Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55 8 Sosialurin VESTANSTEVNA Setanin verður fríggjakvøldið Tað er ein stórur partur av bygdafólkinum, sum hjálpir til, tá stevnan skal fyrireikast, og hetta er eitt tiltak, sum hevur stóran peningaligan týdning fyri ítróttarfeløgini í bygdini VILMUND JACOBSEN Í Miðvágs Róðrarfelag ásanna tey, at skráin fyri vestanstevnu er nakað skerd í ár, men kortini eru ymisk áhugaverd tiltøk á skránni. Tískil bæði vóna og trúgva tey í felagnum eisini, at hetta verður ein góð vestan­ stevna í Miðvági. - At skipa fyri einari stevnu er eitt stórt arbeiði, sum krev­ ur umfatandi fyrireikingar, men hetta er samstundis eitt til­tak, har stórur partur av bygd­ini hjálpir til. Stevnan hevur eisini stóran pen­inga­ ligan týdning fyri ítrótt­ar­fel­ øg­ini í bygdini. Nógv orka løgd í Í Miðvágs Róðrarfelag siga tey, at vestanstevnunevndin hev­ ur lagt nógv orku í at fáa eina so fjølbroytta stevnu sum til ber - við teimum forðingum, sum korona-farsóttin og al­mennu tilmælini geva rúm fyri. - Vit vilja takka øllum teim­ um sjálvbodnu, sum eru við til at lyfta undir trivnaðin í komm­ununi og ikki minst øll­ um teimum mongu, sum lyfta und­ir ítróttin. Í Miðvágs Róðrarfelag takka tey øllum fyri stuðul, fólki, fyritøkum og Vága kommunu. Røður á stevnuni Tað verður Jóhannis Joensen, sum fer at seta vestanstevnu, og hátíðarløtan verður fríggja­ kvøldið klokkan 19. Midnáttarrøðan á stevnuni verður hildin av borg­ar­stjór­ an­um, Eyðdis Hartmann Nicla­ sen, og hetta verður leygar­ kvøldið á midnátt. Fegnast um stuðul í Miðvági Miðvágs Róðrar­felag bjóðar øllum vælkomnum til kapp­róðurin, sum verður á vestanstevnu í Miðvági VILMUND JACOBSEN Miðvágs Róðrarfelag er eitt av stóru kappróðr­ar­feløg­un­ um í Føroyum, og felagið hev­ ur seinastu árini verið væl umboðað við mann­ing­um. - Hetta eru vit bæði fegin um og errin av. Síðan seinastu vestan­ stevnu í Miðvági hevur fel­ agið fingið eitt nýtt 5-manna­ far aftrat, sum við einari navna­kapping fekk navnið, Rókurin. - Vit, sum sita í nevndini, eru sera fegin um ta stóru fjøld av fólki, sum stukku inn á gólvið á flaggdegnum síðsta ár, tá navnið á 5-manna­ farinum varð av­dúkað. Tað er gleðiligt at síggja so nógv fólk, sum eru góð við felagið. Í Miðvágs Róðrarfelag vísa tey á, at róðrar­mann­ing­arnar vóru væl í gongd við fyri­reik­ ing­arnar til kapp­róðurin 2020, tá alt steðg­aði upp. - Leingi sá út til, at eingin kappróður fór at verða í ár, men so varð farið so smátt í gongd við at venja, og hin 27. apríl varð Riddarin, sum fyrsti bátur hjá felagnum, flot­aður. Miðvágs Róðrarfelag hev­ ur í ár luttikið við nøkrum mann­ingum. - Vit hava luttikið í barna­ róðri, gentur og dreingir, 5-manna­før, gentur og 6-mannafør, menn. Eingin bát­ur hevur í ár fingið heiðurs­merki, men Frúgvin hevur verið nær við. Hon hevur verið nummar fýra á fýra stevnum. So, vónandi fer tað at eydnast á vest­an­ stevnu, siga tey í Miðvágs Róðr­arfelag. Hugnaligt kafékvøld í Miðvági - Áhugin fyri kvøldinum er stórur, og longu tíðliga í hesi vikuni vóru helvtin av atgongumerkjunum seld. Plássið er avmarkað, so tað er ikki at bíða ov leingi, sigur Aimi Joensen VILMUND JACOBSEN Við í skránni fyri vestanstevnu er eisini eitt hugnaligt og skemti­ligt kafé-kvøld, sum verður í bygdarhúsinum í Mið­ vági sunnukvøldið klokkan 21. Sambært skránni fyri kvøldið fara Ólavur Højgaard og vinmenn at syngja og spæla, og her verður skemt og und­irhald við Jákupi Veyhe og Sjúrði Poulsen, umframt at Esm­ar og Kirstin eisini luttaka. Aimi Joensen, sum tekur sær av søluni av atgongu­ merkj­um til kvøldið, sigur, at áhug­in fyri kvøldinum er stórur, og longu tíðliga í hesi vik­uni vóru helvtin av atgongu­ merkjunum seld. - Vit fara at lurta eftir Ólavi Højgaard og vinmonnum. Vit fara at syngja saman, og vit fara at hoyra skemtiligar hug­ leiðingar um miðvingar, eins og vit fara at lurta eftir áhuga­ verd­um kjaki. Aimi Joensen heldur, at tað riggar væl at enda vestan­ stevn­una við einum hugna­lig­ um felags tiltaki fyri tey til­ komnu. - Plássið er avmarkað, so tað er ikki at bíða ov leingi við at tekna luttøku, um tú ætlar tær við, leggur hon aftrat. Jákup Veyhe verður við á kafé-kvøldinum í Miðvági sunnukvøldið Tað verður Jóhannis Joensen, sum fer at seta vestanstevnu í ár, og setan verður fríggjakvøldið klokkan 19.