týsdagur 14. juli 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VIÐMERKING
Sa sjet bara
tórbjørn jacobsen
Guvernørarnir
í
russiskum
provinsum eru í hesum døgum
gyrdir í brøkur. Putin forseti
lovar øllum gull og grønar
skógir, lovar at hækka al
mennu útreiðslurnar til væl
ferð, men hann ætlar ikki, at
miðstjórnin við Reyða Torgið
skal borga, rokningin verður
send illa sperdu regiónunum
kring hitt stóra ríkið. Fólkið
fagnar
forsetanum,
meðan
guvernørarnir sita eftir við
rokningunum, og fleiri teirra
verða trýstir út á privata láns
marknaðin at fáa fígging til
populistisku lyftini frá væl
varda sjefinum handan múrar
nar í Kreml. Á hini kátu rang
uni hava russar nú broderað
eina søgu um forsetan, har
hann vælhýrdur kemur inn á
eina
vælmannaða
drykkju
stovu. Fagnaðurin er øgiligur,
táið hann bjóðar øllum barr
gestunum
ein
umgang
av
sterkum ráka. Barrvørðurin
yppir øksl, sjónliga órógvaður
av, hvør ið skal bera kostnaðin,
men tá letur í Vladimir Vlad
imirovich Putin: “Sa sjet bara.”
Húsið borgar.
Húsið borgar – hesin kult
ururin/moralurin
er
ikki
ókendur í Føroyum. Er tað ikki
danski
ríkiskassin
ið
ber
kostnaðin, hendir tað ferð eftir
ferð,
at
landsmyndugleikin
tekur kostnaðarmiklar avgerð
ir og hongur rokningarnar um
herðarnar á kommununum og
í undirstøðumálum gerst kar
ráa frumskógarhugsanin alt
meiri dominerandi.
Tá stovnurin hjá Landsverk
frøðinginum eftir seinra kríggj
av álvara fór undir at knýta
bygdir og oyggjar saman, vóru
fíggjarligu atlitini solidarisk –
samfingni landskassin fíggjaði
saman við vegskatti og øðrum
gjøldum íløgur og rakstur.
Kreativ høvd mundu seinri
halda, at uppaftur meiri ferð
skuldi á undirstøðuvagnin, og
tá landskassin var ov óman
øvrerligur at fáast við, fingu
vit mixaðu partafeløgini, har
landskassin
yvir
ár
setti
fíggjarlig innskot – partapen
ing - í partafeløg, meðan tey
akandi skuldu gjalda fyri rest.
Við hesum hvarv solidariska
hugsanin í undirstøðumálum
– í minsta lagi varð hon balk
aniserað – spjadd – soleiðis, at
økir vóru sett upp í móti øðr
um. Undirstøðan var ikki long
ur eitt mál sum allir føroyingar
varðaðu av – nú var Norðoya
tunnilin ein undirsjóvarsmoga
hjá klaksvíkingum og Vága
tunnilin var í ogn hjá vágafólki
burturav – undir øllum um
støðum
gjaldið
fyri
at
smoyggja sær ígjøgnum hesar
smogurnar, sum titanskir rák
snúningar vilja foykja burtur
– serliga táið val til demokrat
iskar institutiónir er undir
uppsigling.
Veruleikin er kortini ein annar:
•
Landið setti 160 mió. kr. í
Vágatunnilin – 53% av
íløguni á 300 mió. kr.
•
Landið setti 235 mió. kr. í
Norðoyatunnilin – 63% av
íløguni á 375 mió. kr.
•
Landið fer at seta 400 mió.
kr. í EST – 14% av íløguni á
2.900 mió. kr.
Í mínari tíð á Føroya løgtingi
komu Skálafjarðartunnilin og
Sandoyartunnilin við jøvnum
millumbilum upp í politiska
sævarmálan. Á vetri í 2008 var
samráðst um eina CHE-sam
gongu, og umframt at nógvir
aðrir knútar skuldu loysast, so
ivaðist ongin í, at júst tunnils
málið kundi gerast ein gord
iskur knútur. Rúm fór við
vissu ikki at vera fyri íløguni á
fíggjarlógunum árini frameft
ir, tí máttu onnur ráð takast.
Gerhard Lognberg og Páll á
Reynatúgvu og nakrir eystur
oyingar vóru partar av sam
ráðingini, og í mun til, at hetta
fór at gerast ein 17´manna
samgonga,
hendi
tað
eitt
kvøldið, har vit, nakrir okkara,
sótu og prátaðu saman, at hug
skotið kom í, at einasta loysnin
var at skekla hesar báðar tunl
arnar saman í eina íløgu. Eftir
skipanina
av
samgonguni,
virkaði Vinnumálaráðið víðari
við hesum hugskotinum – men
alt fall kortini til jarðar sum
eitt
korthús,
táið
CHE-
samgongan varð borin út um
politiska gravarmúlan – eftir
at
Javnaðarflokkurin
enn
einaferð staðfesti, at hann ikki
toldi roykin í tjóðskaparliga
bakarínum – og grulvaði aftur
undir dintilin á Sambands- og
Fólkaflokkinum.
Eftir recessiónina árini eftir
2008/09,
har
myndugleikin
hevði nógmikið av stríði, bara
við at halda stásinum við líka,
hvarv tunlatosið fyri eina tíð.
Tá konjunkturarnir vóru við
gangandi aftur, vánirnar betri,
fingu nakrir professionellir
spekulantar í Keypmannahavn
tað hugskot, at nakað væl av
peningi kundi vindast burtur
úr einum tunli undir Tanga
firði. Teir egndu fyri flundru –
ráðharrin, aðalstjórin og onkur
annar bitu á – hingu á agn
haldinum.
Sandoyartunnilin
hevði fingið mønustingin við
CIP-loysnini – avkastið til CIP-
spekulantarnar hevði verið á
leið tað sama, sum Sandoyar
tunnilin nú fer at kosta. Harrin
havi lov fyri at onkur fekk
steðgað tí ørskapinum, hini
nationalu
katastrofuni,
ið
kendist hava ein sterkan farra
av infrastruktuellum religiøs
iteti yvir sær, og annars bara
tóktist hava til endamáls at
flyta pening í milliardaklass
anum av landinum, fyri at
polstra eina spekulatiónsenkl
avu hjá donskum pensións
kassum. Varð blekk brúkt til
tað sáttmálauppskotið, hevði
Sandoyartunnilin ligið í ógvi
liga tungum sjógvi í dag.
Við CIP-loysnini – Eystur
oyartunlinum einsamøllum –
hevði kostnaðurin fyri at aka
aftur og fram undir Tangafirði
verið hægri enn gjaldið, sum
nú er fráboðað. Stóð Sandoy
artunnilin einsamallur – við
góðu fíggingini hjá EST –
Tunnilsfelagnum
–
høvdu
sandoyingar
og
vit
onnur
verið kravd eftir 700 krónum
hvønn vegin – 1.400 krónur til
samans fyri ein vanligan bil til
og frá Sandoy ella øvut.
10. apríl 2014 bragdaði aftur í
undirsjóvar undirstøðuni. 30
av 30 møttum tingmonnum
atkvøddu fyri at fara undir at
gera teir báðar tunlarnar, sum
longu eru komnir væl áleiðis.
Ivaleyst
eru
bæði
Jørgen
Niclasen,
sum
legði
málið
fram, og tingið komin til ta
niðurstøðu, at Sandoyartunn
ilin hevði ligið eftir í drúgva tíð
framyvir, varð hann ikki krøkt
ur í onkra aðra solidariska
fíggjarskipan.
Nú, fleiri mánaðir fyri at
koyrandi verður í Eysturoyar
tunlinum, er felagið komið
fram á torg við kostnaðinum,
fyri at flyta seg undir havbotn
inum millum tær báðar størstu
fólkakonsentratiónirnar
í
landinum. Høvuðsstaðin og
Skálafjørðin.
Ikki
óvæntað
funnu miðlarnir, serliga í Eyst
uroy, teir mest fýrahyrntu
skallarnar til tess at gera eina
meting um útspælið. Hesi kik
aðu í stóran mun niður í nalv
an á sær sjálvum, okkurt slag
av egocentriskum herðindum,
og søktu at prísásetingini í so
stóran mun, at lurtarin fekk ta
fatan, at tunnilin fór at standa
tómur tey næstu nógvu árini,
um leiðsla og nevnd ikki tóku
betri partar fyri seg.
Byggir tú tunlar fyri milli
ardir, krevst fígging, og ætlast
kann, at teir sum læna felagn
um pening, í hasum klassanum,
krevja ábyrgd og skjalprógv í
fæi og mettum ferðslutølum,
um EST-Krambúðin fæst at
bera seg – undir øllum umstøð
um so frægt, at hon megnar at
gjalda lænta peningin aftur
yvir tíð. Nevndarformaðurin
og stjórin, Bergur og Teitur,
hava ikki gjørt annað enn tað
sum krevst, táið man nú hevur
tikið partar av útbyggingini av
undirstøðukervinum úr hin
um stóra solidariska pottinum
– landskassanum – og lagt
hesa í partafeløg, sum hava
aðrar og serskildar treytir at
virka eftir.
75 krónur fyri ein vanligan
bil annan vegin – 150 krónur
aftur og fram – kann ljóða av
nógvum.
Stóð
Eysturoyar
tunnilin einsamallur - við ver
andi fígging - gevur vanlig
høvurokning tað úrslit, at tað
hevði kostað áleið 30 krónur
hvønn vegin, og var tað hartil
møguligt
at
leingja
aftur
gjaldstíðina
fyri
tunlarnar,
hevði kostnaðurin verið upp
aftur lægri.
Hinvegin, so kostaði tað frá
byrjan 188 krónur at flyta seg
ígjøgnum Vágatunnilin (uttan
kubba) og kostnaðurin í Norð
oyatunlinum var frá byrjan 170
krónur (uttan kubba). Báðar
vegir sjálvandi, táið siglingar
leiðirnar vórðu lagdar niður. Í
dag vita vit, at kostnaðurin í
teimum báðum førunum bert
er brotpartur av hesum, ja, so
lágur, at hann ongan týdning
hevur í samlaða fíggjarhøpin
um hjá fólki og vinnu.
Kann ætla at EST tekur
psykologiska stríðið nú, meiri
enn hálvt ár áðrenn koyrandi
verður. Skal undra meg, um
hetta ikki er ein tilvitað strat
egi, ið m.a. hevur til endamáls,
at fáa teir mest rísnu hanarnar
at gala longu nú, fyri síðan at
fara undir eina systematiska
niðurlaðing av kostnaðinum.
Sálarfrøðilig vápn verða dúg
liga brúkt – m.a. hesar kyk
myndirnar á sosialu miðlun
um, har tú fært at vita hvussu
ómetaliga nógv tú sparir við
hesum høga prísinum - ístaðin
fyri at fara um fjøllini norðan
fyri.
Fyri
hvørja
krónu
í
lækking av kostnaðinum fara
vit, ið hava ørindir í høvuðs
staðnum, at kenna hana, lækk
ingina, sum eina gávu – og tað
man ikki fara at taka so drúgva
tíð haðartil gjaldið er komið
niður á eitt støði, sum munar
millum nakað og onki í pen
ingaliga høpinum hjá fólki og
vinnu. At tað hartil fer at bera
til at flyta seg turrskøddur,
undir taki, dastið av teininum,
man fara at muna nakað væl í
vetrarhálvuni.
Nú heldur onkur kanska, at
hugtakið solidaritetur er ein
socialistisk uppfinning – okk
urt sum Karl Marx ella onkur
annar reyður fantastur er
komin á í politiskari øði, men
tað er væl eldri enn so, hygg
bara at føroyska grindabýtin
um, og í grundini er hetta bara
ein menniskjaligur eginleiki, ið
skal til og krevst, um eitt sam
felag skal hanga saman.
Soleingi gamli Landsverk
frøðingsstovnurin bygdi und
irstøðuna út í Føroyum, var
hetta
fíggja
solidariskt
av
borgarum landsins yvir skatt
in. Lagið varð eitt annað, eftir
at høpið fyri partar varð lagt í
partafeløg.
Samhaldsfesti
hvarv í stóran mun, men var
endurvunnið í felagnum, sum
fekk í uppdrag at fremja verk
ætlanirnar Eysturoyartunnilin
og
Sandoyartunnilin.
Hetta
bendir á eina skinklandi og
prinsippleysa politiska kós, og
verður stýrt eftir hesi kósini,
viðvíkjandi einum komandi
Suðuroyartunli, kunnu útsikt
irnar fyri, at hann kemur,
liggja langt frammi í tíðini.
Sum er, er hann ikki skeklaður
í eina solidariska skipan á
sama hátt sum Sandoyartunn
ilin. Harvið eru vánirnar fyri
honum væl verri.
Tíðin er, sum vera man,
komin hartil, at útbyggingar
og rakstur av undirstøðukervi
landsins aftur verður lagt í
eina solidariska skipan – har
vit øll spaða til fyri áhaldandi
at menna samfelagið. Russiska
hugmyndin - sa sjet bara – at
tað altíð og stund er onkur
annar sum skal gjalda, fremur
onki samfelag.