Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2020 SOSIALURIN 56 16 Kronikk Magni Mohr dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum Vísindasamfelagið Føroyar Gransking á føroyska universitetinum er í menning, og seinastu fimm árini er talið á vísindaligum greinum í dygdargóðum javnlíkamettum tíðarritum tvífaldað. Men okkum tørvar betri samskipan av føroyskari gransking, og okkum tørvar betri vísindaligt “dannilsi” G udinnan, Nut, føðir sólina á morgni og gloypir hana aftur á kvøldi. Soleiðis hildu egyptar fyri 3000 árum síðani, at skiftið millum ljós og myrkur ella dag og nátt fór fram. Á okkara døgum er tað nokkso nuts at trúgva søgnini um Nut, men fyri 1000 árum síðani trúðu eis­ini vit í Føroyum, at ásin, Tór, elvdi til torusláttur, tá hann við fúkandi ferð streyk eftir himmal­ hválv­inum á vogni sínum við teimum báðum geitunum. Flestu musl­imar trúgva, at profeturin, Mohammed, fleyg til himmals á einum veingjaðum hesti, og í kristnari bíbliusøgu lýsir hebrei­ iska søgnin gongutúrin hjá Jesusi á vatninum, sum ikki júst sam­ pakka við ta sannroynd, at ross ikki kunnu flúgva ella við ástøðið um tyngd­arkraftina. Menniskjaheilin er soleiðis vorðin, at hann krevur saman­ hang. Sólin rísur og fer til viða, torusláttur kemur og fer, Mo­ hammed og Jesus kundu meira enn fólk flest, og tí má skilvísur saman­hangar skapast. Hetta prógvar tó ikki, at talan er um ítøkiligan veru­leika, hóast hesar sagnir eru skaldbornar og vakrar. Vit kenna óteljandi dømi um hetjur, sum menniskjan hevur skapt ella lutvíst funnið uppá. Robin Hood, sum stríddist móti órættvísi, var ivaleyst ritstjórnaður á manna­munni, tí fólk í Englandi undir kross­ferð­ un­um høvdu tørv á eini hetju við sosialum tilviti. Í Føroyum hava vit søgnina um Trónd og Sig­mund, sum føroysk skúlabørn terpa í søgutímunum. Hetta hóast talan er um sagnir, hvørs keldur eru niðurfestar um 250 ár eftir, at hendingarnar skulu eitast at vera farnar fram. Spurningurin er um teir báðir, hóast terpaðir og avmyndaðir í standmynd í almenna føroyska rúminum, yvirhøvur hava verið til? Í dagsins post-faktuella tíðar­ anda við alskyns “fake news”- rákum, hvørs skari telur alt frá uppøstum knappaborðssoldátum á sosialu miðlunum til amerik­ anska forsetan, kann tað vera trupult at skilja ímillum rit­stjórn­ að­an og veruligan veruleika. Týðiligur mótsetningur til sagnir, trúgv og sannføring er gransking, sum hendan tíðar­ grein­in fer at snúgva seg um. Fróðskapur og gransking í Føroyum At granska í Føroyum er øðrvísi enn á stórum útlendskum gransk­ingarstovnum, lutvíst tí, at fróð­skapur og gransking eru heilt nýggj fyribrigdi í føroysku fólka­sálini. Heimsins elsta før­ leikagevandi universitet, Uni­ver­ sity of Karueein, varð sambært UNESCO sett á stovn av tveimum musl­imskum kvinnum í Fez í Mar­okko mitt í 800-talinum – ella tá Grímur Kamban sigst nema land í Føroyum. Universita de Bologna frá 1088 er fyrsta evropeiska universitetið, meðan universitetini í Uppsala og í Keypmannahavn frá miðskeiðis í 1400-talinum eru tey elstu í Norðurlondum. Til samanberingar er føroyska universitetið góð hálvthundrað ár, og hetta ávirkar, hvussu vísindi og gransking verða fatað í Føroyum. Í kanning hjá Heina í Skorini kom fram, at bert fimtihvør vaksni føroyingur sigur seg góðtaka vísinda­ástøðið hjá Charles Darwin um natúrliga selektión. Altso, bara 20 prosent av okkum góðtaka heims­ins best prógvaða ástøði, sum fullkomiliga er í andsøgn við, at vit meta okkum sum eitt nú­tímans vitanarsamfelag í vest­ ur­heiminum. Grindatilmælini eru serføroysk dømi, har sterk vísindalig próvførsla kemur í mentanarligan mótvind, og ræðu­søgurnar um HPV-kopp­ set­ingar, orkestreraðar av sen­ satións­journalismu og øsing á sosial­um miðlum, fingu fleiri før­ oysk foreldur at velja vís­inda­liga prógvaða krabba­meins­verju frá. Vísindi hava ikki endaliga svarið uppá allar spurningar, men er tað tættasta, sum vit koma tí mest sannlíka sannleikanum. Um vit stýra eftir hugskygni og kenslum, har tað subjektivt kenda setur kósina fram um objekt­iva veruleikan, so er lætt at missa veruleikakensluna. Fleiri halda, at yvirgangur er ein størri hótt­an í Evropa í dag enn fyri 20-30 árum síðani, hóast talið á yvir­gangsatsóknum er munandi lægri í dag enn í 1980-árunum. At okk­urt kennist rætt, er ikki altíð prógv fyri, at tað veruliga er so. Tá kendi amerikanski stjørnu- og alisfrøðingurin, Carl Sagan, varð spurdur, um hann trúði, at lív var á øðrum gongustjørnum, svar­ aði hann: “Ja, men við ávísum fyri­ varni.” Síðani varð hann spurdur: “Men hvat er tín “gut feeling?” Sag­ an svarar tá turrisliga, at hann ikki hugs­ar við maganum ella øðrum krops­pørtum enn heilanum, tá tal­ an er um at skilja alheimsins stóru loyni­dómar. Tað er júst hetta, sum vísindini gera – tey fáa til vega vitan, sum er kensluliga, landafrøðiliga, átrún­ að­arliga og politiskt óheft. Velja vit hugskygni og kenslur hjá tí einstaka fram um ta vísindaliga grundaðu vitanina, Í dagsins post-faktuella tíðaranda við alskyns “fake news”-rákum, hvørs skari telur alt frá uppøstum knappaborðssoldátum á sosialu miðlunum til amerikanska forsetan, kann tað vera trupult at skilja ímillum ritstjórnað­ an og veruligan veruleika Tað er júst hetta, sum vísindini gera – tey fáa til vega vitan, sum er kensluliga, landafrøðiliga, átrúnað­ arliga og politiskt óheft