Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020 SOSIALURIN 56 8 Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Útbúgvingarvegleiðarin á Vegleiðingarstovuni/Studna vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Útbúgvingarvegleiðarin arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so kemur svarið her í Sosialinum. 10 HUGSKOT TIL TÍN, SUM IKKI ER KOMIN INN Á YNSKTA LESTURIN ELLA BARA VIL BRÚKA EITT SABBATSÁR Á SKILABESTA HÁTT Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tak tað róligt, tað er ikki heimsins undirgangur, at tú ikki ert sloppin inn á ynskta lesturin í ár. Hóast tað kann kennast svárt, so er tað kanska ein meining við tí heila. Tað er í lagi at vera vónsvikin nú, men læt ikki hetta taka teg av fótum. Finn út av, hvat so kann henda! Sjálvt við corona hangandi yvir høvdinum, er tað ein rúgva, sum mann kann fara í holt við, so tað er bara fara í sving. Finn aðrar útbúgvingar Hevur tú hugsað um, at tað møguliga eru aðrir vegir til Rom? Sera nógv fólk enda við at arbeiða við onkrum heilt øðrum enn tí, sum tey hava lisið. Tað eru sjálvandi ikki nógvar útbúgvingar at velja í, um tú fegin vilt vera lækni ella sakførari, men hevur tú eitt annað dreymastarv, kanst tú umhugsa, um har eru aðrar útbúgvingar, sum kunnu fáa teg at enda á somu leið. Minst til! Útbúgvingar við einum høgum miðaltali eru ikki torførari ella betri enn aðrar, tað snýr seg um talið á lestrarplássum í mun talið á umsøkjarum, og einki annað. Kanna tøk lestarpláss Kanna um tað eru tøk lestrar­ pláss í august? Kanska í einum øðrum býi, enn í tí býnum, sum tú hevur søkt? Ella ein útbúgving, sum minnir um tað, sum tú fegin vilt. Har er fyri tað mesta ein rúgva av plássum at velja ímillum. Kanska onkra útbúgving, ið tú altíð hevur umhugsað, men ikki ordiliga heldur, at tú vilt arbeiða við í longdini, sum tú hevur tíð at royna nú. Les aðrastaðni Innan fyri ríkisfelagsskapin er í veruleikanum bara eitt lít­ ið úrval av útbúgvingum, um mann hyggur at heildini, um­ hugsa tí at fara undir lestur uttan fyri landamørkini í ríkis­felagsskapinum. Har finnur tú eisini útbúgvingar innan medicin og odontologi (tannlækni) í millum annað Póllandi, sum eisini kunnu brúkast í ríkisfelagsskapinum. Byrja á háskúla Háskúlarnir hava tíbetur latið upp aftur fyri upptøku, og tað er ein rúgva at velja í. Tú kanst sleppa at nørdast við ítróttargreinum, kreativum síðum ella menna teg fakliga á teimum mongu ymisku há­ skúlu­num í Danmark og í Før­oyum. Samstundis fert tú at hitta hópin av fittum og stuttligum fólkum, og knýta vinabond fyri lívið. Tað eru góðir stuðuls­møgu­ leikar til tann svenska fólka­ háskúlan - Nordiska Folk­hög­ skolan, Kungälv við Gøteborg við hálvum fríplássum til føroyingar og Nordisk høj­ skole­stipendium á 700 kr. um vikuna til háskúlar í øðrum norðurlendskum londum. Far út og ferðast At ferðast er nokk ikki tað fyrsta, sum mann hugsar um, tá corona framvegis herjar kring heimin. Men sum heimurin so líðandi letur meira og meira upp, kundi tað sæð út til, at har eru møguleikar í tí nýggja árinum. Kanska verður tað neyðugt at skúgva dreymaferðina til viks í nøkur ár, og gera tað í eini summarferiu, um tey londini, sum tú hevur umhugsað, fram­ vegis eru hart rakt, men tað fara heilt sikkurt at vera onn­ ur lond, sum tú saktans kanst ferðast til. Tú kanst eisini umhugsa, um tú vilt sameina ferðina við til dømis eitt skeið sum skíðlærari, kavaraprógv ella taka eitt málskeið uttanlands! Byrja upp á eitt frítíðarítriv Brúka tíðina til at læra okkurt nýtt! Kanska hevur tú eina kreativa ílegu, sum tú aldrin hevur havt stundir at hjúkla um. Kanska hevur tú altíð droymt um at blíva dugnalig/ ur til at gera leirkrukkur, binda kular troyggjur, verða tann næsti súrdeiggjsbakarin ella at spæla batttennis. Hvat tú so hugsar um, er tað í øllum førum nú, at tú hevur tíðina til at dyrka títt frítíðarítrív, og gerast framúr til tað. Finn tær eitt arbeiði Teir nógvu møguleikarnir krevja sum oftast eitt sindur av peningi á kistubotninum, so meðan tú kortini bara gongur og bíðar eftir, at heimurin letur upp aftur, og tú kanska hugnar tær við tínum frítíðarítrivi, kanst tú finna tær eitt arbeiði og skava eitt sindur av peningi saman. Ja, Covid-19 hevur verið hart fyri samfelagið, størvini hanga ikki beinleiðis á trøunum, men umhugsa øðrvísi størv ella far út og søk nøkur størv av tínum eintingum, tað kann vera, at tú hevur eydnuna við tær! Ger okkurt, sum kann hjálpa tíni kvotu 2 umsókn Kanska var orsøkin til, at tú ikki slapp inn, at miðaltalið var ov høgt í ár. Við øllum teimum eyka umsøkjarunum, er tað knapp­liga trýst á skipanini, og hóast mann kennir seg tryggan við sínum miðaltali, kann ein bylgja av populariteti broyta miðaltali á eini útbúgving rætti­liga nógv. Hugsa tí um, um tú skalt royna at søkja um­vegis kvotu 2 komandi ár. Kanna, hvat ger seg galdandi fyri eina kvotu 2 umsókn á júst tíni dreymaútbúgving, og far so málrættað/ur eftir teim­um krøvunum. Tað kann vera arbeiði innan eitt ávíst øki, háskúlauppihald, langar ferðir ella fyrrverandi lestur sum telur. Supplera fak og torleikastig Tað eru fleiri ymiskir mátar at supplera fak og torleikastig fyri at betra um møguleikarnar fyri upptøku framyvir. Tú kanst vera stakgreinalesandi, sjálv­lesandi í Føroyum, og taka fak á netinum umframt turbo­skeið upp á ein ella fáar mán­aðir í Danmark. Teir síðstu suppleringsmøguleikarnir við SU í Danmark. Sjálvboði arbeiði  Brúka tíðina til at dyrka felagslívið, og bara at hava tíð til at siga ja til øll tey frá­líku tiltøkini, sum eru í boði. Ver sjálvboðin í tí lokala ítóttar­ felag­num, á ellis­heiminum, í NGO felagsskapum, í skúla­ tings­kaféini ella har, sum tú annars heldur, at tú hevur okkurt at geva. Tú fært heilt sikkurt upplivingar fyri lívið og lærir eitt sindur um samfelagið. Upptøka — Summar útbúgvingar hava býtt pláss, men tað eru tey somu tíggju fakini sum í 2019, sum hava fingið flestar umsóknir á Københavns Universiteti – øll við fleiri umsóknum enn síðsta ár. Ikki óvæntað er medicin best umtókt aftur í ár. Hesa ferð við heili 3.515 umsóknum. Tey fylgjandi fimm fakini eru í somu raðfylgju sum í 2019, og so kemur Antropologi (873 umsóknir), sum er klattrað frá 9. til 7. pláss. Í botninum er talið á umsóknum eisini hækkað. 10 tær mest søktu útbúgvingarnar á Københavns universiteti í 2020 við miðaltalsmarkinum til kvotu 1 fyri 2019 + tal á upptiknum 1. Medicin – 3.515 umsóknir 11.1 641 uppt. 2. Jura – 2.858 umsóknir 9.7 814 uppt. 3. Psykologi – 2.598 umsóknir 11.8 240 uppt. 4. Statskundskab – 1.262 umsóknir 11.1 284 uppt. 5. Odontologi – 1.162 umsóknir 10.8 97 uppt. 6. Økonomi – 1.072 umsóknir 7.9 352 uppt. 7. Antropologi – 873 umsóknir 11.1 111 uppt. 8. Veterinærmedicin – 870 umsóknir 11.0 192 uppt. 9. Sociologi – 827 umsóknir 10.8 115 uppt. 10. Farmaci – 821 umsóknir 8.3 246 uppt. Í hinum endanum á stiganum finna vit lítil fak sum grønlandske og arktiske studier (43 umsóknir), græsk, klassisk (38), latin (38), moderne Indien og sydasienstudier (27) umframt indianske sprog og kulturer (20). Eins og í toppinum hava tey fimm fakini framgongd í talinum á umsøkjaranum. Grønlandske og arktiske studier hava fingið næstan tvífalt so nógvar umsóknir sum í 2019. Topp 10: Útbúgvingarnar á Københavns Universiteti, ið flest hava søkt inn á í 2020