Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2020 SOSIALURIN 56 14 Orrustan í Mykinesi Brandur Sandoy Í farnu viku varđ eg útferđ saman viđ øđrum í Mykinesi. Eisini vóru vit úti í Mykines­ hólma og hugdu eftir lundum og súlum. Fyri at koma út í Mykineshólma, noyđist man at ganga ígjøgnum eitt lundaland, sum eg meini tey har vesturi kalla fyri Lamban, ella okkurt tílíkt. Mikil orrusta hevur tikiđ seg upp um hetta strekkiđ í løtuni, tí at tey har vesturi eru farin í holt viđ at gera eina gøtu til ferđafólk at ganga eftir. Hetta dámar teimum fínu viđ spíđskum skóm og pennum í Havn, VFI, ikki, og royna at leggja teim­um har vesturi fótonglar í vegin, so ongin gøta skal verđa gjørd. Á hesum stađi sæst nógv slit í lendinum har ferđafólkini ganga, sum sæst á myndunum, og tađ er skilligt eftirsum ferđafólkini eru nógv, brattlendi er, og nógv eru ferđafólkini iđ hava brotiđ sær beiniđ á hesum strekki, tí tađ gerst sera hált tá vátt er. Sum tađ eisini sæst á mynd­un­ um, er onki slit á bønum, har gøtan er gjørd. Gøtan er eisini hegnisliga løgd í lendiđ, so langt burturfrá lundaholunum sum møguligt er. Mykinesfólk hava mist ser­ stakliga nógv, síđani tey sjálvbođiđ góvust at taka lunda. Afturfyri hevur ferđavinnan tikiđ dyk á seg, og er í dag eitt gott bein hjá teimum har vesturi at standa á. Tey lokalu vita oftast best um hvat rættast er at gera, og eg má siga at hendan gøtan sum er í ferđ viđ at verđa gjørd kemur at verđa til stórt gagn fyri bæđi lendiđ og fuglalíviđ á stađnum, fyri fólkiđ í Mykinesi býr, og sanniliga eisini fyri trygdina hjá teimum sum velja at vitja hetta sermerkta stađ. Friđingarnevndin viđgerđ máliđ um gøtuna nú, og eg hopi at tey har vesturi sleppa at gera hesa gøtuna lidna. Mín stuđul skulu tey í øllum førum fáa, sum royna at veita lend­inum bøtandi hond. Lat mykinesfólk sleppa at skipa ferđavinnuna har vesturi sjálvi. Tey eru góđ viđ lendiđ, fuglin og oynna sum heild. Miðbýurin í Klaksvík Archibald Black Ein kendur arkitektur segði fyri 10 árum síðani: “Her í Klaksvík eru tit sera heppin, tit kunnu skapa ein fínan miðbý, økið liggur víðopið og hugskotini tróta ikki”. Hug­ leiða vit yvir hesi 10 árini, so er ikki nógv hent frá kommunalari síðu í miðbýnum. Eitt íbúðarhús við 30 íbúðum og ein minni deild hjá Bank Nordik er í stórum tað, sum er bygt. Í hesum døgum fyrireikar Kl. Kommuna bygging av nýggjum “Hús­ar­halds­skúla” í miðbýnum, ein stóran bygning 16 til 18 metrar høgur. Eg havi skilt frá einum, sum arbeiðir í umsitingini hjá Kl. Kommunu, at hetta er eitt ynski frá almenna felagnum Búðstøðum. Hugsa vit nú aftur um orðini hjá arkitektinum, er hetta so upp­ skriftin upp á ein “fínan miðbý”? Tað man vera fáur, ið heldur tað. Ein skúli hoyrir ikki heima í miðbýnum, ein skúli hoyrir heima á einum skúlaøki, tað er eis­ini tann vanliga hugsanin í býar­plan­ legg­ing. Ein “fínur miðbýur” er eitt øki , har borgarin trívist og hugnar sær í ein­um “estetiskum” umhvørvi, ein skúli nøktar ikki henda tørv, tað vita allir góðir arkitektar. Fremur Kl.Kommuna hesa ætl­ an, so skapar tað nakrar trupul­ leik­ar fyri aktørarnar á økinum, sum kommunan eftirfylgjandi má loysa. Størstu brúkarnir á