Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020 SOSIALURIN 56 5 Lagt til rættis: Eyðun Klakstein í Europa. Hendan konsertferðin gekk undirnavninum »Heidnar Hetjur« og var saman við Arkona og Dalriada. Bólkarnir skuldu spæla í londum sum Pólandi, Estlandi, Litava, Finlandi, Svøríki, Danmark, Fraklandi, Belgia og Ungarn. Í oktober skuldu Týr fyri fyrs­ tu ferð spæla í Australia. Har skuldu teir hava konsertir sam­ an við Arkona í stórbýum sum Mel­bourne, Brisbane og Sydney. Umframt hetta vóru eisini ein­stakar aðrar framførslur á skránni og í umbúna. Nú er alt avlýst ella útsett, og Týr hevur ikki verið á palli síðani konsertirnar í Norður­ landa­húsinum í februar mánaði. Bíða til næsta ár Heri Joensen og hinir í Týr harm­ast, at mongu spennandi kon­sertirnar vórðu av ongum, men hetta hevur verið eitt óvan­ ligt ár fyri so mong. –  Nú hava vit sitið heima í hvør sínum landi í næstan eitt hálvt ár. Um ikki annað er hetta góð tíð at savna seg um at skriva tón­leik, sigur Heri Joensen. Aðr­ ir tónleikarar í bólkinum búgva í Ungarn og Kekkia. – Vit hava møguliga eina kon­ sert í Føroyum seinni í ár, men annars er alt annað flutt til næsta ár. Um tað gongur eftir ætlan, byrjar fyrsta kon­sert­ ferð­in í januar 2021, sigur Heri Joen­sen. Fleiri aðrir føroyskir tón­leik­ arar hava fingið konsertir í út­ landinum útsettar ella avlýstar í ár, og enn er ikki rættilig ferð kom­in á live-framførslurnar kring Europa aftur. – Hetta árið royndist ikki so væl, sum vit høvdu væntað, sigur Heri Joensen, sangari í Týr. Bólkurin skuldi á spennandi konsertferð, men alt varð avlýst ella útsett Í september mánaði ­kemur Eivør Pálsdóttir við nýggjari útgávu, sum hevur fingið heitið »Segl«. Ætlanin er, at plátan skal koma út tann 18. sep­ tem­ber. Longu nú ber til at uppliva ein av sangunum á útgávuni sum video. Í vikuni kom nýtt video til sang­in »Sleep on it« frá Eivør. –  Sjónbandalagið varð film­að og framleitt í Ís­ landi í ruðuleikanum av sótt­ar­haldi, COVID-19 og allari óvissuni, sum fylgdi við. Dugnaligi Einar Egils hevur framleitt, og Tómas Lemarguis, sum vit millum annað kenna frá filmunum »Blade Runner 2049« og »X-Men: Apocalypse«, leikar høvuðsleiklutin, sigur Eivør Pálsdóttir. Søgan er skrivað av Einari Egils og Elias K. Han­ sen. Stemningurin er rætti­ liga myrkur og er ein tulking av sanginum, sum eitt nú snýr seg um svøvnloysi og um truplar avgerðir, ein er noyddur at taka í lívinum.  Teirra tulking av sanginum ljóð­ar soleiðis: »Heimurin er  í upp­loysn. Tey núlivandi eru niður­ bundin og hava verið tað so leingi, tey minnast. Tey eru frá sær sjálvum. Tey trúgva, at Eivør er einasta vón­in, um tey skulu yvirliva, og tí má hon offrast.  Við hesari offring fella tey í ein ævigan, friðfullan svøvn.« »Sleep on it« kann síggjast á YouTube. Eivør við nýggjum video Eivør Pálsdóttir hevur gjørt nýtt video til sangin »Sleep on it« Eivør skal offrast í nýggjum video