Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55 TÍÐINDI TØKK Randi Langgaard Bjarkhamar f. 07.08. 1955 – d. 19.03. 2020 Vit vilja takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra kona mín og systir okkara andaðist og varð jarðað. Tøkk til skipara og manning á Smyrli fyri beinasemi. Tøkk til Sumbiar kommunu fyri sýnda vælvild. Tøkk til Patrick, prest, fyri troystarrík orð. Tøkk til sanagarar, organist, klokkara og berarar. Eisini vilja vit takka fyri blómur, kransar og minningargávu til Sumbiar kirkju Familjunnar vegna: Dorius, Connie og Leila Summarfrí Skrivstovan er stongd frá 20. juli til 17. august 2020 Arbeiðsfelagið Hæddin Tey flestu vilja hava gassgrill - Tað eru serliga Weber-grillirnar, ið koyra við gassi, sum fólk spyrja eftir. Her hava vit tríggjar støddir. Hesar koyra ógvuliga væl, og her er einki, sum rustar, sigur Birna Sandoy Eyðsteinsdóttir, leiðari í byggibúðini hjá Balslev í Hoyvík VILMUND JACOBSEN Tað er summar, og hetta er tíðin, tá familjur leita sær út um at grilla og njóta løturnar. Hóast føroyska veðurlagið eis­ ini kann vera svikaligt onkrar dagar um summarið, skerst ikki burt­ur, at hetta er tíðin, tá vit meira enn vanligt vilja vera úti og hugna okkum saman. Í byggibúðini hjá Balslev í Hoy­ vík merkja tey eisini, at tað er summar, og at viðskiftafólk leita eftir vørum, tingum og lutum, sum hoyra summarinum til. Flestu velja gassgrill Birna Sandoy Eyðsteinsdóttir er leiðari í byggibúðini hjá Balslev. - Jú, vit merkja, at fólk spyrja eftir máling, urtagarðsamboðum og grillum. Hon sigur, at tá ræður um grillir, hava tey bæði gass-og kol­ grillir, men seinnu árini hava tey verið nógv fleiri, sum keypa gass­ grill. - Tað eru serliga Weber-grill­ir­ nar, ið koyra við gassi, sum fólk spyrja eftir. Her hava vit tríggjar støddir. Tvær kunnu rópast ferða­ grill­ir, sum merkir, at tær skjótt kunnu klamsast saman og takast við á ferðina - antin tað er til ein tjald­ingartúr, kampingvogn ella bát. Hon sigur, at hin størsta Weber- grillin er ein stationer grill, sum verð­ur brúkt á terassuni ella í garð­inum heima við hús. - Men, í dag búgva nógv í íbúð­ um, sum ofta hava avmarkað pláss, og tískil eru tær báðar smærru Weber-grillirnar ofta væl egn­aðar til slíkar umstøður, leggur hon aftrat. Weber rustar ikki Birna Sandoy Eyðsteinsdóttir vísir á, at dygdin í Weber-grillunum er fantastisk. - Tær koyra ógvuliga væl, og her er einki, sum rustar. Spurd, hví hon heldur, at so mong seinnu árini eru farin frá koli til gass, sigur hon, at fólk ivaleyst halda, at gassið er lættari, skjótari og meira ómakaleyst. - Tað er bara ein veruleiki, at vit seinnu árini hava selt nógv fleiri gassgrillir enn kolgrillir. Fólk koma úr arbeiði og hava hug til at grilla beinanvegin. Kolið krevur eitt sindur meira tíð, sigur hon. Keypa størri grillir Birna Sandoy Eyðsteinsdóttir heldur eisini, at fólk sum heild keypa størri grillir í dag, enn tey gjørdu fyrr. - Áður seldu vit nógvar grillir av teimum smæstu, men í dag selja vit nógv fleiri miðalstórar - og so ta størstu, sum eisini gongur væl. Søluleiðarin í byggibúðini hjá Balslev sigur, at umframt at selja grillir, hava tey eisini alt annað tilhoyri til grilling. - Vit hava gassfløskur til ta minstu Weber-grillina, tí hetta er smáar fløskur, sum vit eisini selja, men vit lata aðrar veitarar um gassfløskur til tær báðar størru grillirnar, sigur Birna Sandoy Eyðsteinsdóttir, sum leggur aftrat, at sølufólkini altíð vilja vegleiða, tá fólk hava spurningar í samband við keyp í byggibúðini. Sosia fyrst og fremst www in fo