Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55 10 Sosialurin VESTANSTEVNA Umhvørvisdagar í Vága kommunu Í dag letur Vága kommuna plantupakkar til øll húski í kommununi VILMUND JACOBSEN Umhvørvisdagarnir byrjaðu við, at borgarar í kommununi seinasta leygardag ruddaðu í egnum umhvørvi og býlingum. Um kvøldið var felags hugni við báli og felagssangi á sand­ inum í Sandavági. Mánadagin varð ruddað í grannaløgum, og arbeiðsfólk hjá kommununi koyrdu runt og heintaðu ruskposar og annað, sum fólk høvdu savnað sam­an. Í gjár - týsdagin - var stranda­ rudding á skránni, har tari og burturkast varð ruddað niðri á sandinum og fram við Leitis­ vatni. Klokkan 16 í dag letur Vága kommuna plantupakkar, har velj­ast kann ímillum fimm ym­isk sløg av plantum, og her er eisini ein størri planta til hvørt húski. Tíðliga í kvøld verður kjak um burturkast, sankutøð og seyðatálg. Her verður eisini kunnað um eina royndarverkætlan at savna lívrunnið burturkast frá húsarhaldum til sankutøð, og her fer eitt nú Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, at greiða frá. Borgarar í kommununi kunnu tekna seg til at verða við í verkætlanini. Á nýggjárinum er gamalt at seta blikk upp fram við vegn­ um í øllum bygdunum í komm­ ununi. Vanligt er at fylla petr­ ol­ium á og so seta eld í. Men, tað er eisini møguligt at gera hetta eitt sindur meira um­ hvørvisligt við at brúka seyða­ tálg. Hetta hevur eitt nú verið roynt í Kvívík. Í Vága kommunu ætla tey, at fólk, sum skipa fyri í Kvívík, skulu koma vestur í heyst, tá slaktið er, at leggja lag á við tálgini. Bæði í Sandavági og Miðvági verða stórar útstykkingar framdar í næstum. – Eftirspurningurin eftir grundstykkjum er stórur, og nú eiga vit bert fá grundstykki eftir. Tí arbeiða vit nú við tveimum stórum útstykkingum, eins og ætlanir eisini eru um nýggjar útstykkingar í Vatnsoyrum VILMUND JACOBSEN Fólkatalið í Vága kommunu, sum fevnir um Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, hevur í fleiri ár staðið í vøkstri. Sambært tølum hjá Hagstovu Føroya yvir fólkatal, búðu 2.149 fólk í Vága kommunu fyrst í juni mánaði í ár. Í øllum Vágaøkinum, sum eisini fevnir um Sørvágs kommunu - Sør­ vág, Bø, Gásadal og Mykines - var fólkatalið um somu tíð tilsamans 3.381. Eyðdis Hartmann Niclasen, sum í stívliga hálvt fjórða ár hevur verið borgarstjóri í Vága kommunu, sigur, at fleiri nýggj sethús eru bygd í kommununi seinnu árini. - Sethús eru bygd bæði í Sandavági og Miðvági, og vøkst­urin hevur serliga verið har, sum kommunan hevur havt góð grundstykki at vísa á. Áhug­in at seta búgv er fram­ vegis stórur, og vit hava nógv fólk á bíðilista, sum vilja byggja sær hús í kommununi. Eyðdis Hartmann Niclasen hevði ongar royndir í politikki, tá hon varð vald í býráðið í Vága kommunu í 2016 og tók við sum borgarstjóri hin 1. janu­ar í 2017. - Eg kann siga, at eg kom beint inn av gøtuni og í borg­ arstjórasessin. Hetta hevur verið bæði spennandi og læru­ ríkt, ásannar hon. At útvega grundstykki Men, avbjóðingarnar í bý­ráðs­ politikki eru stórar, og soleiðis er eisini í Vága býráði, har nógv er í gongd, og ymiskar verk­ætlanir bíða eftir at fara í gongd. - Ein av stóru avbjóð­ing­un­ um er at nøkta tørvin á grund­ stykkjum, nú bert nøkur fá grundstykki eru eftir í Sanda­ vági og Miðvági. Vit hava trý tøk grundstykki í Miðvági, tvey í Sandavági - og so hava vit trý í Vatnsoyrum. Men í Vága kommunu leggja tey stóran dent á, at fólk, sum ætla sær at seta búgv í kommununi, eisini skulu fáa høvi til tess. Borgarstjórin ásannar tó, at tað tekur tíð at nøkta eftir­ spurn­ingin. Útstykking í Sandavági Taka vit fyrst Sandavág, hevur býráðið samtykt at keypa eitt stórt lendi til framtíðar út­ stykk­ing. Talan er um ein stór­ an part av lendinum niðan í móti og oman fyri vakstrar­ húsið. - Lendið er ikki keypt enn, men eigarin hevur játtað at selja. Ein fyribils tekning er gjørd sum vísir á leið, hvussu út­stykkingin her kemur at síggja út. Hetta økið liggur væl fyri og er nær við alfaraveg. Nýggja útstykkingin, sum verð­ur her, kemur líka sum í fram­haldi av stóru útstykk­ ing­ini í Sørpum, sum er nýggj­ asti býlingurin í Sandavági. Eyðdis Hartmann Niclasen sigur seg í løtuni ikki duga neyvt at siga, nær henda út­ stykk­ing verður klár. - Tá lendið er keypt, skal verk­ætlanin projekterast, og vegur skal gerast inn á økið. Eg vænti tískil ikki, at verulig gongd kemur á hesa út­stykk­ ing fyrr enn einaferð næsta ár, sig­ur borgarstjórin. Eisini í Miðvági Arbeiðið at útstykkja átta nýggj grundstykkir heiman fyri Skaldaveg í Miðvági byrj­ aði fyri hálvum øðrum mánaði síðan, og tað var borgarstjórin, sum fekk heiðurin at loysa fyrsta flagið hin 28. mai í ár. Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at arbeiðið í Miðvági gongur væl, og her verða for­ tov og ljós við vegin, eins og komm­unan leggur allar íbind­ ing­ar til grundstykkini. - Grundstykkini eru ikki matr­ik­ulerað enn, og tíski kunnu tey ikki seljast, fyrr enn tað er komið upp á pláss. Hon vísir á, at útstykkingin á Heiðatrøðni er partur av ein­ ari størri útstykkingarætlan Høvi verður hjá nógvum at byggja byggja í Vága kommunu í Vága kommunu