hósdagur 16. juli 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020
SOSIALURIN 56
6
Formaðurin í vinnunevndini
hjá Tórshavnar býráð ætlar
at fáa lív í gamla bygningin
á Vestaru bryggju
ÁRNI GREGERSEN
S
tendur tað til formannin
í vinnunevndini hjá
Tórshavnar býráð, Boga
Andreasen, so skal lstóri
Bacalao-bygningurin á Vestaru
bryggju í Havn, gerast eitt nýtt
savningarstað.
Hansara ætlar er, at risastóri
bygningurin skal vera karmur um
alskyns aktivitetir, sum draga fólk
út á Vestaru bryggu.
- Millum annað kundi eg hugsa
mær, at har verða marknaðir av
ymiskum slag. Til dømis mat
marknaður av tí slagnum tey kalla
fyri street food aðrastaðni, men
eisini ein stórur sølumarknaður,
bæði fyri matvørum og øðrum,
sigur formaðurin í havnanevndini.
Stóri bygningurin hevur staðið
tómur fyri ein stóran part í mong
ár. Tó so – í niðastu hæddini bú
leikast Barið, sum er einasta land
ingarmiðstøð í Havn.
Hendan fyritøkan hevur øll
árini havt nógv virksemi í niðastu
hædddini og tað heldur sjálvandi
fram.
- Hetta verður ikki broytt. Nið
asta hæddin verður framvegis til
sjó- og fiskivinnufyritøkur, men
á hinum hæddunum er nógv
pláss – kanska einir 6000 til 7000
fermetrar tilsamans og eg haldi, at
tað er ikki rætt, at hetta stendur
púra tómt, sigur Bogi Andreasen.
Hann leggur afturat, at komm
unan hevur roynt at fáa fyritøkur
við tilknýti til sjóvinnuna at flyta
inn, men tað er ikki eydnast.
Nógvir møguleikar
Seinastu árini er tó hent eitt sind
ur. Skatara-felagið er farið inn har
og hevur havt felagshølir og breyt
á Bacalao.
Eisini eru tey, sum fáast við
at klintra, farin inn á Bacalao og
hava gjørt klintriveggir har, sum
tey brúka at venja seg á.
Onkrir aðrir felagsskapir eru
eini inni har, umframt at onkrar
smærri fyritøkur eru har, sum
ikki hava tilknýti til sjóvinnuna.
Millum annað er Næla inni har.
Næla arbeiðir við at framleiða
føroyskt grønmeti og urtir og
harafturat er ein fyritøka, sum
ger ís.
Bogi Andreasen sær fyri sær,
at hetta verður latið meira upp,
so aðrar fyritøkur eisini sleppa
framat.
- Bygningurin er stórur og ráur
og tí vælegnaður til ógvuliga nógv
ymisk endamál. Har er høgt til
loftið og tað er vælegnað at hava
tiltøk inn, sum annaars vanliga
eru uttandura, sigur hann.
- Hetta er kent úr grannalond
um okkara, at stórir ídnaðar
bygningar, sum ikki longur verða
brúktir til upprunaliga endamálið,
nú eru karmur um ymiskt annað,
sum á mangan hátt hóskar væl til
nútíðar samfelagið, sigur formað
urin í vinnunevndini hjá býráðn
um í Havn.
Fyri ikki so langari tíð síðani
hevur kommunan fingið eina
áheitan frá einum súkklufelag
um at sleppa inn á Bacalao og
gera súkklubreyt til teirra, sum
súkkla á rampum og gera ymisk
kynstur har.
- Møguleikarnir eru góðir, tí
gomlu frystigoymslurnar eru
ómetaliga stórar. Har eru nógvir
møguleikar, so nú haldi eg, at vit
mugu gera ein mastarplan fyri
bygningin og so koma í gongd,
sigur hann.
Bogi Andreasen sigur, at sjálv
andi eru tað smáting, sum skul
ugerast. Millum annað eru nøkur
brunatekniskt ting, sum mugu
fáast í rættlag, men hann heldur,
at hetta eru viðurskifti, sum lætt
kunnu fáast í rættlag.
Mat- og sølumarknaðir
Aðrastaðni, har slíkir bygningar
eru gjørdir til karmar fyri ymisk
um virksemi, er tað sum verður
nevnt street-food nógvastaðni.
Tað er í stuttum, at fólk koma
við matvørum, sum tey gera á
staðnum og so almenningurin
sleppur framat at keypa. Talan
er ikki um stórar fyritøkur, men
oftast um einstaklingar sum bjóða
skundverða av ymiskum slagi
fram.
Umframt hetta so er eitt rættu
liga langt høli, har vinnunevndar
formaðurin hugsar sær, at til ber
at hava markna til dømis hvønn
leygardag við føroyskum vørum.
- Hetta kann geraat sum tema,
har til dømis landbúnaðarvørur
eru á skránni ein leygardag, fiska
vørur ein annan og so framvegis.
Hetta kann gerast í bygninginum
í staðin fyri at vera uttandura,
sum ofta kann verða órógvað av
føroyska veðrinum, sigur Bogi
Andreasen.
Street-food og ma
Baclao-bygningin