hósdagur 16. juli 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2020
SOSIALURIN 56
12
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
46. partur
E
in danskur lærari á Tvøroyri,
Ernst Hansen, var ein buldrasligur
maður. Hann varð kallaður Krígs
hansen, tí hann dámdi væl at vísa
seg í hermannabúna. Honum dámdi einki
heimamissiónina, sum nú var komin til
Tvøroyrar. Hann hevði í einum orðadrátti
úttalað seg ógvuliga niðursetandi um ein
skrivara hjá missiónini, Rasch, sum var
komin bygdina.
Ein dagin fekk eg vitjan av trúboðaran
um, Ottosen, sum gramdi se um tað orða
lag, sum Hansen hevði nýtt um henda góða
Rasch. Hann spurdi men, um eg ikki kundi
átala Hansen fyri hetta og at fáa hann at
geva Rasch eina umbering.
Eg lovaði Ottosen, at eg vildi hugsa um
hetta. Eg gjørdi tað við at skjóta upp fyri
Hansen, at hann tók ein fund við Ottosen
fyri at slætta sjógvin. Hann vildi hugsa um
tað. Einar tveir dagar seinni fekk eg bræv
frá Hansen, har hann segði seg einki hava
at tosa við Ottosen um. Hesum segði eg so
Ottosen frá, og soleiðis endaði hetta málið.
Kreppan í fiskivinnuni
Tann 21. oktober fekk eg fjarrit frá Andras
Samuelsen, sum bað meg kanna um tað
var rætt, sum Jóannes Patursson hevði
greitt frá, at stóru reiðararnir í Suðuroy
høvdu kravt tingið samankallað at viðgera
kreppuna í fiskivinnuni.
Eg ringdi fyrst til reiðaran, Tummas
Thomsen, á Tvøroyri, sum segði seg einki
vita. So ringdi eg til Magnus Dahl í Vági.
Hann greiddi frá, at Jaspur Hjelm hevði
tikið hetta stig við undirtøku av hinum
reiðarunum í Vági, har fleiri teirra vóru
sjálvstýrissinnaðir.
Eg greiddi Andrasi frá hesum og helt,
at tað var betri at taka hetta mál upp í
viðkomandi løgtingsnevndum. Tað kundi
vera ein óheppin siðvenja um áhugabólkar
kundu fáa løgtingið kallað saman í ótíð.
Hetta summarið høvdu fleiri reiðarar
innflutt 5.000 t. av saltfiski úr Íslandi at
virka til klippfisk. Millum hesar vóru keyp
menn í Vági.
Nú í oktober vísti tað seg at vera sera
trupult at sleppa av við restgoymsluna av
føroyskum fiski, tí kvotan fyri útflutningi
var uppi. Samstundis frættist, at fiskurin,
sum var innfluttur úr Íslandi hevði trýst
fiskaprísin við 3 krónur fyri balluna (50kg).
Um hetta er rætt hevur íslendski fiskurin
kostað føroyska samfelagnum eina millión
í minni prísi, ein stór upphædd tá.
Kirkja í Hvalba
Hvalba hevur fingið eina nýggja kirkju.
Hon varð vígd 27. oktober av Jacob Dahl
prósti, meðan Gullak Jacobsen talaði.
Margreta hevði undir byggingini hjálpt
hvalbiarkonum at hava basarar fyri at
útvega pening til kirkjuna.
Fólkatingsvalið
Nú byrjaði valstríðið til fólkatingsvalið.
Jóannes Patursson ferðaðist runt og helt
politiskar fundir, har hann boðaði frá, at
hansara fremsta mál á fólkatingi, skuldi
vera at fáa jarðarlógina setta úr gildi.
Hann kom eisini til Suðuroyar. Eg
frætti, at hann skuldi hava fyrsta fundin
í Sandvík. Eg fór til gongu allan vegin um
fleiri fjøll til Sandvíkar og náddi at koma
við á fundin. Jóannes talaði mest um
jarðarlógina. Eg fekk eitt korter at greiða
frá mínum sjónarmiðum. Eg hevði varhug
an av, at tað vóru tey á fundinum, sum
komu í part við meg.
Seinni var fundur í Hvalba. Evnið var
tað sama. Patursson talaði í tveir tímar.
Hann gav mær ein tíma. So var orðaskifti
okkara millum, har eg fekk víst á fleiri
skeivleikar í tí, sum Patursson førdi fram.
Fundurin vardi í fimm tímar. Her
haldi eg eisini, at eg fekk fleiri av ivast í
sjónarmiðunum hjá Patursson.
Patursson fór so til Vágs og Sumbiar
at halda fund, har hann var einasti talari.
Men tað fekk hann ikki so nógv burtur úr.
Fólk tímdu illa at fara á fund, har eingin
var at trætast við.
Tann 7. november var politiskur fundur
á Tvøroyri millum Andras Samuelsen og
Petur M. Dam. Eg helt, at Samuelsen
dugdi væl at føra seg fram og dugdi væl
at svara aftur. Petur Mohr Dam var eftir
míni meting tungur og keðiligur, men
hann fekk tey flestu klappini. Tá var tað,
at Andras segði tey minniligu orðini, at tað
gjørdi einki, um hann ikki fekk tey nógvu
klappini, um hann bara fekk atkvøðurnar.
Men Dam hevði dugað væl at fáa stuðul
á Tvøroyri. Við valið fekk hann 299 atkvøð
ur, meðan Samuelsen fekk bara 57. Paturs
son fekk 117.
Tað endaliga úrslitið av valinum var,
at Andras fekk 2.732 atkvøður, meðan
Jóannes Patursson fekk 2.179 og Petur
Mohr Dam fekk 1.718.
Tað eydnaðist sostatt Andras Samuel
sen enn eina ferð at tryggja Sambands
flokkinum umboðan á fólkatingi.
Aftaná fólkatingsvalið var løgtingið
innkallað til eyka løgtingssetu at viðgera
átrokandi fiskivinnumál, m.a. umsókn frá
reiðarafelagnum.
Sett varð ein nevnd at viðgera hesi
mál. Eg var ein av limunum. Vit tingaðust
í tríggjar dagar við reiðarafelagið og for
mannin í fiskimannafelagnum.
Reiðararnir høvdu nógv krøv, men tey
vóru ikki serliga væl samskipað.
Sambandsmaðurin, Johan Danielsen,
sum var í løgtingsnevndini, og eg sótu uppi
meginpartin av náttini at skriva álit, sum
kom til viðgerðar dagin eftir.
Men Jóannes Patursson nýtti hesa
eykatingsetu, sum bara var ætlað støðuni
í fiskivinnuni, aftur høvið til at gera sær
dælt av jarðarlógini. Hetta varð gjørt við
einum fyrispurningi til amtmannin um
heimildina at selja kongsjørð. Ein slíkur
fyrispurningur kundi bara føra til tíðarspill
í hesi álvarsomu støðu, sum landið var í.
Men hetta var jú seinasti møguleiki und
an løgtingsvalinum, at tað var møguleiki
fyri at gera um seg á tingi í hesum máli.
Enn ein fiskivinnukreppa
Nú hendi tað, at Italia legði á núverandi
Etiopia, og Fólkasambandið setti tann 17.
november í verk tiltøk móti Italia.
Hetta kom illa við hjá Føroyum. Ein last
av fiski varð avskipað 21. november av fiski,
sum var seldur áðrenn 17. november, so
reiðararnir vónaðu, at hetta fór at verða
góðkent, og at teir fóru at fáa sín pen
Kristian hevði um at vera. Sum sýslumaður vóru
uppgávurnar ógvuliga ymiskar, og nú vóru val
bæði til fólkatingið og til løgtingið.
SIÐSØGA
Kristian Djurhuus:
VUNNU
FÓLKATINGSVALIÐ MEN
TAPTU LØGTINGSVALIÐ
Gullak Jacobsen prestur slapp ikki til Tvøroyrar á jólum, ti
geingið var so vánaligt. Mynd: Kristian Djurhuus