Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 31 Seinast liðini møttust var í fyrsta umfari. Tá var munurin á liðunum lítil. Uros Stojanov skoraði málini í 2-1 sigrinum, men afturgangandi er at Skála tapur tepurt í botnuppgerðunum. Er eydnan við teimum appilsingulu, so er ikki óhugsandi at eitt stig kemur við aftur inn á Skála. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 TB-NSÍ Sunnudagin klokkan 15 DÓMARI: PETUR REINERT So bragdaði aftur hjá TB. Fyrst kom ein sigur í landskappingini á Skála, og nú vunnu tvøramenn á ÍF í steypakappingini. Tað eru tekin um, at TB er við at finna stevið, men at málslúkurin manglar. Megnar TB at binda um í verjupartinum, so kann hetta blíva ein spennandi dystur, sum ikki verður avgjørdur fyrr enn við seinasta bríksl. Gestirnir hava brádliga fingið trupulleikar av EB/Streymi bæði í landskappingini og í steypakappingini upp á inni enn eina viku. Hetta er eisini stórt rós til EB/ Streym, men tað eru eisini tekin um, at málmaskinan hjá NSÍ er steðgað eitt sindur upp. NSÍ hevði tað eisini trupult móti AB á heimavølli. TB hevur sterkan verjupart og lykilin verður at halda NSÍ frá málinum. Gestirnir hava spælt í 120 minuttir móti EB/Streymi og skulu ferðast suður uttan Petur Knudsen, ið hevur meiðslað sær økslina. Hinvegin hevur TB Poul Ingason við aftur. Tað eru tekin í sól og mána um, at hetta kann verða dysturin, har botn fimm fær stig móti topp-fimm, men tað er ringt at tippa tað, tá tað ikki er hent í ár í Trongisvági. SOSIALURIN TIPPAR: 0-1 EB/Streymur-HB (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 19 DÓMARI: EILER RASMUSSEN Seinasti dysturin í hesum umfarinum verður klokkan við Betri deildin kvinnur støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 KÍ 8 8 0 0 18 7 11 24 2 NSÍ 8 3 3 2 16 8 8 12 3 B36 8 2 4 2 12 10 2 10 4 ÍF/Víkingur/B68 8 2 3 3 11 13 -2 9 5 HB 8 1 3 4 10 13 -3 6 6 EBS/Skála 8 1 1 6 6 22 -16 4 Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 11 9 1 1 28 10 18 28 2 NSÍ 11 8 2 1 26 6 20 26 3 KÍ 11 8 2 1 30 11 19 26 4 B36 11 8 1 2 33 13 20 25 5 Víkingur 11 5 2 4 19 15 4 17 6 ÍF 11 5 1 5 14 22 -8 16 7 EB/S 11 2 1 8 6 20 -14 7 8 TB 11 1 3 7 7 15 -8 6 9 AB 11 0 4 7 7 31 -24 4 10 SKÁLA 11 0 1 10 7 34 -27 1 BETRI DEILDIN MENN 12. UMFAR: SUNNUDAGIN 12.JULI B36-KÍ (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 VÍKINGUR-AB (15.00) ÍF-SKÁLA (15.00) TB-NSÍ (15.00) EB/STREYMUR-HB (19.00) BEINLEIÐIS Á FM1 BETRI DEILDIN KVINNUR 9. UMFAR: SUNNUDAGIN 12.JULI HB-EB/STREYMUR/ SKÁLA (12.15) KÍ-B36 (12.30) NSÍ-ÍF/VÍKINGUR/B68 (15.00) B36 verða tippaðir at vinna á KÍ Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt.fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Tipping 12. umfar: Tipping 12. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: B36-KÍ 1 VÍKINGUR-AB 1 TB-NSÍ 2 ÍF-SKÁLA 1 EB/STREYMUR-HB 2 JÁKUP ÓSÁ: B36-KÍ 1 VÍKINGUR-AB 1 TB-NSÍ 2 ÍF-SKÁLA 1 EB/STREYMUR-HB 2 TRÓNDUR ARGE: B36-KÍ 1 VÍKINGUR-AB 1 TB-NSÍ 2 ÍF-SKÁLA 1 EB/STREYMUR-HB 2 STIGATALVAN: 1. JÁKUP ÓSÁ 42 STIG 2. TRÓNDUR ARGE 42 STIG 3. LEIVUR FREDERIKSEN 41 STIG Ikki við: Milos Budakovic (krossbandsskaði, óvist), Bogi Løkin (fibur, 3 vikur), Karl Løkin (fibur, óvist) Ivasamur: Sjúrður Pauli Nielsen (trælær, óvist) Við aftur: Pól Jákup Lundsbjerg Ikki við: Petur Knudsen (akslaskaði, ógreitt hvussu leingi), Mórits Heini Mortensen (fótskaði, 4 vikur) Skaddir: Teitur R. Joensen, Teitur Poulsen, Hjalti Strømsten, Karl Martin Johansen, Andreas Egeberg Jacobsen og Rói Olsen Nýggjur: Petur Pauli Mikkelsen (var við í steypadystinum mikukvøldið) Ikki við: Mads Raben (fipurspreinging, ógreitt hvussu leingi), Bartal Gram (andlitsskaði, 1-2 vikur) Við aftur: Poul Ingason (eftir leikbann) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ivasamir: Andreas Lava Olsen (lærkrikin), Sølvi Vatnhamar (eygað) Viðaftur: Gunnar Vatnhamar (leikbann) TB ÍF Ð Margáir, har EB/Streymur tekur móti HB. EB/Streymur hevur boðað frá, at allar inntøkurnar frá dystinum bara óskerdar til Team Rynkeby Føroyar, ið hevur verið væl umboðað í Sundalagnum. Tað er strævið at súkkla til París og tað er eisini strævið at spæla fótbólt í 120 minuttir. Tað kunnu bæði EB/Streymur og HB ásanna frá mikukvøldinum. Nú er spurningurin so hvussu nógv hetta kemur at ávika dystin við Margáir. Heimaliði tapti fyri NSÍ og flestu av spælarunum, ið byrjaðu inni spældu í fleiri enn hundrað minuttir. Hartil fór málverjin, Rói Zachariassen, á sjúkrahúsið og er ivasamur til dystin. Fyri HB kemur tað illa við, at enn ein spælari er skaddur. Hesa ferð er tað Mads Mikkelsen. Tað kann tí roknast við, at tað eru tvey skerd lið, sum mugu djúpt í lumman eftir orku at geva áskoðarunum undirhald fyri pengarnar sunnukvøldið. SOSIALURIN TIPPAR: 0-2