hósdagur 16. juli 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020
SOSIALURIN 56
4
FRÆNDUR
FRÆNDUR
ÚTGEVA
ÚTGEVA
PLÁTUR
PLÁTUR
EYÐUN KLAKSTEIN
2020 skuldi verða størsta kon
sertárið hjá rockbólkinum Týr,
men tað mesta varð av ongum.
Týr skuldi á konsertferðir í
Europa, USA og Australia, og
bólkurin var sera spentur til
mongu konsertirnar, sum stóðu
á skránni. Men koronusjúkan
hevur broytt alt, og umleið 60
konsertir hjá Týr eru avlýstar
ella útsettar.
– Hetta árið royndist ikki so
væl, sum vit høvdu væntað. Tað
sá heilt gott, tá ið árið byrjaði, og
hetta skuldi verða okkara besta
ár higartil, tá um konsertferðir
ræður, sigur Heri Joensen,
sangari í Týr.
Fyriskiparar og tónleikarar
høvdu einki val. Neyðugt hevur
verið at avlýsa konsertirnar, tí
bæði avmarkingar í ferðing og
møguleikin at savnast hava sett
forðingar í vegin.
Nógv uttanlands
Týr er helst mest seljandi
føroyska tónleikanavnið. Teir
hava havt stóra undirtøku í út
landinum og eru eisini javnan
á konsertferð í Europa og
aðrastaðni. Týr hevur dyrkað
eitt serstak rockslag – eitt nú
við íblástri frá kvæðum, vísum
og norðurlendskari gudalæru
– og hetta hevur givið teimum
nógvar fjepparar í útlandinum.
Stóra heimaliga gjøgnum
brotið var rockútsetingin av
Orminum Langa, sum bólkurin
brúkti til Prix Føroyar kapping
ina í 2001.
Fyrsta útgávan hjá Týr var
»How far to Asgaard«, sum kom
í 2002. Árið eftir kom »Eric the
Red«. Frá 2006 til 2013 gav Týr
út fimm fløgur: »Ragnarok«,
»Land«, »By the Light of the
Northern Star«, »The Lay of
Thrym« og »Valkyrja«. Í fjør kom
útgávan »Hel«.
Í februar mánaði hevði Týr
stórfingnar konsertir í Norð
urlanahúsinum við Føroya
Symfoniorkestri og kóri. Út
seldu konsertirnar savnaðu
sera nógv fólk og skuldu verða
byrjanin til eitt spennandi og
hendingaríkt ár hjá bólkinum.
Umfatandi skrá
Í apríl skuldi Týr til USA og
Kanada at spæla umleið 20
konsertir. Hendan ferðin skuldi
vera saman við bolkum sum
Heidevolk, Trollfest og Metsat
öll. Teir skuldu spæla í býum
sum Los Angeles, San Fransisco,
Denver, Seattle, Kansas City,
Chicago og Toronto.
Í september skuldi Týr á ferð
HETTA
SKULDI
VERÐA
OKKARA
BESTA ÁR
Rockbólkurin Týr skuldi í
ár á konsertferðir í Europa,
USA og Australia, men
fleiri enn 60 konsertir eru
útsettar ella avlýstar
Frændur fara at endurútgeva
allar sína útgávur á vinyl
Í
1984 góvu Frændur
fyrstu útgávuna út
– »Saman við tær«.
Sangir sum »Hundurin
Brúni« og »Minnist tú gildið«
slóðaðu fyri einum ordans
gjøgnumbroti, og mest sum
frá fyrsta degi vóru Frændur
millum yndisbólkarnar hjá
føroyingum.
Síðan
hava
Frændur
– hóast onkran longri steðg
– verið virknir við útgávum og
framførslum, og teir hoyrast
framvegis av og á til konsertir.
Síðani fyrstu útgávuna í
1984, hava Frændur útgivið
fýra aðrar upprunaútgávur
umframt savnsfløguna »Svart
Gull«.
Í 1986 kom »Frændur II«, har
ikki minst sangurin «Føroyar«
gjørdist ein landaplága av
teimum heilt stóru – aðrir
sangir á útgávuni vóru »Eros«,
»Á um vit« og »Zelot«.
Í 1988 kom »80’ini«, sum
eisini var ein stórseljari. Um
framt plátur og kassettubond
var hetta fyrstu ferð, at ein
føroysk útgáva varð útgivin
á fløgu. Millum sangirnar á
hesari útgávu eru »80’ini«,
»Dubultsong« og »Til tey
stressaðu«.
Fýra ár seinni, í 1992, kom
fjórða útgávan hjá Frændum
– »Mítt land«. Heitislagið var
mest spældi sangurin á út
gávuni, men eisini sangir sum
»Uttanumtos«, »Vit viltust«,
»Afrodite« og »Gerandislag«
vunnu tokka millum manna.
Frændur vóru sera virknir
á konsertum í 1990’unum, og
teir savnaðu fólk sum eingin
annar tónleikabólkur kundi.
Hetta vóru árini við stórum
hallarkonsertum í Havn, í
Klaksvík, á Kambsdali og aðra
staðni.
Tað gingu 18 ár millum
fjórðu og fimtu útgávuna hjá
Frændum. Í 2010 kom útgávan
við heitinum »Frændur V«.
Nú vóru sangir sum »Røddir«,
»Hesar oyggjar«, »Tað besta til
tín« og »Gyðja« nógv at hoyra.
Frændur hevur útgivið tón
leik á kassettubondum, LP
plátum og fløgum, umframt
at útgávurnar eisini finn
ast talgiltar á netinum. Nú
hevur bólkurin tikið stig til,
at útgávurnar verða endur
prentaðar á vinyl. LP-plátan
hevur vunnið seg fram aftur,
og nú skulu allar Frændur út
gávunar gevast útaftur sum
LP plátur.
– Frændur takka ættarliðum
av føroyingum fyri at hava
hildið lív í sangunum. Tær
eru ikki allar plátur, sum
yvirlivdu ballini í 80 inum.
Alt lívið fær sínar skøvur. Nú
skriva vit 2020. Vit sleppa ikki
undan einum afturhvarvi.
Gleðin og longsulin hava
fylgt okkum. Eisini tað mugu
vit taka við. Plátusavnið skal
skiljast sum ein varði á leiðini,
ið vit vóna at sleppa at laða
saman við nøkrum av okkara
mest trúføstu stuðlum, siga
Frændur.
Frændur bjóðar fólki at
vera við í hópfígging av verk
ætlanini. Tað merkir, at tú
kanst vera við at fíggja útgáv
urnar og samstundis tryggja
tær eina ella fleiri LP plátur.
Eisini ber til at keypa sær
heimakonsert við Frændum.
Meira sæst um hetta á heima
síðuni hopfigging.fo.
Nú skulu allar tær væl umtóktu útgávurnar hjá Frændum útgevast á vinyl