
VØLLIN UM VIKUSKIFTIÐ