hósdagur 16. juli 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020
SOSIALURIN 56
17
hvat hugskygni velja vit so at
fylgja úr rúgvuni av meiningum?
Er tað persónliga fatanin hjá
valdsmenniskjum sum Trump,
Putin ella norðurkoreanska Kim,
sum skulu tendra nýggjar vitan
arvitar í heiminum, ella skulu tey,
sum valda, arbeiða samsvarandi
vísindagrundaðari próvførslu?
Vísindafólk eru myndugleiki á
sínum fakøki, eins og skipsførarar
eru myndugleiki at føra skip.
Tí er umráðandi, at samfelagið,
politiska skipanin, almennir og
privatir stovnar gagnnýta ser
frøðina og menna vísindagrund
aðar tilgongdir. Sjálvsagt skal ein
og hvør í einum frælsum og fólka
ræðisligum landi gera sær sína
egnu meting og lívsáskoðan, men
alt við máta. Eisini við tollyndin
um.
Evolutiónslívfrøðingurin og
vísindarithøvundurin, Richard
Dawkins, lýsti avnoktanina av tí
opinlýsa og granskingargrundaða
veruleikanum soleiðis: ”Of course
we should be open-minded, but
not so open-minded that our
brains fall out!”
Vísindalig uppaling
Gransking á føroyska universit
etinum er í menning, og sein
astu fimm árini er talið á
vísindaligum greinum í dygd
argóðum javnlíkamettum tíð
arritum tvífaldað. Tað verður
granskað nógv meira fjølbroytt
og í samstarvi við aðrar stovnar.
Miðling av gransking er eisini
bøtt, og serfrøðingar eru í dag í
størri mun í starvi á almennum
stovnum og í privatum fyritøkum.
Men okkum tørvar betri sam
skipan av føroyskari gransking,
og okkum tørvar betri vísindaligt
“dannilsi”.
Fólka- og miðnámsskúlar eiga
at skipa ítøkiliga frálæru í, hvat
vitan er, eiga at kveikja forvitni
og undran, umframt at læra
grundleggjandi vísindalig hátta
løg. Ein sterkari vísindalig upp
aling gevur betri innlit og størri
ábyrgd. Tí hvussu kanst tú til
dømis gerast tilvitaður og virkin,
tá tað ræður um teir ógvusligu
umhvørvisavbjóðingarnar, sum
standa fyri framman, um tú lítið
og einki veit um náttúruna? Um
tú ikki kennir blómurnar ella
fuglarnar í haganum, um tú ikki
veit, hvat vindur, ljós og myrkur
eru, hví árstíðirnar ella flóð og
fjøra skifta, sum tær gera, ella
menningarsøguna hjá lívinum og
tær sjálvum?
Miðlarnir eiga at duga betur
at miðla gransking og at skilja
ímillum tilvildarligar kanningar
og vísindaliga gransking, og okk
um tørvar ein almennan gransk
ingarpolitikk og eitt greiðari út
spæl frá myndugleikunum um,
hvat Føroyar ætla við vísindi og
gransking.
Sjálvsagt skal ein og hvør
í einum frælsum og fólka
ræðisligum landi gera
sær sína egnu meting og
lívsáskoðan, men alt við
máta
Tí hvussu kanst tú til
dømis gerast tilvitaður
og virkin, tá tað ræður
um teir ógvusligu
umhvørvisavbjóðingarnar,
sum standa fyri framman,
um tú lítið og einki veit
um náttúruna?