Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55 NØVN Ein megnar kvinna, Sanna Johannesen rundaði tey níti 9. juni 2020 Sanna, ja hvør er Sanna. Danska orðatakið sigur “kært barn har mange navne”. So­ leiðis er við Sannu. Vit kunnu nevna nøkur: Sanna á Berj­ arheygnum, Sanna hjá Poul Eli, Sanna hjá Meistaranum, Sanna hjá Bedings­meistar­an­ um. Mamma Sannu var Oluffa, fødd Joensen, úr Klaksvík og pápin Jákup F. Jacobsen úr Fuglafirði. Tey vóru 4 systkin, Sanna, Petra, Óla Jákup og John Oluf. Petra doyði bert 6 ára gomul. Í dag er bert Sanna eftir á lívi. Sanna kom til Skálar sum ung genta, tá familjan flutti higar úr Klaksvík. Pápi Sannu, Jákup F. Jacobsen, hevði fingið starv sum bedingsmeistari á Skála Skipasmiðju. Hann var bedingsmeistari frá 1946 til 1958, tá hann og familjan fluttu til Havnar, har hann gjørdist bedingsmeistari á Tórshavnar Skipasmiðju. Sanna bleiv eftir á Skála. Hon giftist við Poul Eli Jo­ hanne­sen. Poul Eli var ikki borð­in til Berjarheyggjafestið, men av tí at eldri bróðurin, Hans Martin, doyði bert 30 ára gamal, ja so bleiv tað Poul Eli, sum festi eftir pápan, og Sanna bleiv bóndakona. Og bónda­ kona hevur hon verið og er tað partvís enn. Minnist, tá vit høvdu verið á fjalli um heystið í 1968, at ein segði, at nú er tað Sanna, sum hevur bakað pannu­køkur. Og hetta við pannu­køkum til fjallfólkið hev­ur Sanna gingið høgt uppí, og tað ger hon enn. Berjar­ heyggja­festið er nú farið á aðrar hendur, og fyrstu ferð nýggju eigararnir høvdu verið á fjalli, heldur ein av trúgvu fjallmonnunum fyri, at hetta er fyrstu ferð, eg eri á fjalli í Ytra Miðhaga, og ongar pannu­ køk­ur eru frá Sannu. Men soleiðis varð ikki, bæði hann og øll hini fjallfókini fingu aftur hesuferð tær væl­smakk­ andi pannukøkurnar frá Sannu. Tá nýggju eigararnir komu út á Berjarheyg at hoyggja, rópar Sanna á trapp­uni: “Komi og fái tykkum pannu­køkur øll somul”. Eg haldi at stakkurin av pannu­køkum mundi vera um­leið 26 cm høgur, og Sanna stóð klár at baka meir, um tað skuldi verið. Umframt tær góðu pannu­køkurnar, so er Sanna kend fyri at gera sera góð­ar kjøt­pylsur og rullu­pyls­ ur. Sanna er trúføst sum fáur. Hon hevur tænt Skála kirkju bæði væl og leingi, bæði í kirkju­ráðnum og sum kirkju­ verji. Hon hevur frá Hennara hátign Margrethu drotning fingið heiðursmerki fyri trúgva tænastu í meira enn 40 ár. Eisini í Meinigheitshúsinum hevur hon verið trúføst og ein hollur stuðul. Hon sat eisini í ungdómsnevndini í Meinig­ heits­húsinum í mong ár. Sanna og Poul Eli fingu 3 synir. Hans Martin, Jacob Pet­ ur og Eyðfinn, sum allir eru maskinmeistarar. Poul Eli doyði í 1979 bert 49 ára gamal . Góða Sanna. Vit vilja takka tær fyri tað, tú hevur verið fyri okkara bygd og fyri títt trú­ festi. Hjartaliga til lukku við 90 ára føðingardegnum og Guðs signing. Andrass Til svágin, Martin Múller, Martin hjá Erhard, til áminningar So fór Martin inn í ævigu hvíldina. Hetta kom ikki óvart á okkum, sum stóðu Martin nær. Í langa tíð hevur heilsan verði vánalig. Nú orkaði henda kempa ikki meir. Mongu árini á trolaradekki, har hann altíð var fyrstur at tørna til, høvdu týðiliga sett síni spor. Ryggur og bein vildu ikki meir, og so komu aðrar sjúkur eisini. Hann sigldi nógv við bæði før­ oyskum, norskum og grøn­ lendsk­um trolarum, og í sínum ungu døgum var hann eisini við ís­lendskum. Martin náddi at halda sín 80 ára føðingardag, har nógv fólk, vinir, familja og gamlir skips­felagar, heilsaðu honum, og í mongu talunum hoyrdi ein hvat dugur hevði verði í hon­um. Ein maður sum aldri spardi seg sjálvan. Eisini tá sjúk­an fór at gera um seg, kundi hann ikki binda frið. Eina­ferð komið var út á vitjan, tá sat hann vestan fyri húsini, og royndi at slætta túnið eitt sindur. Hann var sera skink­ lut­ur til beins, sat í grótrúgvuni og royndi at kastaði nakrir stein­ar her og har. Soleiðis var hann. Martin giftist við Elinborg, systur, og fingu tey fýra børn, tríggjar dreingir og eina gentu, sum øll eru komin væl undan. Elstur er Jacob Eli, arbeiðir á kontórinum hjá Sev í Havn, síðani Erhard, siglur úti sum maskinstjóri hjá Mærsk , býr í Trongisvági, Lars er politistur, býr í Hvalba, og yngst er Amy, lærari, og býr í Sumba. Abba­ børn­ini eru 10 í talið. Tá ið Martin kom inn í okk­ ara familju, gjørdust okur skjótt varigir við, at hann var sera hjálpsamur. Skuldi okk­ urt betongast, gravast ella smíðj­ast , so var hann altíð til­ reið­ar at hjálpa. Men stuttligast vóru teir mongu nát-unga túrarnir, ið ok­ur vóru saman, teir verða seint gloymdir. Eisini untist okk­um báðum at rógva kapp sam­an, vunnu hina minnuligu jóan­søkuna í 1986. Martin varð føddur í Pork­ eri, sonur Erhard og Gunnhild, og vóru tey átta systkin, fimm dreingir og tríggjar gentur. Dreing­irnir blivu allir sjómenn, og vórðu av bestu og raskastu trol­monnum. Martin plagdi at flenna at sínari skúlatíð í Porkeri, hann var meira niðri í mølini og úti á fjørð­inum enn í skúlanum, og fór hann eisini tíðliga úr skúl­ an­um. Fyrstu tíðina málaði hann hjá Johan Dam, altíð nevnd­ur Hannekiss, síðani hjá Sím­uni, og hevði Martin eisini sveina­prógv sum málari. Men havið dró, og tað bleiv hansara lívs­starv. Nú hann var vorðin sjúkur og trongdi til hjálp, var Elin­ borg altíð um hann, tað vóru tung­ir dagar fyri hana og fyri fami­ljuna at síggja hann spaku­liga vikna. Elinborg var eisini við honum á ymiskum upp­venjingarstøðum í Dan­ mark og í Føroyum, hon royndi tað hon kundi fyri at betra um heilsu støðu hansara, men tað gekk bert ein veg. Ikki kundi hon fara úr eygsjón, so rópti hann. Men tolin bar hon hesa byrð­una. Tíðliga í sjúkra­til­ gongd­ini hevði hon avgjørt, at á ellis­heim skuldi hann ikki, hon vildi ansa honum heima til tað seinasta. Ætlanin var, at hann skuldi koma heimaftur av sjúkrahúsinum, men at enda var heilsan so vánalig, at tann ætlanin bar ikki til. Leygar­morgunin 4. juli sovnaði hann stillisliga. Ein av ágrýtn­ astu, raskastu og bestu trol­ monn­um Føroyar hava fostrað var slóknaður. Trolið er lagt á dekkið, seinasta skrædda holið er bøtt, nálin er hongd á skottið, og hann er farin í koyggj­una fyri seinastu ferð. Kósin er sett á vitan inni á himm­alsku strondini. Okur sum stóðu honum nær, drýpa høvur og takka hon­um fyri tíðina. Orð eru altíð fátøk. Arnfinn