Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 23. desember 2004 17 Vit duga næstan at rokna út, hvat slag av bókum fer at koma út uppundir jól á hvørjum ári. Tað eru fyrst og fremst søguligar og siðsøguligar bøkur, kókibøkur og so bøkur um manna- og kvinnulagnur. Bókin "Komin er nú onnur øld - ein lýsing av okkara samtíð" eftir Una Arge er øðrvísi enn hinar UMMÆLI Finnbogi Ísakson Í øðrum londum er tað ikki óvanligt, at sokallaðar debattbøkur koma út sum ískoyti til tað orðaskiftið, sum er í fjølmiðlunum, á Tingi og á fundum. Hjá okkum eru slíkar bøkur sjáldsamar sum lundi á jólanátt, hóast tað hevur komið fyri av og á, at ein slík bók er komin. Innihaldið í bókini svarar til heitið "Komin er nú onnur øld", sum hevur fleiri týdningar. Fyri tað fyrsta eru vit komin inn í eina nýggja øld og eitt nýtt túsundár, og haraftrat er samfelagsgongdin øðrvísi nú, enn hon var í farnu øld, er boðskapurin hjá høvund- inum. Átta kapitlar eru í bókini, sum telur 175 síður. Lesar- in fær best eina fatan av innihaldinum við at kenna yvirheitini á kapitlunum, sum eru: Føroyar og heimurin. Føroyar og ríkið. Føroyar og vinnulívið. Føroyar og heilsan. Føroyar og mentanin. Føroyar og útlendingar. Føroyar og fjølmiðlarnir. Føroyar og grundlógin. Sum tað sæst sveimar høv- undurin víða, og kanska halda summi, at onnur evni áttu at verið við. Sjúkling- urin heldur uttan iva, at tað mest týðandi er at hava eitt kapittul um heilsuna hjá føroyingum, men kanska heldur lærarin, at ein kjak- bók, sum ikki hevur eitt kapittul um skúlan, nyttar einki. Men tað er greitt, at torført er at velja, tí øll viðurskifti kunna ikki verða viðgjørd. Uni Arge dugir væl at skriva, og hann nýtir gott, men eisini lætt føroyskt mál. Í hesi samtíðarsøgu hevur hann dugað at sett hendingarnar í perspektiv. Hóast vit halda okkum vita, hvat hevur hent í verðini og Føroyum tey seinastu árini, so kann tað væl vera, at vit bara minnast tað sum leysar bitar. Her verða hendingar- nar settar í samanhang. Tí er bókin hent at lesa hjá teimum, sum vilja hava eitt samanhangandi yvirlit yvir árini frá 1980 og frameftir. Sumt man eisini vera egnað til skúlabrúks. Mær tykir, at fyrsti kapittulin, sum kallast "Frá World Trade Center til stórpolitikk í Tinganesi", er tann best skrivaði og gevur okkum eitt gott yvirlit yvir tann broytta heimin eftir álopið, samstundis sum vit fáa eitt samanhangandi yvirlit yvir politisku gongdina við fullveldis- málinum á dagsskrá. Kanska greiðir høvundurin tó heldur lítið frá fullveldis- skránni og heldur nógv frá meinginunum hjá Jóannes Eidesgaard. Eg ivist eisini í, um tað er rætt, tá hann sigur, at fullveldissam- gongan vildi hava eina skipan sum ta íslendsku í 1918. Hetta var uppruna- liga tankin, tá samgongan varð skipað eftir valið í 1998, men tá samráðingar vóru við stjórnina lógu før- oysku ynskini nærri einum "Frælsum felagsskapi", sum summi lond í Fjar- eystri hava. Annar kapittul kallast "Dreymurin um sjálvstøðu og trongdin til tryggleika". Eisini hetta er ein áhuga- verdur kapittul, men heldur nógvar uppafturtøkur av tí, sum stóð í 1. kapitli. Høv- undurin ger ikki so nógv av at breiða sínar egnu mein- ingar út, men setir í teimum ymsu kapitlunum ein hóp av spurningum. Og tó - tað skerst neyvan burtur, at mangan liggja svarini í sjálvum spurningunum sum td her (s. 51): "Hvat verða Føroyar, um vit ikki taka ta ábyrgd, sum aðrar tjóðir hava? Í hjartanum ein stolt tjóð, men í veru- leikanum eitt Hetland? Hesin spurningur má setast, tí hvat er enda- málið við at fáa meiri ávirkan í hernaðarmál- inum og uttanríkismál- um og fremja fleiri yvir- tøku? Hvat er enda- málið við at staðfesta, at danski staturin ongan- tíð skal gera seg inn á føroysk sermál aftur? Endamálið má vera, at vit eru á veg onku- staðni. At vit búgva okk- um út til at taka við teirri ábyrgd, sum sjálv- støðug lond hava. Vit fyrireika okkum upp á fleiri mátar til sjálv- støðuna. Men ætla vit at gerast sjálvstøðugt land?" Tað verður ov drúgt at fara ígjøgnum allar kapitl- arnar. Tó skal eg nevna kapittul 3 eisini, sum er um vinnulívið. Yvirhøvur ein góð gjøgnumgongd út frá góðum keldum av tí, sum hendi við føroyska vinnulívinum, serliga í áttatiárunum. Tó tykir mær, at Uni Arge, sum so mong onnur ung tey seinastu árini, tykist halda í hesum og øðrum kapitlum, at tíðarrokningin í Føroyum byrjaði við árinum 0 í 1998, og at frammanundan var alt eitt stórt kaos. Tað er ikki heilt beint. Tað var tann politiski og vinnuligi framburðurin í seksti- og sjeytiárunum, sum gjørdi Føroyar til eitt modernað samfelag. Rætt er tað tó, at tað politiska gávumildni fór út um alt mark í áttatiárunum. Men tá høvundurin gevur ta fat- an, at dansurin um gull- kálvin var fullmannaður hetta tíggjuáraskeiðið, so er heldur ikki tað heilt beint. Tað vóru hóast alt nøkur fólk, sum róptu varskó. Av hinum kapitlunum dámar mær best tann um fjølmiðlarnar. Eg haldi, at høvundurin hevur fleiri góðar meiningar um henda týðandi táttin í samfelag okkara. Sum heild fari eg at siga, at tann, sum hevur áhuga fyri samfelagsviðurskiftun- um, eigur at keypa hesa bókina og lesa hann. Keði- lig er hon ikki. Ein øðrvísi bók Lønarútgjaldingarn ar øktust bert 0,6% í fjør. Verða sátt- málahækkingar havdar í huga, er talan reelt um eitt fall, skrivar Vinnu- húsið. Og í ár er sama skilið, verður staðfest BÚSKAPARTØL Jákup Mørk Síðani 1994 hevur talan verið um støðuga fram- gongd í lønarútgjalding- unum, sum ógvuliga greitt vísa aktuella bú- skapargongdina. Árini 1996-2002 var vøksturin 9,3% um árið. Í fjør tók vøksturin av álvara at minka, og støðan í ár er lítið mætari. Einans 0,9% hevur vøksturin verið í ár, og sammett við tær sáttmálahækkingar, sum hava verið á arbeiðs- marknaðinum, er talan sostatt um afturgongd.Og innan einstakar vinnu- bólkar er talan um stóra afturgongd.Í framleiðslu- vinnunum eru lønarút- gjaldingarnar minkaðar heili 9%.Einasta fram- leiðsluvinnan, sum ikki hevur upplivað eitt fall í ár, er landbúnaðurin. Og framvegis skal lønar- vøksturin havast í huga, og tí er talan um eitt enn størri fall enn tey 9%. Fyri privatu tænastu- vinnuna hevur talan verið um eina øking á 3%, men heldur ikki hetta vigar upp ímóti teimum 4-5%, sum lønarvøksturin hev- ur verið í árinum.Einasta vinnugreinin, har talan hevur verið um reellan vøkstur í lønarútgjald- ingunum, er almenna tænastuvinnan. Har er vøksturin 6,4% skrivar Vinnuhúsið.- Tað er ikki ókunnugt at gongdin í primeru vinnuni – fiski- vinnuni - smittar av uppá hinar vinnurnar. Tað er líkt til at gongdin í fiskivinnan fyrst fær avleiðingar fyri privatu tænastuvinnuna og síðani møguliga tær almennu tænasturnar. Hyggja vit nærri at fiskivinnuni so toppaði føroyska fesk- fiskaveiða í 2002 við 140 ts tonsum, sum er tað mesta í nógv ár. 2003 var eisini eitt gott fiskiár har veiðan var 134 ts tons. Bæði fiskiskapurin eftir toski og hýsu var góður í 2002 og 2003, ávikavist umleið 38 ts tons og 24 ts tons. Upsafiskiskapurin var eisini góður, heili 51 ts tons í 2002, men tó nakað minni í 2003 – 43 ts tons, verður staðfest á heimasíðuni. Somuleiðis verur víst á, at fiskiskap- urin fyrstu 9 mánaðirnar í 2004 er fallin 12%, og at hetta avgjørt hevur ávirkað lønargongdina annars. Lønarútgjalding- arnar falla Hóast ein nominellan vøkstur í lønarútgjaldingunum, so er talan um lutfalsliga afturgongd. Serliga í fiskivinnuni hevur talan verið um stóra afturgongd