týsdagur 14. juli 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Almennir bíðilistar geva
okkumi gjøgnumskygni
Heilsuverkið hevur
boðað frá, at nú
gerast bíðilistarnir
í heilsuverkinum
almennir
ÁRNI GREGERSEN
Gjøgnumskygni í heilsuverk
inum er eitt stig á rættari leið
hjá øllum teimum, sum stríð
ast við sjúku, siga sjúklingafel
øgini.
Hertta er galdandi fyri bæði
tey, sum líða av sálarsjúkum,
krabbameini ella øðrum.
Heilsuverkið hevur boðað
frá, at nú verða bíðilistarnir al
mennir og hetta er ein grund
arsteinur undir ætlanini um,
at øll skulu hava rætt til við
gerðartrygd innan 30 dagar.
- At vit nú fáa innlit í,
hvussu bíðilistarnir eru, er
ógvuliga kærkomið. Fyrst og
fremst fyri tann, ið tørvar við
gerð og eisini fyri okkum í
politisku skipanini, og eg vil
takka Sjúkrahúsverkinum fyri
hetta framstigið.
- Almennir bíðilistar eru ein
týðandi partur av viðgerðar
trygdini. Nú vita vit betri, hvat
krevst fyri at náa málinum um
viðgerðartrygd,
og
eg
fari
framhaldandi at gera mítt
ítasta at flyta okkum fram á
leið, sigur landsstýrismaðurin
við
heilsumálum,
Kaj
Leo
Holm Johannesen.
Politiskt lyfti
Undan seinasta løgtingsvali
lovaði
Sambandsflokkurin
ferð eftir ferð, at kom hann
framat, so fór hann at virka
fyri viðgerðartrygd og gjøgn
umskygni í heilsuverkinum.
Tað vísti seg eisini, at hetta
kom við í samgonguskjalið og
har stendur:
Bíðitíðin hjá sjúklinginum
skal styttast, og sjúkrahús
verkið skal almannakunngera
bíðitíðirnar til tær ymsu við
gerðirnar. Orsøkirnar til bíði
listar verða alsamt útgreinað
ar.
Tá ið málsøkini vóru býtt
millum
teir
tríggjar
sam
gonguflokkarnar vísti tað se,
at Sambandsflokkurin fekk
heilsumál at umsita.
Løgmaður tilnevndi fyrr
verandi løgmann og formann í
Sambandsflokkinum, Kaj Leo
Holm Johannesen til lands
stýrismann við málsøkinum.
- Eg setti mær beinanvegin
fyri, at almennir bíðilistar skul
ugerast til tær ymsu viðgerð
irnar í sjúkrahúsverkinum –
tað sum eisini er ásett í sam
gonguskjalinum, sigur lands-
stýrismaðurin við heilsumál
um.
Hesum hevur sjúkrahús
verkið arbeitt við, og nú eru
fyrstu
bíðilistarnir
loksins
klárir. Hetta er ein sera góð og
spennandi byrjan, sum kemur
at halda fram, so eisini al
menningurin fær betri innlit í
bíðitíðirnar sum frá líður, legg
ur landsstýrismaðurin afturat.
Tey sum bíða
Tað hvur sjálvandi tikið eitt
sindur av tíð og arbeiðsorku at
gera bíðilistarnar, men uppá
sikt, so er hetta ein stórur bati
– bæði fyri tey, sum leggcja
arbeiðið á sjúkrahúsunum til
rættis, men ikki minni fyri
sjúklingar,
sum
bíða
eftir
viðgerð.
- Vit eru ómetaliga fegin um,
at bíðilistarnir gerast almenn
ir, sigur forkninnan í Krabba
meinsfelagnum,
Durita
Tausen.
- Eitt tað ringasta fyri sjúk
lingar eru at liva við ósvissu,
har vit ongantíð vita heilt,
hvar vit eru í skipanini. Nú
koma almennir níðilistar og
eisini
viðgerðartrygd.
Tað
fegnast vit um, sigur Durita
Tausen.
Eisini í Giktafelagnum eru
tey glað um, at bíðilistarnir
gerast almennir.
- Okkara limir bíða í áravís,
men tað er altíð lættari at bíða,
tá ið ein veit, at bíðilistin
frammanfyri meg styttiist, sig
ur Anna Petersen, forkvinna í
Giktafelagnum.
Landsstýrismaðurin
við
heilsumálum sigur, at polit
ikkur snýr sedg um raðfesting
og samstarv.
- Við betri vitan um støðuna
í Sjúkrahúsverkinum, ber eis
ini til at raðfesta meira skyn
samt, sigur hann.
Fyribils eru almennir bíði
listar til ortopedi og ryggskurð,
neurologi, ADHD vaksin og
barna- og ungdómspsykiatri.
Tað er hesin bíðilistin, sum
nú verður almannakunngjørd
ur innan útvald serlæknaøki.
Tað vil siga bíðitíðin frá tí, at
ávísingin er móttikin á sjúkra
húsinum og sjúklingurin sett
ur til eina fyrstu viðtalu.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum.
Durita Tausemn, forkvinna í Krabbameinsfelagnum.