Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge/Jóannes Hansen Sunnudagin var 12. og seinast um­far fyri summarsteðgin í Betri deildini hjá monnum. HB helt fast í oddasessinum við 2-0 sigri á EB/Streymi. Dyst­urin var nógv merktur av, at bæði liðini høvdu spælt 120 minuttir í Løgmanssteypinum miku­ kvøldið. NSÍ vann 1-0 í Trongisvági við máli, sum Oddur Højgaard skor­aði. Finnur Justinussen er aftur farin at finna málið, og sendi argjamenn tómhentar heim og Uros Stojanov er stóra hetjan í Fuglafirði, eftir at hann skoraði hattrik í 3-0 sigrinum á Skála. B36 vann eisini flottan sigur á KÍ, sum tit kunnu lesa meir um aðrastaðni í blaðnum. Tað verður nú ein styttri summar­steðgur enn vanligt. Longu mikukvøldið í komandi viku eru dystir á skránni. KÍ, B36, HB og NSÍ skulu øll út í Evropa at spæla eftir ólavsøku, og tí eru dystirnir hjá teimum fram­skundaðir. KÍ-AB og NSÍ- Skála spæla mikukvøldið 22. juni, meðan grannauppgerð verð­ur í Gundadali millum HB- B36. HB er oddalið HB vann 2-0 í sundalagnum sunnu­kvøldið Dysturin byrjaði ikki fyrr enn klokkan 19. EB/Streymur boðaði undan dysti­num frá, at allar áskoð­ara­inn­tøkurnar fóru til Team Rynkeby Føroyar, sum savnar pening til børn við krabba og álvarsligum sjúkum. Hetta setti eisini sín dám á áskoðaraplássunum, har ein hálv hundrað súkklarar í gulum vóru samlaði at stuðla til­takinum. Sigurin er merkisverdur, tí HB hevur eina rúgvu av spælarum á skaðalistanum. Miku­kvøldið vóru fleiri millum teir fyrstu ellivu, sum frá kapp­ ingarbyrjan ikki vórðu rokn­ aðir at eiga tann leiklutin, sum teir nú eiga. Steinur varð lagdur oman á byrðu í 26. minutti, tá ið Bartal Wardum, sum síðani korona hevur verið álit í verjuni, noyddist av vøllinum, og Heðin Han­sen, sum leingi hevur verið skadd­ur, loysti av. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði miðvallarin Mathias Ny­ gaard HB á odda 1-0. Í hesum føri­num var Rói Zachariassen sera lítið sannførandi, tá ið hann eftir innlegg úr vinstri misti bóltin inn við nærra stólpa. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, var tað landsliðsspælarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, sum økti til 1-0. Tá átti Mathias Nygaard uppleggið. eftir horna frá Daniel Johansen og nýtt inn­legg. Tølini siga, at HB sigurin var rætti­liga sannførandi. HB vann seg fram til 13 hornaspørk, og EB/Streymur hevði trý hornaspørk. HB hevði átta royndir ímóti EB/Streyma máli­num, meðan heimaliðið onga roynd hevði ímóti máli­ num hjá HB. -Tað er hugburðurin, sum er so framúr. Vit stríðast og leggja ógvuliga nógv fyri. Spælarar, sum ikki hava átt so­vornan leiklut áður, hava víst rættilga stóra ábyrgd, og soleiðis var tað aftur í kvøld. Tá ið vit hyggja aftur á tey fyrstu 12 umførini, so var tað bara í Runavík, at vit ikki vístu hug­burðin og avrikið, sum vit ynskja at krevja av okkum sjálv­um. Besta fyrireikingin til næsta dyst, sum verður á ólav­søku, er, at spælararnir nú fáa høvi at halda frí í nakrar dagar, sigur HB venjarin Jens Berthel Askou. Uros skoraði øll málini Fótbóltslagið í Fuglafirði er heilt øðrvísi nú, enn tað var í fjør. Uros Stojanov er nýggjur toppskjútti í Betrideildini. Inn­til tað restaði eitt korter, var tað málleyst í Fløtugerði, men so skoraði ÍF tríggjar ferðir. Í undanumrøðuni varð sagt, at Karl Løkin var so illa darv­ aður av vøddaskaða, at hann ikki var førur fyri at spæla. Karl Løkin stríddist allan dystin á tamb á ÍF miðvøllinum, og hann legði upp til fyrsta málið hjá Uros Stojanov. Tað var við horna úr høgru,tá ið tað restaði eitt lítið korter. Tá ið tað restaði ein hálvur tími, varð Dánjal á Lakjuni skiftu­r inn á ÍF liðið. Hann átti upp­leggið til 2-0 málið eftir eitt tvey samanspæl við Hákun Ed­mundsson. Tað var tveir minuttir eftir fyrsta málið, og í næstsíðsta minutti staðfesti Uros Stojanov rimmar 3-0 sig­ urin eftir sending frá inn­skifta Gundur E. Petersen. Sigurin ber við sær, at ÍF eftir 12 umfør hevur 19 stig. Í fjør var samlaða úrtøkan eftir 27 umfør seks stig. -Vit arbeiddu nógv og væl, og spælararnir vístu sera góðan hugburð. At enda eydnaðist tað, og Uros Stojanov vísti enn einaferð, hvussu vandamikil hann er. Nú fara vit at halda frí í eina viku, áðrenn vit fara undir fyrireikingarnar til tað, sum er eftir at hesum kapp­ing­ ar­árinum, og vit gleða okkum, sig­ur annar av ÍF venjarunum Hans Jørgen Djurhuus. -Talan var um heilt javna uppgerð, inntil tað restaðu 20 minuttir. Áðrenn teir fingu fyrsta málið, høvdu vit fríspark á brotsteigarmarkinum. Miku­ kvøldið skoraðu vit í sovornari støðu, men tað eydnaðist ikki ídag. Um tað hevði eydnast, so kundi tað verið heilt spenn­ andi, sigur Skála venjarin Bill Jacobsen, og hann heldur fram: -Vit ætlaðu at ansa væl eftir Uros Stojanov, og tað gjørdu vit, inntil tað restaði eitt korter, men so vísti hann, hvør dugur er í honum, og tað var av­ gerandi, sigur Bill Jacobsen. Skála er aftast og bíðar fram­ vegis eftir fyrsta sigrinum. Oddur tók trý stig við Stórá NSÍ vann sunnudagin 1-0 við Stórá í Trongisvági. Einasta málið skoraði miðverjin Oddur Høj­gaard longu í fimta minutti eftir deyðbóltsstøðu. Tá ið ein hálvur tími var farin, hevði NSÍ heilt stóran møguleika at økja um leiðsluna, men Jann Benjaminsen misnýtti brots­ spark. TB hevði fleiri hornaspørk enn NSÍ, og TB hevði fleiri royndir ímóti málinum enn gestirnir, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Tórði Thomsen. Hetta var sjeynda ferðin í 12 dystum í lands­kappingini, at NSÍ fór av vøllinum, uttan at tað var eydnast mótstøðuliðnum at fáa mál. -Eg veit, hvussu torført tað er at spæla í Trongisvági, og eg eri ógvuliga fegin um úrslitið í dag og um avrikini higartil. Spæl­ararnir hava víst framúr hug­burð, og nú hava vit frí í fimm dagar, áðrenn vit fara at fyrireika okkum til restina av kappingini, sigur Glenn Ståhl. Nú finnur Finnur málið Tríggjar ferðir fyrr í ár hevur Víkingur ikki megnað fulla úr­tøku ímóti liðum, sum Vík­ ingur varð roknaður at vera favorittur ímóti. Sunnudagin var Víkingur favorittur á heimavølli ímóti AB, og tað eydnaðist at vinna. Vík­ingur vann 2-1 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Finnur Justinussen hevur verið roknaður at vera mað­ urin, sum skal skjóta flestu málini fyri Víking. Finnur hevði undan dagsins dysti skorað trý mál, hóast hann hevur 12. umfar: Betri deildin menn: HB er oddalið og Uros Stojanov úr ÍF er toppskjútti, nú feløgini fáa ein heilt stuttan summarsteðg. Fleir dystir vóru merktir av, at 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið var um vikuskiftið HB OG UROS HB OG UROS HALDA HALDA SUMMAR­FERIU SUMMAR­FERIU Á TINDUNUM Á TINDUNUM