hósdagur 9. juli 2020síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
32
NØVN
Havnarmaðurin Poul
Johan Djurhuus sjeyti
22. juni steig ein kendur havnarmaður,
Poul Johan Djurhuus, um sjeyti ára gáttina.
Poul Johan er einkarsonur Hervør ættað
úr Húsavík í Sandoynni og Andrew føddur
og uppvaksin innan Glyvur í Eysturoynni.
Mong ár eru liðin síðani Andrew flutti inn
í æviga bústað sín.
At Poul Johan hevur røtur av bygd, hevur
evnað hann til ein fjølbroyttan og vitandi
mann við brennandi áhuga í bygdarlívinum
og spennandi upplivingum úr fjalli í fjøru,
umframt alt tað fjølbroytta og slóðbrótandi,
sum høvuðsstaðurin, Havnin, stóð fyri í
hansara uppvøkstri.
Hann hevur mangan greitt frá góðu
summarløtunum, ið hann hevði í spæli
og leiki suðuri í Húsavík og innan Glyvur,
hagar hann ferðaðist í barnaárunum,
saman við foreldrunum, sum ongantíð
gloymdu røtur og bygdarfólk, men ynsktu
at sonurin skuldi kenna ættaruppruna sín
og bygdarmentanina.
Tórshavn, tú Føroyalands miðstøða
var,
tingstaður øld eftir øld.
Ólavs kongs minni í 900 ár
higar dró oyggjalands fjøld.
Her Føroya søga er rist í hvønn klett,
her Føroya mansevni góð
sett hava spor sítt í gøtur og tún,
traðkaðu fólkinum slóð.
Soleiðis yrkir Poul F. Joensen um høvuðs
stað okkara, Havnina, ið eisini gjørdist
barndómsborgin hjá Poul Johan. Hóast
hann hevur búð á bygd í rættiliga mong ár,
fyrst í Vatnsoyrum og síðani á Glyvrum,
hevur havnarmaðurin Poul Johan Djurhuus
ongantíð gloymt sína barndómsháborg,
Havnina, men altíð borið Havnini sannan
alsk alt sítt lív, til dagin í dag.
Uppvaksin í J. Nolsøesgøtu, úti í Grøn
landi, sum var nýggjur býarpartur í Havn
ini í 1950-unum – fann hann sær har
hollar leikbrøður og vinmenn. Poul Johan
hevur mangan greitt frá hugnaliga um
hvørvinum úti í Grønlandi, frá grannum og
spælibrøðrum, ið hann hevur havt samband
við frá góðu barndómsárunum. Mamman
Hervør, býr framvegis í heiminum úti í
Grønlandi.
Blaðungur fór Poul Johan í handilslæru
hjá partafelagnum Valdemar Lützen í
Vágsbotni, har sum Miðlahúsið nú er.
Júst lærutíðin hjá Pf. Valdemar Lützen
gjørdist ein venjingarskúli hjá føðingar
dagsbarninum, bæði at fara væl um, vera
góður og vinarligur við fólk og hava áhuga
fyri teirra viðurskiftum. Hetta gjørdist
virðismikil lærdómur í samband við trú
boðaraverkið, ið gjørdist lívsverk hansara.
Andaliga heimabeitið hjá Poul Johan
var samkoman í Ebenezer. Húsið er í dag
karmur um samkomulívið í Berøa-sam
komuni á Gyvrum, tí gamli Ebenezer varð
fluttur úr Havn og inn á Glyvrar í 1963.
Trúarálit hansara á Jesus Kristus framdi
virkisfýsni, sum hevur eyðkent lív hansara.
Longu sum smádrongur at hava barnamøti
fyri grannabørnum í barndómsheiminum
og 14 ára gamal var hann longu at síggja
á talarapallinum í Ebenezer. Stutt eftir
byrjaðu hann, Zacharis Hammer og aðrir,
sunnudagsskúla á Hvítanesi.
Liðugur við handilslæruna fór hann
– 20 ára gamal - á Moorlands bíbliuskúla í
Suðuronglandi í 2 ár. Hann fekk hann enn
hollari kunnleika til bíbliulæru og enska
málið, ið er komið honum væl við sum
bíbliulærari og tolkur.
Eftir at hava verið ferðandi sølumaður
hjá handilsfyritøkuni Farodane, kendi
Poul Johan at stundin var komin at fara
í heiltíðartrúboðaraverk, sum hann alla
tíðina hevði kent seg kallaðan til.
Poul Johan giftist við Else, ættað úr
Keypmannahavn, sum var einkja eftir Bryn
leif Hansen, ið var ein av teimum, ið fórust
í flogvanlukkuni í Mikinesi 26. september
1970. Í Else fekk hann eina dygdarkonu, ið
hevur verið honum ein dyggur stuðul. Hó
ast blaðungur, tók hann ábyrgd av henni
og teim fýra børnunum, sum Else hevði við
sær inn í hjúnalagið: Billy, Filip, Anitu og
Miriam. Saman fingu Else og Poul Johan
børnini Andrew og Hervør.
Poul Johan var 15 ára gamal, tá ið leiðir
okkara bóru saman. Hetta var í 1965 tá
Birgit og eg, nýgift hjún, kallaðu ungfólk
saman til bíbliutímar heima hjá okkum á
Sólteigi 4. Hesar løtur gjørdust til lívlangt
vinalag okkara millum. Ikki einans vinalag,
men eitt signað gróðrar- og ávakstrargott
samarbeiði í andaligu tænastuni.
Poul Johan, Else og vit bæði hava havt
so mangt gott saman, ikki minst saman við
samverkamonnum okkara í ár so mong:
Hjørleif Vang, Páll á Lakjuni, Jógvan Páll
Sevdal og Osmundi Justinussen.
Ótald eru tey møti, fundarøðir, bíbliu
skúlaskeið, traktatferðir og bíbliuskeið,
ið vit samverkamenn hava skipað fyri og
havt saman ið Poul Johan, bæði burturi og
heima. Nøkur dømi:
Fundarøðin hjá Luis Palau í ítróttarhøllini
í Havn í 1988.
Sjónvarpsundarøðirnar hjá Billy Gra
ham úr Essen í Týskalandi og Puerto Rico
í 1990-unum, sum vóru sjónvarpaðar til
Føroya.
Vitjanin hjá amerikanska evangelistinum
Franklin Graham í ítróttarhøllini í Havn
fyri fáum árum síðani.
Stóra kristiliga stevnan umboð á Norr
ønu 1987, har umleið 400 fólk vóru saman
eitt vikuskifti til bíbliutímar og annað virk
semi.
Poul Jóhan tolkaði Luis Palau tá ið
hann vitjaði í Føroyum 1988, og saman við
Zacharias Zachariassen tolkaði hann Billy
Graham á hesum fundarrøðum.
Poul Johan var eisini tolkur hjá navn
frama Richard Wurmbrand, úr Rumenia,
sum í 14 ár hevði sitið fongslaður undir
kommunistiska stýrinum í heimlandinum,
vegna trúgv sína á Kristus.
*
Else og Poul Johan hava saman tænt í
verkinum sum avloysarar í Kristnastovu
nøkur ár. Tey hava havt avloysaraábyrgd
í samband við kristiliga verkið í Malta í
Hirtshals til stóra gleði fyri útisetar okkara,
ið komu har og eisini vitjanir teirra á Ríkis
sjúkrahúsinum tá tey vóru í tænastu í
Kristnastovu. Poul Johan hevur í mong ár
fyriskipað bíbliuferðir við Norrønu, ið hava
verið sera væl umtóktar.
Einki er at taka seg aftur í at siga, at Poul
Johan er ein av okkara allarbestu røðarum,
evangelistum og undirvísarum í orði Guds.
Andaligi akurin her á landi hevði verið
mikið fátækari uttan Poul Johan Djurhuus.
Mong við mær takka Gudi fyri henda mann,
ið er so er trúfastur í kalli sínum, trúfastur
móti orði Guds og ein av ítarstu evangel
isku stríðsmonnum okkara, ið fult og heilt
lítur á innblásta og æviga orð Guds, og
sum ótroyttiliga virkar fyri at svikaleysa,
trúfesta og sanna orð Guds verður handað
víðari til komandi ættarliðið í Føroyum.
Poul Johan er eyðkendur av einum góð
um og kærleiksfullum andaligum lyndi, ið
ger, at tað altíð er fjálgt og stimbrandi at
vera saman við honum.
Síðani stovnanina av kristniboðsfelag
skapinum ”Atlantic Mission”, hevur Poul
Johan verið ein av nevndarlimunum og
verið við á mongum av ferðunum, sum Atl
antic Mission hevur gjørt til grannatjóðir
okkara og í Føroyum síðani stovnanina í
2011.
Ver heilsaður, holli og trúfasti vinur.
Harrin gevi tær mong góð ár enn í signaða
verki tínum, saman við Else. Takk fyri títt
trúfesti og óvíkjandi vinskap síðani ung
dómsárini og trúfast samverk í tænastu
frelsarans og boðskapinum um hann, sum
frelsara heimsins. Mátti gleðin í Harranum
framvegis veri styrki tykkara.
(Filippibrævið 4,4)
Svenning av Lofti