hósdagur 23. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 246 - 23. desember 2004
Nýggi borgarstjórin í
Sumba er heitur
talsmaður fyri at
leggja alla Suðuroy í
eina kommunu og
hann tekur eisini
undir við at flyta
miðnámskúlan og
heilsuskúlan til Hovs
og at byggja røktar-
heim í Vági ístaðin
SUMBIAR KOMMUNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú geitt, hvør skal
standa á odda fyri Sumbiar
Kommunu tey næstu fýra
árini.
Tað hevur leingi verið
greitt, at sumbingar skuldi
hava nýggjan borgarstjóra,
tí Jacob Vestergaard, sum er
borgarstjóri nú, stillaði ikki
uppaftur.
Men leygarkvøldið varð
so eisini greitt, hvør eftir-
maður hansara verður.
Leygarkvøldið varð ný-
valda bygdaráðið eftir eftir
kommunuvalið í heyst,
kallað saman til fundar.
Har vóru bara tvey evni á
skránni og tað var at velja
borgarstjóra og varaborgar-
stjóra.
Tá ið borgarstjórin skuldi
veljast, var bara eitt upp-
skot til nýggjan borgar-
stjóra og tað var Niclas
Hentze. Hann var sostatt
valdur til borgarstjóra og
tað einmælt eisini.
Tað var eisini bara eitt
uppskot um varaborgar-
stjóra og tað var Brynleif
Bech. Soleiðis varð hann
valdur til varaborgarstjóra,
men tað var við fýra at-
kvøðum fyri, tí Jacob
Poulsen atkvøddi blankt.
Halda tørn
Nývaldi borgarstjórin í
Sumba væntar ikki, at tað
vera tær stóru útbyggingar-
nar í Sumba í næsta val-
skeiði.
- Sumbiar Kommuna
hevur tikið eitt ódnartak í
valskeiðnum, sum nú er um
at enda. Og tað er at byggja
skúla út fyri 11-12 milli-
ónir, sigur Niclas Hentze.
- Samstundis siga met-
ingarnar, at inntøkurnar hjá
kommununi fara at minka
komandi ár.
Tí væntar hann ikki, at
kommunan fer at byggja
nakað serligt út afturat í
næstu framtíð.
- Eg vænti at vit fara mest
at hugsa um at halda tørn
um tað, vit hava, tí fíggjar-
liga rásarrúmið er ikki so
stórt, sigur hann.
Annars er kommunan
rættiliga væl fyri. Ein
skattaálikning er einar 6,8
milliónir, men kommunan
skyldar einar fýra milliónir.
Kommunan hevur tikið
fýra milliónir í láni til
skúlan,
men
tær
skal
kommunan betala aftur
eftir tveimum árum.
– Men tekur nakað seg
upp í kommununi, sum
krevur útbyggingar, ell at
peningur verður brúktur,
fer tað helst at bera til at
útseta onkran avdrátt uppá
skúlan, so at vit fáa eitt
størri, fíggjarligt rásarrúm,
verður tað neyðugt.
Umframt tær fýra milli-
ónirnar til skúlan, skyldar
kommunan tvær milliónir
afturat. Skattaprosentið í
Sumba verðu 21% næsta ár
og barnafrádrátturin verður
3.500 krónur. Tað er alt tað
sama sum í ár
Arbeiða fyri
samanlegging
Eins og fráfarandi borgar-
stjórin, er Niclas Hentze
eisini heitur talsmaður fyri
at leggja alla Suðuroy í eina
kommunu.
– Tað er avgjørt eitt mál,
sum eg kundi hugsa mær at
arbeitt fyri, sigur nýggi
borgarstjórin í Sumba.
Hann sigur, at tað er ikki
óhugsandi, at hann kundi
verið við til at kalla allar
kommunurnar saman fyri
at vita, hvørja støðu tey
nýggju bý- og bygdaráðini í
Suðuroy hava til at leggja
oynna saman í færri, ella
kanska eina kommunu.
Hann sigur, at støðan
kann vera broytt eftir
kommunuvalið, serliga nú
ein nýggjur býráðsmeiriluti
kemur til valdið í Vági á
nýggjárinum, tí tað er ikki
yvir at dylja, at serliga
Vágs býráð hevur verið
hart ímóti at leggja alla
oynna í eina kommunu.
Sumba og Tvøroyri ar-
beiddu undan valinum fyri
at leggja báðar kommun-
urnar saman. Men tað metir
Niclas Hentze meiri sum
eina roynd at fáa eina
gongd á eina samanlegg-
ing.
- Eg veit ikki rættiliga um
eg dugi at síggja fyri mær,
at Tvøroyri og Sumba skulu
leggja saman einsamallar, tí
tær eruí hvør sínum enda í
oynni. Men tað kundi sett
gongd á eina samanlegging
fyri at fáa alla oynna í eina
kommunu, sum eg haldi er
tað einasta rætta.
Borgarstjórin á Tvøroyri
hevur boðað frá, at Tvør-
oyrar Býráð ætlar sær at
arbeiða víðari fyri saman-
legging og hann nevndi
møguleikan fyri, at Tvør-
oyrar og Sumbiar kommun-
ur tóku seg saman og
gjørdu eitt felags útspæl til
allar hinar kommunurnar
um samanlegging.
Borgarstjórin í Sumba
heldur als ikki, at hetta
hevði verið óhugsandi.
Men hann hevur tað
fyrivarni, at tað eru tveir
nývaldir limir í Sumbiar
Bygdaráð og spurningurin
má fyrst viðgerast í bygda-
ráðnum fyri at vita, hvørja
støðu tað hevur, áðrenn
hann vil siga meir alment.
Kortini sær hann ikki fyri
sær, at kommunurnar í
Suðuroy fara at leggja
saman beinanvegin.
- Vit hava fýra ár til næsta
kommunumál og eg haldi,
at vit eiga at taka okkum
neyðugu tíðina til at mýkja
støðuna, tí eg ivist ikki í, at
fyrr ella seinni koma fólk
sum heild at ásanna, at
samanleggin er tað einasta
rætta,
heldur
Niclas
Hentze.
Miðnámsskúlin
til Hovs
Annars
tekur
nývaldi
bygdaráðsformaðurin
í
Sumba undir við uppskot-
inum hjá samgonguni um at
flytra ætlaða miðnáms-
skúlan í Vági til Hovs og at
byggja hann í ein depil
saman við ætlaða heilsu-
skúlanum á Tvøroyri.
Afturfyri hevur so ætlan-
in verið at bygt røktarheim
til 35 búfólk á grund-
stykkinum, sum varð ætlað
til miðnámsskúlan í Vági.
- Eg siti sjálvur í stýr-in-
um fyri Suðuroyar Ellis- og
Røktarheim, so eg veit, at
tørvurin á slíkum búpláss-
um er nógv størri enn tey
35 plássini, sum ætlanin er
at gera røktarheim í Vági
til, so tað er harðliga brúk
fyri røktarheimi ella ellis-
heimi í Suðuroy.
Samstundis hevði eitt
nýtt røktarheim skapt nógv
arbeiðspláss og tað hava vit
harðliga brúk fyri í Suður-
oy, serliga almenn arbeiðs-
pláss, tí tær lønirnar eru
tryggar og støðugar og ikki
bundnar at sveiggjum í
búskapinum.
- Men at byggja ein mið-
námsskúla í Vági gevur ein
nýggjan bygning og onki
annað.
Harafturat heldur Niclas
Hentze, at ein miðnáms-
skúli liggur væl fyri í Hovi,
sum er mitt i oynni.
Høvdu vit fingið bygt
ein depil í Hovi við fleiri
skúlum,
umsiting
og
kanska øðrum við, hevði
tað verið ein vinningur fyri
alla Suðuroynna, heldur
borgarstjórin í Sumba.
Ein kommuna í Suðuroy
og miðnámsskúlin til Hovs
Hetta eru teir, sum skulu manna Sumbiar bygdaráð tyey næstu fýra árini. Frá vinstru sita Daniel Johan Lisberg og Brynleif Bech, varaborgarstjóri, sum báðir eru
nývaldir. Síðani sita Niclas Hentze, borgarstjóri, Jacob Poulsen og Snæbjørn Vestergaard. Brynleif Bech er úr Lopra, men allir hinir eru úr Sumba. Hóast Daniel
Johan Lisberg er nývaldur, hevur hann sitið í bygdaráðnum áður
- Tað einasta rætta er at leggja alla Suðuroy í eina kommunu,
heldur nývaldi borgarstjórin í Sumba