Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tøkk Vit takka fyri sýnda samkenslu og hjálp við deyða og jarðarferðina hjá Hans Petur Poulsen Tøkk til heimahjálp, gávur til Leirkeri og tykkum, sum vitjaðu hann. Alexandra, Hjalgrim og bróðurdøtranar NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Nr. 246 - 23. desember 2004 15 Um mánaðarskifti november/desember læt nýggi handilin Glæman upp á Bryggjubakka í Havn Glæman er ein deild hjá Teymavirkinum í Runavík, og handilin hevur eitt úrval av tí, sum Teymavirkið selur. Har er t.d. fiski- reiðskap, arbeiðsklæðir og undirklæðir til børn og vaksin. Adressan hjá Glæmuni er Bryggjubakki, men inn- gongdin til handilin er í sunnara enda á húsunum - millum Bryggjubakka og Vágsbotn. Leiðari á Glæmuni er Elsa Gaardbo Lützen í Havn. Mánakvøldið 20. desember sang eldra gentukórið í Ebenezer jólasangir á Torginum í SMS. Sangløtan endaði við at kórið og áhoyrarnir saman sungu jólasangin "Gleðilig Jól". Kórleiðarar eru systrarnar Charlotta á Váli Olsen og Brita á Váli Smith, og tónleikarar vóru Kári H. Olsen og Svend Åge Drewsen Mynd: Magnus Gunnarsson Glæman á Bryggjubakka Starvsfólkini hjá Glæmuni á Bryggjubakka, f.v. Beinta Mortensen, Unn Øssursdóttir og leiðarin, Elsa Gaardbo Lützen Mynd: Jens Kristian Van Gentukór sang í SMS Lýsingarfyritøkan Team 85 er í løtuni í ferð við at flyta virksemi sítt. Nýggi bústaðurin hjá fyritøkuni verður í Mykinesgøtu 5, har Fiskasølan eitt skifti helt til. Stjórin í Team 85, Johnny Gaard, sigur við Dimmalætting, at teirra vón er, at viðskiftafólkini framyvir fara at uppliva eina meira streymlinjaða fyritøku. Hartil sigur hann, at teirra val stóð ímillum at koma nærri Miðbýnum, ella at flyta út um bø- garðarnar, sum hann tekur. Og her var valið ikki so trupult. Fyri at hava alt virksemið í eini eind, ber snøgt sagt ikki til hjá teimum at finna eini høli í miðbýnum. Í hølunum, har Team 85 higartil hevur hildið til, fer Føroyaprent fram- yvir at húsast. -jm Team 85 í nýggj høli