Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 140 VESTANSTEVNA Vælkomin á vestanstevnu Seinastu mánaðirnir hava gjørt tað avbjóðandi hjá teimum, sum skulu fyrireika stevnur og tiltøk, og soleiðis er vestanstevnan í ár einki undantak VILMUND JACOBSEN Tað er ein vestanstevnunevnd, ið stendur aftan fyri stevnuna, sum verður í Miðvági um vikuskiftið. Men, nevndin hev­ ur gjørt sítt besta og hevur eina bæði spennandi og for­ vitnisliga skrá at bjóða - tó, at stevnan í ár verður hildin á ein øðr­vísi hátt. Vága kommuna stuðlar vest­anstevnunevndini í sínum arbeiði, og nú stevnan verður um vikuskiftið, bjóðar borg­ arstjórin, Eyðdis Hartmann Niclasen, vegna kommununa øllum vælkomnum - í vónini um eina góða og minnisríka stevnu. - Eg vil eisini nýta høvi at takka øllum, sum á ymiskan hátt hava verið við til at fyri­ reika bygdina og skipa vest­an­ stevnuna í ár. Samstundis, sum Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðar øll­ um vælkomnum, heitir hon á allar vestanstevnugestir um at halda seg til almennu tilmælini um reinføri og sosiala sam­ veru. Í faldara, sum vestan­stevnu­ nevndin hevur givið út í sam­ band við stevnuna, eru eis­ini almennu tilmælini fest á blað. Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu