Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020 SOSIALURIN 56 11 Birgir Lützen verður fyrsti skipari við Jákupi Sverra - Hetta er tað, sum eg havi fingist við í so nógv ár. Jákup Sverri verður útgjørdur við allari nútímans útgerð, sum er á marknaðinum, og tøknin hevur mín stóra áhuga, sigur maðurin, sum í samfull 20 ár sigldi sum skipari í Kanada VILMUND JACOBSEN T að verður havnar­mað­ ur­in, Birgir Lützen, ið verður fyrsti skip­ari við nýggja hav­rann­ sókn­arskipinum, Jákupi Sverra, sum skipasmiðjan Mest saman við undirveitarum nú leggur seinastu hond á inni á Skála. Birgir Lützen, sum er føddur hin 1. oktober í 1964, fekk sína skiparaútbúgving í 1985, og í 2018 tók hann eisini prógv sum skips­ førari. Drúgvar royndir Maðurin, sum verður skipari á Jákupi Sverra, hevur drúgvar royndir sum skipari, og í samfull 20 ár sigldi hann sum skipari í Kanada, har teir fiskaðu rækjur og svartkalva. Úr Kanada kom hann heim aftur at rógva út og hevði tá sín egna útróðrarbát í nøkur ár. Eftir at hava róð út hesi árini, tók hann sína skipsføraraútbúgving fyri nøkrum árum síðan. - Eftir at eg var vorðin skips­ før­ari, gjørdi eg eitt lítið legg í frá­landavinnuna, og meðan eg var her, varð eg uppringdur av Polar Sea­food. Birgir Lützen sigur, at Polar Sea­food átti eitt av skipunum, hann førdi í Kanada, og nú 15 ár seinni ringdu teir aftur eftir hon­ um. - Teir vildu nú hava meg um­ borð á Markus, tó at eg ikki hevði siglt fyri felagið í so nógv ár. Men, eg tók av og var har yviri í eina tíð. Av serligum orsøkum gjørdist steðgurin hjá Birgiri Lützen ikki drúgvur í Grønlandi í hesum umfari. - Síðan eg kom heim aftur, havi eg í eina tíð siglt fyri Strand­ faraskip Landsins, til kjansurin við Jákupi Sverra nú beyðst, sigur hann. Fiska hagtøl Birgir Lützen er ógvuliga spentur upp á avbjóðingina við nýggja hav­rannsóknarskipinum, Jákupi Sverra. - Hetta er tað, sum eg havi fingist við í so nógv ár. Jákup Sverri verður útgjørdur við allari nú­tímans útgerð, sum er á markn­ að­inum, og tøknin hevur mín stóra áhuga. Spurdur, hvør munurin verð­ ur á at vera veiðimaður og so at standa á brúnni á Jákupi Sverra við ábyrgdini fyri fiskirannsóknum, svarar Birgir Lützen stutt og greitt: - Munurin verður í fyrsta lagi, at nú verður tað ikki fiskur, sum fer at telja mest hjá okkum, men neyv kanningarúrslit og hagtøl, sigur skiparin. Uppgávan hjá skiparanum, nú seinasta hond verður løgd á nýggja havrannsóknarskipið, er at seta síni fingramerki á, tá tól og ymiskt annað skal setast upp. Stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, heldur eisini, at tað hevur týdning, at nýggi skiparin fær høvi at seta síni fingramerki á tær sein­astu avgerðirnar, sum skulu takast, nú arbeiðið við nýggja hav­rannsóknarskipinum nærkast end­anum. Ein leigutúrur Men, Birgir Lützen hevur kortini longu verið sín fyrsta túr sum skipari fyri Havstovuna. Hetta var ein leigutúrur, sum gamli Magnus Heinason hevur gjørt, nú seismikkur skuldi skjótast í Suðuroyarfirði í samband við ein møguligan undirsjóvartunnil. - Manningarumstøðurnar umborð gamla Magnusi Heinasyni kunnu á ongan hátt samanberast við tær umstøður, sum vit fáa umborð á Jákupi Sverra, sigur fyrsti skiparin, Birgir Lützen. Dagurin er ikki ásettur - Tá Jákup Sverri verður liðugur, fer hann at gera royndir saman við Magnusi Heinasyni í nakrar vikur VILMUND JACOBSEN Nakrir av monnunum, sum í mong ár hava mannað hav­rann­ sóknarskipið Magnus Heina­son, fara frá vegna aldur, nú nýggja skipið er um at vera liðugt. Annars verður manningin um­ borð á Jákupi Sverra hin sama sum við Magnusi Heinasyni. Ætlanin var, at Jákup Sverri skuldi fara í vinnu í juni, men eitt nú koronakreppan hevur havt við sær, at arbeiðið hevur drigið út. - Millum annað komu tól og út­gerð seinni enn avtalað, og har­aftrat bar ikki so væl til at fáa veitarar heim at arbeiða umborð, so leingi kreppan var í hæddini. Eilif Gaard, stjóri á Hav­stov­ uni, vísir á, at færri fólk ar­ beiddu umborð í nakrar vikur, tí almennu tilmælini skuldu hald­ ast, men nú glíða tingini betur. - Nú verður aftur arbeitt sum vant, men enn er nakað eftir at gera, og her eru eisini ymiskir snøklar, sum skulu fáast upp á pláss. Tískil er dagurin enn ikki ásettur, nær skipið endaliga verð­ ur liðugt. Magnus Heinason verður ikki lagdur alt fyri eitt, tá Jákup Sverri fer í vinnu. - Tá Jákup Sverri verður lið­ ug­ur, fer hann at gera royndir sam­an við Magnusi Heinasyni í nakr­ar vikur. Síðan verður gamla skipið riggað av, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni. Umframt at hava siglt í Kanada og Grønlandi, hevur Birgir Lützen, sum verður fyrsti skipari við Jákupi Sverra, eisini verið avloysaratúrar við ísfiskatrolara undir Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen