hósdagur 16. juli 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020
SOSIALURIN 56
13
Komandi partur
Í komandi parti vitja kongur og Stauning
aftur í Føroyum og á Tvøroyri.
ing. Men dagin eftir kom fjarrit frá amt
manninum, at tað kundi roknast við, at
søluupphæddin fór at vera innifryst. Hes
um boðaði eg avvarðandi reiðarar frá. Men
teir vónaðu, at hetta mundi fara at laga seg
kortini.
Jólaheilsanir
Jólaheilsanir úr Danmark til Føroya byrj
aðu 21. desember. Løgmálaráðharrin
Steincke legði fyri við eini vakrari røðu.
Fleiri av teimum sum sendu jólaheilsan
vóru rørd á málinum. Hesar heilsur hildu
okkum vakin kvøld eftir kvøld til vit
høvdu fingið heilsanina frá Johan. Tað var
annars í 1930-árunum, at hesa jólaheilsanir
byrjaðu, so hesar vóru í hvussu er millum
tær fyrstu.
Gullak Jacobsen prestur í Hvalba plagdi
hvørju jól at koma um fjøllini til Tvøroyri
at halda jólamessu. Men í 1935 var geingið
so vánaligt, at hann kom ikki. Hetta var
vist fyrstu ferð, at hann ikki fekk tænt
sínum kirkjuliði á Tvøroyri á jólum.
Vegur við forðingum
Tann 4. januar 1936 skuldi arbeiðið upp á
veg millum Trongisvág og Ørðavík byrja.
Men hetta arbeiðið var steðgað av arbeiðs
mannafelagnum, tí ongar samráðingar
høvdu verið um hetta arbeiði framman
undan. Hetta var hugstoytt. Eg hevði glett
meg til at hetta arbeiðið skuldi byrja. Eg
hevði eisini arbeitt hart fyri at fáa játtan
til endamálið, og menninir høvdu brúk fyri
at fáa inntøkuna.
Tíbetur fór arbeiðið í gongd dagin eftir.
Tað var hugaligt at síggja 200 menn fara
til arbeiðis. Teir munnu hava lagt trýst á
felagið. Tað hevði verið nógv arbeiðsloysi
í longri tíð, og fólk vóru veruliga trongd.
Tann ósemja, sum var, fekst seinni greiði á.
Fiskimenn noyddir í tvey feløg
Føroya Fiskimannafelag var í 1935 farið
í tvíningar, og úrslitið var Suðuroyar
Fiskimannafelag. Flestu fiskiskipini vóru
í Suðuroy, og tey vóru fyri ein stóran
part mannað av fiskimonnum norðan
frá. Henda støðan setti hesar menn í
eina knípu. Suðuroyar Fiskimannafelag
kravdi, at hesir menn skuldu vera limir hjá
teimum. Hetta skapti tvístøður, sum end
aðu við, at menninir ofta máttu gjalda til
bæði feløgini. Seinni løgdu feløgini saman
aftur.
Løgtingsval við tapi
Nú nærkaðist løgtingsvalið, og valevni
skuldu stillast upp. Tað kundi hava sína
ávirkan, tað var nakað av ósemju innan
hýsis í Sambandsflokkinum um jarðarlóg
gávuna.
Men eg varð so stillaður upp sum nr.
1 á listanum. Nr. 2 á listanum skuldi vera
úr Vági. Men hetta dró eisini út orsakað
av mína støðu til jarðarlóggávuna. Men
tað bleiv so Johan Dahl, sum kom á listan.
Hetta var eg glaður um, tí Johan var ein
maður, sum ein kundi hava virðing fyri.
Tann 20. januar byrjaði P. M, Dam val
stríðið til løgtingsvalið í Sandvík. Eg var á
fundinum, tí eg var í bygdini og pantaði.
Hetta var ikki besta útgangsstøðið fyri ein
valdyst, men eg havi altíð roynt at skilja
millum embætisskyldur og politikkin.
Á teimum fylgjandi fundunum var
Edward Mitens eisini við, og vit vitj
aðu í felag allar hinar bygdirnar. Nú var
orðaskiftið um jarðarlóggávuna ikki so
ágangandi, tí Mitens stuðlaði í veruleik
anum mína støðu í tí málinum.
Valdagin 28. januar var gott veður fyrra
partin, men seinnapartin var ruskut veður
við regni. Tí sótu nógvir veljarar heima.
Útslitið av valinum fyri alt landið var,
at Sambandsflokkurin misti ein triðing
av atkvøðunum og fór frá 11 niður í 8 ting
menn, Sjálvstýrisflokkurin fór nakað aftur
og varðveitti sínar 8 tingmenn. Stóra lopið
var hjá Javnaðarflokkinum, sum tvífaldaði
sín part av atkvøðunum og fór frá 2 til 6
tingmenn. Tann nýggi Vinnuflokkurin
fekk 2 tingmenn.
Sjálvt Beinisvørð kundi
rapa men ikki Mortensen
Nú byrjaði rættiliga at rapa hjá teirri gomlu
Mortensen fyritøkuni A/S J. Mortensen
Eft. Niels Juel Mortensen hevði fyrst í
øldini tikið seg burturúr og hevði sína egnu
fyritøku N.J. Mortensen.
Tann 15. februar var uppboðssøla av
fýra av teirra skipum, og tey blivu øll seld
til keyparar norðanfjørðs. Tað var syrgiligt,
sum tað gekk niður á bakka í bygdini.
Tað var Føroya Banki, sum kravdi skipini
seld, og teir seldu skipini til aðrar. Aftaná
varð fyritøkan kravd at fara á húsagang.
Richard Thomsen roynir nú aftur at
stovna eitt trolarafelag. Hann royndi at
fáa partapening frá Fylking og Suðuroyar
Fiskimannafelag. Eg helt tó ikki, at hetta
var eitt gott hugskot.
Eg fekk til uppgávu at skráseta allar
ognir hjá J. Mortensen, hetta var eitt stórt
arbeiði. Hetta var einaferð ein fyritøku,
sum var søgd at vera eins klettaføst sum
Beinisvørð!
Teir flestu fiskimenn áttu pening tilgóð
ar, so her kundi roknast við stórum tapi.
Nýggja løgtingið til verka
Tann 2. mars 1936 varð løgtingið innkallað
til eykasetu. Johan Poulsen varð valdur til
formann við lutakasti.
Fyrsta mál á skránni var fiskivinnumál.
Av øðrum málum var ein fíggjarætlan
hjá Christian Holm Jacobsen, sum var
nývaldur fyri Vinnuflokkin.
Tann fyrr umrøddi norski professarin
Brøgger hevur nú skrivað fyrsta partin av
løgtingssøguni. Hetta mál var tann 8. mars
tikið upp í tinginum. Nývaldi floksfelagin
hjá Jóannes Patursson, bókavørðurin
M.A. Jacobsen, helt at tað var betri at bíða
við útgávuni inntil teir føroyingar, sum í
løtuni lósu søgu, blivu lidnir, so teir kundu
fáa møguleikan at skriva føroysku søguna.
Hann helt ikki, at tað skaddi so nógv, um
hetta bíðaði í eini 10 ár.
Hetta dámdi Patusson sera illa. Tað var
tá greitt, at innan sjálvstýrisflokkin var ein
bólkur av akademikarum, sum ikki drógu
somu línu sum Jóannes. Teir ásannnaðu,
at hann hevði gjørt eitt megnar avrik við
at vekja føroyingar á tí tjóðskaparliga
økinum men ”men de kunde samtidig ind
se, at det færøske samfund ville komme i
tornerosesøvn, hvis man i alle forhold og til
alle sager, skulle se alt ud fra en ”national
løsning”.
Tað varð annars samtykt at veita kr.
2.500 í stuðul til hesa verkætlan, og nú at
kvøddi M.A. Jacobsen fyri.
(Bókin kom út í 1937. Høvundurin, A.W.
Brøgger hevur ognað hana Jóannes Pat
ursson ”i taknemlighed”. Jóannes hevði
týtt handritið til føroyskt. Heitið var Løg
tingssøga Føroya 1sta bók. Føroya Løgting
gav bókina út.
Hetta er sum so ein áhugaverd søga,
men Føroya Løgting er stórt sæð ikki nevnt.
Síðsti kapittul eitur Ting og Løgting, men
um Føroya Løgting verður bara sagt, at
Løgtingssøgan verður skrivað av øðrum.
Tað tykist ikki at ver komin nøkur 2.bók.)
Christian Holm legði fram eitt uppskot
um at leggja eitt gjald á útfluttan klippfisk
at fíggja stuðul til fiskivinnuna. Men
Vinnuflokkurin atkvøddu ikki fyri egnum
uppskoti, og tí fall tað. Síðan varð samtykt
at seta eina 7 mannanevnd at viðgera støð
una í fiskivinnuni og møguliga at koma við
uppskotum í komandi tingsetu.
Johan Dahl var fremsta politiska
álit hjá Kristian Djurhuus í Vági
Hóasi Edward Mitens var
sjálvstýrismaður, var hann í
veruleikanum samdur við Kristian
Djurhuus í jarðarmálinum.
Gamla Mortensenfyritøkan var líka klettaføst sum Beinisvørð. Hóast
hetta fór hon á húsagang í 1936. Hetta er handilin hjá teimum
M.A. Jacobsen kom á ting í 1936 og
sat eina setu. Hann var ósamdur við
Jóannes Patursson á økjum, sum Mads
hevði minst líka gott skil á. Tí er eisini
ein heiðursløn uppkallað eftir honum.