Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020 SOSIALURIN 56 10 Jenis og Pompeo skulu fundast um Arktis Arktis verður ovaliga á skránni, tá Jenis av Rana skal á fund saman við trúfasta makkaranum hjá Donald Trump - nevniliga amerikanska uttanríkisráðharranum, Mike Pompeo PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO M ikudagin 22. juli fer Jenis av Rana, utt­an­ríkisráðharri, á fund við am­ erik­anska uttanríkisráðharran, Mich­eal Pompeo. Danski uttan­ ríkis­ráðharrin, Jeppe Kofod, og grøn­lendski landsstýrismaðurin í utt­an­landsmálum, Steen Lynge, verða eisini við á fundinum.  Hetta verður aðru ferð innan fyri stutta tíð, at Jenis av Rana skal fundast við høgtsitandi um­ boð fyri USA. Fyrr í hesum mán­ aðinum vitjaði amerikanska sendi­ kvinnan, Carla Sands, nevniliga í Føroyum, og tá snakkaðu tey bæði í høvuðsheitum um at styrkja samstarvið millum USA og Før­oyar, eins og tað eisini bleiv snakkað um Arktis.  Jenis av Rana væntar, at nøk­ un­lunda somu evni vera á skrá hin 22. juli, tá fundurin verður við Mike Pompeo.  – Tá Carla Sands var her, bóru vit fram, at vit ynskja, at samskiftið við USA frameftir eisini fer at vera á politiskum plani. Tað hevur tað ikki verið higartil. Alt hevur verið gjøgnum sendiharravitjanir og am­erikansku sendistovuna í Dan­mark. Vit vóna at kunna fáa meira beinleiðis samband við Wash­ington. Tí um broytingar skulu fremjast, so má tað gerast á polit­isk­um plani og ikki gjøgnum sendi­stovur, sigur Jenis av Rana og greiðir víðari frá. – Vit fara at tosa um Arktis, og har fari eg at minna Pompeo á, hvar vit liggja. Vit liggja jú í portr­ inum til Arktis, og tað vita hann og hansara embætisfólk sjálvandi alt um. Í hesum sambandi ætla eg mær til dømis at nevna, at tað er upplagt at brúka Føroyar meira sum ein maritiman tænastudepil, um eg fái høvi til tað, sigur Jenis av Rana.   Jenis av Rana og Carla Sands snakkaðu nevniliga eisini um maritima depilin, sum mann um­ hugs­ar at seta á stovn í Før­oyum. Enda­málið við deplinum er, at skip úr øll­um heiminum - eitt nú USA - skulu kunna hava møguleikan at leggja at í Føroyum fyri til dømis at fáa proviant og brenni, gera um­ vælingar ella skifta manning – Tað er ein gamal tanki at seta slíkan depil á stovn. Vit skulu flyta okkum frá at tosa um tað til at gera tað. Tá vit hava ein marit­iman tænastudepil kunnu vit rokna við, at skip úr øðrum londum fara at velja Føroyar fram um at sigla víðari, sigur Jenis av Rana. Sendistovu í USA Jenis av Rana hevur eitt stórt ynski um at lata eina sendistovu upp í høvuðsstaðnum í USA, Wash­ington. Men tað er ikki vist, at hann fer at nevna hetta fyri Pompeo. – Eg havi ikki noterað mær tað. Men eg snakkaði nógv við Carlu Sands um at fáa eina sendistovu í Washington. Um tað verður høvi nevna tað mikudagin, so verður tað sjálvandi eisini tikið upp, sigur Jenis av Rana, sum vónar, at Før­ oy­ar skjótt fáa sendistovu har. – Hetta er nakað, sum eg fari at royna at fáa samgonguna at virka fyri. Tað er løgið, at vit ikki hava eina sendistovu í USA, nú tá vit hava sendistovu í bæði Russ­landi og Kina, sigur hann og vísir á, at sendistovuvirksemi nýtist ikki bara at snúgva seg um handils­ við­urskifti. – Sendistovur í dag eru ikki bara till handil, men eisini til sam­skifti innan eitt nú gransking, skúla­skap og mentan. So tað er upp­lagt upp á allar mátar við sendi­stovu í USA, og hesum fari eg at virka fyri. Jenis av Rana er eisini fyri at fáa eitt amerikanskt konsulat í Før­oyum. – Tað vildi verið natúrligt, og eg nevndi tað eisini fyri Carlu Sands. Mann hevur latið eitt konsulat upp í Grønlandi, og tað sama kundi mann gjørt í Føroyum. Jenis av Rana vísir á, at tað helst verður avmarkað, hvussu nógv hann kann snakka við Mike Pompeo um, tí tíðin kann ikki røkka til alt. Men hann vónar at fáa so nógv sjónarmið fram sum møgu­ligt, eins og hann eisini vil hoyra, hvat Pompeo hevur upp á hjarta. Vit seta treytirnar Jenis av Rana heldur ikki, at tað upp á nakran máta er ein trupul­ leiki, at USA hevur fingið so stóran áhuga fyri Føroyum. – Eg havi einki ímóti, at tey vísa áhuga og vilja hava samband við okkum. Eg ætli mær at taka ímóti bæði amerikanarum og øðrum við opnum sinni, men tað vera so vit, sum koma at taka allar avgerð­ir­ nar um, hvat vit ynskja, og hvar vit seta treytirnar. Tað er eingin ivi um tað, sigur Jenis av Rana.