Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. JULI 2020 SOSIALURIN 56 23 Mjølnir í Klakvík um at gerast leik­andi venjari hjá teimum. - Eg hevði eisini onnur til­boð, og tey í hvítarussiska lands­ liðshópinum vildu eisini gjarna hava, at eg bleiv verandi, sigur Alinka. - Eg mátti hugsa meg um bæði væl og leingi, og tað vóru spurningar, sum eg mátti venda við teimum har heima, greiðir Alinka frá. Hon sigur, at hon fekk lovað eitt ógloymandi ár í Føroyum, og at hon valdi at taka av. - Tað var ikki lætt, men tað var okkurt inni í mær, sum segði at eg hevði brúk fyri hesi avbjóðingini, sigur Alinka, sum síðani fór á ta omanfyri 2.000 kilo­metrar longu ferðina til Føroya. - Tað var ein long ferð higar við trimum flogferðum. Eg var í mínum nýggja bústaði í Før­ oyum kl.22 um kvøldið, og har bíðaðu nýggju liðfelagarnir mær. Tær høvdu gjørt kaffi, té og mat. Tað var heilt fantastiskt, og tær fingu meg at føla at eg var komin í rætt stað, greiðir Alinka frá. Alinka hevur nú verið í Før­ oyum í útvið eitt hálvt ár, og hon sigur seg vera takksama fyri møguleikan at vera her. - Føroyar er sum ein lítil heim­ur í stóra heiminum, sigur hon. - Eg elski tað føroyska fólkið, og genturnar á liðnum eru tær fittastu í verðini. Tær eru vinar­ ligar, inniligar og hava víðopin hjørtu. Eg vil teimum alt tað besta og vóni at tær fáa sínar dreym­ar at ganga út, sigur Alinka Adamenya. NAVN: Alinka Adamenya FØDD: 7. mars 1990 HEIMBÝUR: Minsk, Hvítarussland YRKISLEIÐIN SUM FLOGBÓLTSLEIKARI ÁR FELAG 2010-2011 Neman-Grodno, Hvítarussland 2011-2015 Kommunal’nik-Mogilev, Hvítarussland 2015-2016 OrPo, Oriveden Ponnistus, Finnland 2016-2017 Pieksämäki Volley, Finnland 2017-2018 Jászberényi Röplabda Klub, Ungarn 2018-2019 Pribuzje-Brest, Hvítarussland 2019-2020 Mjølnir, Føroyar Fakta: Alinka, næstuttast til vinstru í aftara raði, á ungdómslegu í 2004 Alinka (næstuttast til høgru) saman við foreldrunum, Aleksandr og Tamara, og stórusystrini Tatyana