týsdagur 14. juli 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 4. september 2019 · Nr. 140
VESTANSTEVNA
Ein perla
í Miðvági
VILMUND JACOBSEN
Nú væntast kann, at før
oyingar í størri mun enn
áður fara at leita sær
heimlig og hugnalig støð í
summar, er eitt stað, sum
viðarlundin í Miðvági eitt
frálíkt høvi.
Viðarlundin á Tungu er
ein sonn náttúruperla. Her
er opið fyri vitjandi, og tað
er ábyrgdin hjá hvørjum
einstøkum at fara væl um.
Friður og sómi valda í
viðarlundini, og her verður
heitt á vitjandi um at
fylgja teimum leiðbeining
um, sum eru.
Í uppslagi, tá tú fert inn
um portrið, verður víst á,
at fólk skulu halda seg á
gøtunum og annars á teim
um plássum í viðarlundini,
sum eru gjørd til uppi
halds.
Er talan um tiltøk ella
skipað virksemi, skal loyvi
biðjast um tað framman
undan.
- Súkklur skulu leiðast
og ikki er loyvt at koyra
við motorakførum, undan
tikið avlamistólum, verður
sagt í leiðbeiningini til við
arlundina á Tungu.
fyri økið, og hetta verða tey
fyrstu átta grundstykkini av
umleið 50, sum fara at koma á
trøðni.
- Vit hava keypt lendið, og
her er so gott sum klárt at
byrja. Tað, sum er serstakt við
nýggja býlinginum á Heiða
trøðni, er, at hann verður
bundin saman við gøtum og
fríøki, og her verður trygt hjá
børnum at ferðast og spæla
millum húsini, sigur borgar
stjórin.
Her eru grundstykkini
Eyðdis
Hartmann
Niclasen
vísir á, at tvey grundstykki eru
tøk við Dagmarsgøtu, og eitt er
tøkt við Olivarsveg - øll norð
uri á Heiðum í Miðvági.
- Tey bæði grundstykkini,
sum eru tøk í Sandavági, liggja
við Smæruteig norðuri í Sørp
um.
Borgarstjórin sigur, at ætl
anin er eisini at gera nýggjar
útstykkingar í Vatnsoyrum,
men her eru grundstykki tøk
sum er.
- Fyri tíð síðan vórðu fýra
grundstykki boðin út í Vatns
oyrum, og av hesum eru nú trý
eftir. Øll liggja við Oyraveg -
við góðum útsýni yvir Leitis
vatn, leggur Eyðdis Hartmann
Niclasen aftrat.
Renning og minisprint í Vágum
Á vestanstevnu verður bæði
barnarenning, vaksnamannarenning,
minisprint-kapping, og her verður
eisini gang-og-renn fyri heilsuna
VILMUND JACOBSEN
Á vestanstevnu verður vest
anstevnurenning, og her fer
Frælsi at skipa fyri fýra til
tøkum.
Fríggjadagin
klokkan
17
verður barnarenning, vaksna
mannarenning og tað, tey
rópa tri-mini-sprint, og her
hittast luttakarar við gamla
hondbóltsvøllin.
Haraftrat
verður tiltakið gang-og-renn
fyri heilsuna leygarmorgunin
klokkan 10.
Tri-mini-sprint verður fyri
skipað saman við Føroya Tria
thlon Felag.
Í ár er Frælsi aftur farið
undir at bjóða barnavenjing.
Teinarnir, sum børnini renna,
eru ein kilometur og tríggir
kilometrar, og her verður
kappast í bólkunum, børn og
unglingar.
Vaksnamannarenningin verð
ur ein sonevnd býarrenning,
har runnið verður í miðstað
arøkinum,
og
teinurin
er
fimm kilometrar.
Sum nakað nýtt verður á
vestanstevnu eisini skipað
fyri einum minisprint-tiltaki,
sum tað verður rópt.
Her verður svomið 400
metrar á vágni, síðan verður
súkklað 10 kilometrar, og at
enda skulu rennast tríggir
kilometrar.
Tað er eitt krav, at allir lut
takarar svimja í vátdrakt og
hettu.
- Hvør luttakari skal hava
ein kassa, ílat ella balju við,
har klæði og útgerð hjá við
komandi kann verða í. Áðr
enn farið verður at svimja,
verður ílatið sett inn á økið
við hondbóltsvøllin.
Tá liðugt er at svimja,
rennur hvør luttakari til sín
kassa, letur seg í til súkkling
ina og koyrir brillur, vátdrakt,
hettu og annað frá svimjingini
í kassan.
- Síðan tekur luttakarin
súkkluna og rennur út úr
skiftigeiranum við súkkluni,
áðrenn viðkomandi kann fara
upp á súkkluna. Tá liðugt er
at súkkla, fer luttakarin av
súkkluni, áðrenn komið verð
ur inn aftur í skiftigeiran.
Her kunnu súkkluskógvar
nir skiftast út við renniskógv
ar.
- Soleiðis hevur luttakarin
skil á egnari útgerð gjøgnum
kappingina.
Kappingarnar eru á opnum
vegi, og tískil eru vanligar
ferðslureglur galdandi. Tó verða
fólk á rutuni, sum royna at
hjálpa til í støðum, har nógv
ferðsla kann væntast.
- Kappingarnar byrja klokk
an 17, og luttakarar skulu
møta í seinasta lagi klokkan
16. Race-brifing verður klokk
an 16.30, og tá skal øll útgerð
verða klár og sett upp á pláss.
Seinasta freist at melda til
tri-mini-sprint er í dag, miku
dagin 15. juli klokkan 18 á
www.frælsi.fo.
Tilmelding til barna- og
vaknsnamannarenning
fer
fram á www.frælsi.fo ella á
staðnum.
Eru
spurningar,
kunnu fólk seta seg í samband
við Arnfinn Helmsdal á tlf.
243543, leggja fyrireikararnir
aftrat.