týsdagur 14. juli 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55
Hósdag 16. juli:
Milliónbúffur · Knettir · Nakkafilet
Fríggjadag 17. juli:
Rivjasteik · Lasanja
Leygardag 18. juli:
Neytasteik
Mánadag 20. juli:
Fiskafrikadellur · Forlorin hara
Týsdag 21. juli:
Royktur medistari · Stoktur høsnarungi
Mikudag 22. juli:
Stoktur fiskur 65,- kr. · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-15.00 & Ley: 9.00-14.00
TØKK
Takk fyri sýnda samkenslu, tá Mamma,
Vermamma, Omma og Langomma okkara
Dagny Joensen,
fødd 31. januar 1944
hin 29. apríl 2020 so óvæntað
og brádliga fór verðini frá.
Takk til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum,
ið vóru um hana og okkum. Takk til Sonju
Klein, prest, fyri ugga, hjálp og stuðul í
sváru døgunum fyri og eftir jarðarferðina.
Takk fyri sálmablaðið og vøkru og beinraknu
minningarorðini í Sosialinum, John og
Eirikur, og fyri telefonboðini, Álvur. Takk
til degn, organist, floytuspælara, sangarar
og gravara fyri hjálpina við jarðarferðini
og Kolbrún fyri serstakliga vøkru, litríku
blómurnar. Og takk til tykkum mongu, ið á
ymsan hátt vístu samkenslu. Til bindiklubban
og tykkum, ið fylgdu Mammu aftur til
hennara seinasta hvíldarstað undir liðini á
Babba: Vit eru inniliga takksom. Ein serstøk
tøkk og heilsan til Rannveig fyri lívlangt
vinarlag við Mammu og altíð
nærverandi umsorgan.
Georg, Óla Jákup,
Annika og Bjørg við familju
TØKK
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá
okkara elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma
Ebba Joensen, Gjógv
f. 16. september 1932 - d. 18. mars 2020
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Emil Olsen, prest, og tykkum fáu,
sum vegna serligu umstøðunar kundu fylgja
henni til gravar, men eisini tøkk til tykkum
mongu, sum fylgdu við á netinum. Tøkk
fyri uppringingar, heilsanir, kransar og
minnisgávur til Gjáar kirkju.
Eina serliga tøkk veita vit tykkum á
Korndalsbýlinum, sum vóru so væl um Ebbu,
ta tíð hon var har.
vegna familjuna
Símun, Kristian Jákup og Anna
TØKK
Eyðun Hammer
f. 23.09.1951 - d. 09.03.2020
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samskenslu og
hjálpsemi, tá góði maður, pápi, verfaðir og
abbi okkara
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til Theodor prest.
Elly, Rúni, Høgni, Ann, Arina og Elva
TØKK
Johan Müller
f. 14.11.1940 – d. 25.01.2020
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi,
abbi og langabbi okkara andaðist og varð
jarðaður.
Tøkk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum.
Takk fyri blómur, kransar,heilsanir og
minnisgávur til Leguhúsið í Nesvík. Takk til
tykkum mongu, sum fylgdu Johan til hansara
seinasa hvíldarstað, og til tykkum, sum
bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk til
Bergur fyri góð og troystarrik orð og takk til
Sólsetur fyri góða hjálp.
Inna, Jónleif, Fróði og Maibritt v/fam.
fyrst og fremst
www.in.fo