Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020 SOSIALURIN 56 7 Politiska støðan Bogi Andreasen er formaður í vinnu­nevndini og hann hevur vent hugskotinum í býráðs­sam­ gong­uni í Havn. Semja er um, at onki verður gjørt í niðastu hæddini, tí hon er knýtt atd fiskivinnu og sjóvinnu, men formaðurin sigur, at tað er semja um, at okkurt má gerast við restina av bygninginum, so lív kemur í har. - Men tað er eisini semja um, at heild­arætlan eigur at verða gjørd fyri bygningin, so ikki alt endar sum hovsa-loysnir. - Sjálvt um vit gera tað, so kann hetta henda rættuliga skjótt. Tað skal ikki nógv umbygging til og bygn­ingurin skal ikki hitast á nakran hátt, so sjálvt um onkur sigur, at nú er val og tí komi eg við hesum, so er hetta nakað, sum eg havi hugsað um í eina tíð. Hetta kann henda longu í heyst um vilji er til tess, sigur Bogi Andreasen at enda. Ætlar at selja Sjóvinnuhúsið Sjóvinnuhúsið í Havn, sum er gamla Saltsølan og sum kommunan eigur, verður møguliga lýst til sølu ÁRNI GREGERSEN F ormaðurin í vinnu­ nevndini hjá Tórs­ havn­ar komm­unu, Bogi Andreasen, hev­ur ætl­anir um at selja Sjó­vinnu­ húsið á Vestaru bryggju. Í dag verður bygningurin í stóran mun leigaður út til Fróðskaparsetrið, men har eru eisini aðrir leigarar í dag. Millum annað heldur íverk­set­ arhúsið Hugskotið eisini til har. -Eg havi fingið fyri­spurn­ ingar frá fólki, sum hava áhuga í at keypa bygningin, sigur Bogi Andreasen. Kommuna keypti bygningin og hevur sett hann í stand. Bygningurin er vælegnaður til tað, sum hann verður brúktur til í dag. Leigumálini geva eina rímu­ liga inntøku. - Men tað er væl onki, sum sigur, at vit skulu eiga bygn­ing­ in. Vit hava hjálpt til at skapt hetta umhvørvið og fingið virk­semi inn í bygningin. Tí haldi eg tað er uppá tíðina at selja bygningin og fáa nakað av peng­um inn til havnina, sigur hann. Bogi Andreasem sigur, at tað eru fleiri fyritøkur, sum eiga pening í dag, men sum ikki loys­ir seg at hava standandi í pen­inga­stovnum, tí tær skulu gjalda negativa rentu fyri peng­ ar­nar. - Tí halda fleiri teirra, at tað gevur munandi betri mein­ing at seta pengarnar í fast­ogn og serliga har sum leigu­inntøkur fáast. Tí er Sjó­vinnu­húsið spenn­andi fyri fleiri teirra, sig­ ur formaðurin í havna­nevnd­ini í Havn. arknaður í um í Havn